Úr myndasavninum – Hvør var dansidrotningin Marna Nielsen úr Havn

Í myndabók hjá Vagn Erik pápabeiggja síggjast vakrar myndir av smágentum, sum eru á dansiskeiði hjá Marnu Nielsen. Vælumtókt útbúgvin dansilærari, sum dró ungdómin og vaksin til sín, sum vildu læra at dansa tango, vals, foxtrot, lancier og aðrar dansir. Gjørdist forvitin at vita, hvat bleiv av Marnu Nielsen, sum longu seinst í 1950-árunum og… Les meira…

Úr myndasavninum – Fuglfirðingar spæla hondbólt á Strondum

Í myndasavninum hjá Lassa Borðoy kom eg fram á myndina omanfyri, sum er ótrúliga áhugaverd, tá ið talan er um hondbóltssøgu. Felagsmynd av mansliði hjá ÍF úr Fuglafirði og StíF av Stondum avmyndað á grúsvøllinum á Strondum í 1958. Eg kendi beinanvegin fleiri spælarar, millum annað Eilif Samuelsen, sum eg ringdi til um dystin. Har… Les meira…

Úr myndasavninum – Tær funnu sær allar útlendskan mann

Tilvildin er mangan viðspælari á lívsleið okkara, og serliga tá vit finna okkum maka at liva saman við. Sum smádrongur við Landavegin komu vit mangan niðan í Grønland, har vit keyptu í handlunum hjá Johannesi Andreasen og Sigurdi Danielsen. Vit vistu, hvørji fólkini vóru, sum búðu í ymsu húsunum, men kendu sjálvandi ikki øll. Húsini… Les meira…

Úr myndasavninum – Myndin úr Kollafirði vekir nógv góð ungdómsminni.

Christian Holm Jacobsen, sáli (1939-1987), sum var uppvaksin í Kollafirði, gekk mangan við myndatóli upp á sær. Myndirnar eru nógvar savnaðar í myndasavni, og nú ein dagin steðgaði eg við mynd, sum vakti serlig ungdómsminni, tí vit komu nógv til Kollafjarðar. Myndin hevur eisini tilknýti til Havnina. Jógvan Christiansen mammubeiggi var giftur í Kollafirði, og… Les meira…

Hugleiðingar og viðmerkingar um Velbastað, Fossdal og matstovuna Koks

Stúrsaði við fyri nýggjár at síggja lýsing frá Tórshavnar kommunu í Dimmalætting, har kommunan vil broyta byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, so matstovuvirksemi, gisting og tílíkt kann byggjast har. Rokni ikki við, at vanligi borgarin rættiliga veit, hvat ætlanin snýr seg um, og hvørjar avleiðingar slík byggisamtykt hevur fyri hetta vakra, friðarliga og serstaka øki. Heilt burturvið… Les meira…

Hann kom sær upp á hægstu tindar og varð syftur niður í lívsins djúpu lægdir.

Tórður Johannesarson bróðursonur Herman Jacobsen, sála, hevur skrivað áhugaverda og forvitnisliga ævisøgu um pápabeiggjan. Tað var við sorgblídni at lesa endan í bókini, har sagt verður, at Herman var vorðin beiskur um, at pláss var ikki longur fyri hansara talenti í Føroyum. Lívsáskoðan hansara og egna lívsmynd vóru skeiklaðar, tí valdi Herman at beina fyri… Les meira…

Nøkur góð hondbóltsminni um Sverra Durhuus úr Vestmanna

Sverri Durhuus hondbóltsvinurin úr Vestmanna er farin 75 ára gamal, og eftir sita góðu minnini, tá vit sum unglingar spældu fyrstu hondbóltsdystirnar á uttanduravøllinum í Vestmanna. Hetta var miðskeiðis í 1960-árunum. Tá hitti vit fyrstu ferð Sverra Durhuus, sum fyri okkum ungu var Vestamannaáskoðarin nummar eitt, tí Sverri var altíð har, og hann hoyrdist um… Les meira…

Úr myndasavninum – Nøkur minni um russiska ljósbýin eystan fyri Nólsoynna

Tá eg um dagarnar fekk áhugaverdar myndir av russiskum sildabátum sendandi frá vinmanni úr Danmark, reikaðu tankarnar aftur í barnaárini. Við Landavegin høvdu vit úr stovuni frálíkt útsýnið eystur í hav, og vit høvdu góðan kikari standandi á vindeygakarminum, sum rakk langt út í havsbrúnna. Fiskimarkið var tá seks fjórðingar, og viðhvørt um kvøldarnar var… Les meira…