Modell av fronskum rannróknarskipi hongur í Mariukirkjuni

Tá ið tú kemur inn í vøkru katólsku Mariukirkjuni í Havn, hongur vakurt rannróknarskip í kirkjuni. Vinnmaður mín FinnBjørn Guttesen hevur sent mær nakað um rannróknarskipið, sum sakk í Íslandi í 1936. Fjøruti mans vóru við skipinum, bara 3. stýrimaður bjargaðist. . Rannsóknarskipið var fleiri ferðir í Føroyum. Les meira…

Úr myndasavninum – Vit eru í 1956 til barnadóp uppi á Varðabú

Í fjør 24. juni fór pápabeiggin Vagn Erik Michelsen 92 ár ára gamal. Hann búði á Tjarnargarði í tólv ár, og tá vit ruddaðu og tømdu kamarið, fekk eg forvitnisligu og góðu myndina í varðveitslu. Bambus tók myndina av systkinabarninum, tá hon var doypt fyri 64 árum síðani. Við sorgblídni at síggja gummur og gubbar,… Les meira…

Nøkur minnisbrot nú Sverri Faber Wang er fluttur um sýn

Hósdagin 25. juni andaðist Sverri Faber Wang á Boðanesheiminum 70 ára gamal, og í dag 28. juni  fylgdu vinir og kenningar Sverra til gravar, dagin hann hevði fylt 71 ár. Sverri var grivin í gravstaðið hjá foreldrunum Knúti og Anettu Wang. Sverri hevur langt lív búð í Danmark, men eftir at konan Anna doyði, ynskti… Les meira…

Úr myndasavninum – Í 1969 spældu menninir FM í oldboys

Tað gongur ikki væl at finna myndir av eldri mansliðnum. Neistamenn vóru meistarar í 1949, 1953 og 1955, men sjálvt um eg havi spurt familju og spælarar frá hesum árum, so er eingin mynd at finna. Harafturímóti havi eg funnið upprunamyndina av oldboysliðnum hjá Neistanum frá 1969. Roynt varð hetta árið at skipa fyri FM-kapping… Les meira…

Eg gekk í 1977 á møti hjá Jehova vitnum í ein mánað

Tá ið eg gekk á Føroya læraraskúla frá 1974 til 1979 var kristni ella rættari sagt “religión” ein av lærugreinunum. Í 1977 skuldu vit skriva høvuðsuppgávu í kristni, og valdi eg at skriva um Jehova vitni í Føroyum, har eg serliga legði dent á søguliga partin. Eg tosaði við nógv fólk, m.a. við varabispin Eivind… Les meira…

Úr myndasavninum – Vit eru stødd úti á Molanum í 1950

Vit eru stødd úti á Molanum í 1950, og Molin var ikki so langur, sum hann er nú. Einki flogsamband einans ferðamannaskipini Tjaldrið hjá Skipafelagnum Føroyum og Drotningin hjá DFDS. Minnist, hvussu nógv fólk leitaðu sær út at Eysturu bryggju, tá ferðamannaskipini løgdu at bryggju. Summi høvdu næstringar umborð, onnur bara av forvitni at hyggja… Les meira…