
Í illfýsna veðrinum í Álakeri hósdagin sást tú fjónað og vátt 10-mannafar standa við bingju. Kendi beinanvegin Havnarbátin frá 1971, sum Niclas í Koltri smíðaði, og sum tú hevur so nógv góð minni um. Nú sýnist, sum felagið ikki megnar at herberga søguliga 10-mannafarinum, tí pláss er ikki fyri øllum bátunum. Í neystinum er pláss fyri seks bátum, og har standa Havnarbáturin, Ørvur og 5-mannaførini Sílið, Drekin, Títlingur og Ingibjørg.
Í gamla neystinum – Hornaneystinum – standa 6-mannafarið Gongurólvur og ein Havnarbáturin frá 1998, sum eldri rógvarar rógva við. Fyrst í næsta ár fær felagið nýtt 6-mannafar, sum fær navnið Víkingur, so nú vantar bátapláss.

Kom av tilvild at stima við Havnarbátinum í 1996, sum á ólavsøku vann FM-heitið. Vit vunnu eisini 2001 og 2004 meistaraheitið og aðrar róðrar, sum gjørdust upplivingar fyri lívið.
Fyri fimtan árum síðani fór Havnar Róðrarfelag eins og onnur kappróðrarfeløg kring landið at skifta út kappróðrarbátarnar, sum Niclas í Koltri smíðaði. Bátarnir hjá Niclas vóru ov tungir í mun til bátarnar, sum bátasmiðurin Sámal Hansen smíðar.
Fólk í Havnar Róðrarfelag høvdu tá innilig ynski, at 5-mannafar, 6-mannafar, 8-mannafar og 10-mannafar, sum Niclas smíðaði, skuldu varðveitast, men hetta var torført, tí hvar fanst tú pláss til bátarnar.
Havnarbáturin frá 1971 róði fyrstu ferð á jóansøku hetta árið. Samanhald hevur fylgt teimum, ið róðu við bátinum gullárini í 1970-árunum. Havnarbáturin vann FM-heitið 1973, 1974, 1975, 1976, 1977, 1978 og 1979. Báturin vann eisini róðrar seinni, og seinastu ferð hesin Havnarbátur vann FM-heitið var í 1996. Nevnast kann eisini, at Havnarbáturin vann allar ólavsøkuróðrarnar frá 1971 til og við 1978. Rógvarar frá gullárunum halda framvegis saman og hava ansað væl eftir Havnarbátinum frá 1971, men hesir menn eldast eisini, og tað sýnist, sum áhugin fyri bátinum er minkaður.
Nú stundar til býráðsval í Havn, og tú hevur mangan funnist at, at illa gongst at varðveita ymist gamalt í býnum. Birgar Johannessen royndi sítt við áhugaverdum savni, og Finnur Johansen, sáli, royndi at fá í lag býarsavn, men striltið gekst hjá báðum eldsálunum.

Tað sýnist fyri mær, sum fólk, sum ikki eru uppvaksin í Havn og sita við maktini, ikki hava sama áhuga fyri gomlu Havnini sum vit onnur, sum eru uppvaksin har á leiðini. Og tað er mær óskiljandi, at Havnarbáturin frá 1971 ikki kann standa onkrastaðni í Bacalaobygninginum, til býurin einaferð fær stórt býarsavn. Í Sumba hava tey tildømis varðveitt Sunnbingin, sum vann nógv í 1962, og í Miðvági stendur Miðvingur frá 1958, sum var fyrsti kappróðrarbátur, Niclas í Koltri smiðaði. (Vagnur)
