Irena Bliznova úr Russlandi er besti spælarin higartil

Á landsliðnum spælir Irena við nummar 24 á troyggini. Í heimligi kappingi stendur nummar 6 á troyggjuni.
Á landsliðnum spælir Irena við nummar 24 á troyggini. Í heimligi kappingi stendur nummar 6 á troyggjuni.

Altíð áhugavert og spennandi at fylgja eini heimsmeistarakapping í hondbólti, tí HM-kappingin er so nógv øðrvísi enn EM-kappingarnar. Tú sært í hesum døgum ikki bara europeisk lond, sum flestu spæla sama slag av hondbóltsspæli. Í HM-kappingini sært tú tildømis eisini kvinnur úr Japan, Korea, Afrika og Brazila, sum spæla øðrvísi hondbólt enn vit vanliga síggja. Mánakvøldið sá eg tveir góðar dystir, sum sjáldan áður. Fylgdi fyrst dystinum millum Russland og Spania. Serliga legði eg merki til vinstrahenta russiska spælaran Irenu Bliznova, sum var úrmælingur á vøllinum.

Irena Bliznova kann so ómetaliga nógv á hondbóltsvøllinum.
Irena Bliznova kann so ómetaliga nógv á hondbóltsvøllinum.

Irena bleiv eftir dystin kósin besti spælarin á vøllinum. Hóast 182 høg og vigar fleiri og 70 kilo, so var hon ógvuliga fim, hoppaði høgt, skeyt hart, teknisk snild og var góð í gjøgnumspæli. Hon kundi so ómetaliga nógv í álopsspælinum, sum eg sjáldan havi sæð áður. Irena er 29 ára gomul og spælir við russiska felagnum Lada Togliatti, og verður metta sum tann heilt stóri “lyklaspælarin” á unga russiska landsliðnum, sum er komið til Danmarkar.

Eins og nógvir aðrir hondbóltsspælarar, so hevur Irena eisini verið skadd eitt skifti, og var tí ikki við í EM-kappingini í Makedonia. Hon var á russiska landsliðnum, sum vann HM-kappingina í 2005. Russiska liðið tók øll á bóli í fyrsta dystinum, tá liðið knógvaði fyrst Norra við einum máli og síðani í gjárkvøldið Spania við tveimum málum. Liðiið hevur harða verju við stórari breidd, og so hetta skjóta álopsspælið við heilt fáum villum. Veikasta liðið í russisku ketuni er uttan iva málverjarnir, sum ikki enn hava staðið so væl.

Seinni mánakvøldið sá eg Frakland og Korea, tvey heilt ymisk lið. Kropssterkar stórar franskar kvinnur, sum skjóta hart og spæla væl, men ímóti teimum smáu, skjótu og teknisku koreansku kvinnunum, komu fronsku kvinnurnar mangan í stórar trupulleikar. Havi áður sæð fleiri koreansk landslið, men ongantíð sæð eitt lið, sum spælir so skjótt, spælararnir flyta seg so skjótt, og har teknikkur er í hásæti. Korea varð snýtt fyri eitt mál, og íslendsku dómararnir og øll, sum sótu við dómaraborðið, eru send til hús.

Í dystinum millum Norra og Russlandi segði viðmerkjarin, at vit uttan iva síggja Norra og Russland í HM-finaluni. Men vit skulu ikki avskriva Spania, Makedonia, Korea og Frakland. Nú reypa danir í og so nógv fyri eina altjóða kapping, men eg rokni ikki við Danmark, tí báðir høgrabakkarnir í álopinum hjá Danmark eru smáskaddir, og Danmark hevur onga heimstjørnu á liðnum. Danmark kemur tó víðari í bólkinum, men væl skal ganga, um Danmark vinnur heiðursmerki.

Tá eg sá Irenu spæla mánakvøldið, kom eg at hugsa um russiska U17 høgrbakkin, sum var í Føroyum í vár og spældi ímóti Føroyum, Íslandi og Tjekkia. Høg ung vinstrahent genta, sum skeyt óvanliga hart næsta bara við handliðinum. Hesin ungi spælarin minti nógv um Irenu Bliznova.

Russiska landsliðið er eisini serligt, tí frákoyrdi landsliðsvenjarin Jevjenij Trefilov, sum var uppsagnur eftir OL-kappingina í 2012, er gravaður framaftur í nýggjari útgávu. Øll bíða í spenninigi, til hann gerst ovursintur og skeldar til høgru og vinstru. Higartil stendur hesin smílandi venjarin og stýrir spælinum. Okkurt má hann duga, tá eitt so stórt hondbóltsland sum Russlandi, setir Trefilov aftur sum venjara. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply