Áhugaverd parkeringsmynd á Skálatrøð í morgun – Bussurin er úr Sveis

Kom framvið á Skálatrøð í morgun og sá vakran útlendskan buss parkera á sjey parkeringsbásum. Bussførarin sat við róðri, og har vóru tvey onnur fólk í bussinum, sum vóru ferðaleiðari og kokkur. Gjørdist eitt sindur forvitin, tí hendingin var áhugaverd í kjalavørrinum at stóru mótmælunum um at byggja Tjóðpall á Skálatrøð og annars parkeringstrupulleikanum har… Les meira…

Jóansøkuróðrarnir eru prógv um væl avgreiddar kappróðrar – frálík avrik

Tá tú skrivar um kappróður og finst at, tá neyðugt er at finnast at, so verður tú av summum skýrdur grenj, men hetta rýnur ikki við meg. Mín áhugi er altíð rógvarin, sum skal hava rættvísa viðgerð og góðar umstøður. Jóansøkuróðurin leygardagin er prógv um, hvussu róðrar skulu avgreiðast. Genturróðurin byrjaði klokkan 15.00 stundisliga, og… Les meira…

Hugaligt at síggja 8-mannafarið Sjóriddaran í støðni á Argjum – Báturin er við á jóansøku

Kom seinnapartin framvið í støðni á Argjum, har ungir menn gjørdu 8-mannafar klárt til jóansøkuróðurin. Gjørdist forvitin, tí higartil í summar hava vit bara sæð Nevið Reyða og Argjabátin. Áhugavert prát við ungu menninar, tí 8-mannafarið Sjóriddaran smíðaði Niclas í Koltri, sáli, í 1981, og Sjóriddarin róði seinasta róðurin á sundalagstevnuni ár 2000. So at… Les meira…

Vit kaga í hagtølini eftir vinnarunum á jóansøku seinastu tíggju árini

Leygardagin í næstu viku er kappróður á jóansøku á Tvøroyri. Komi at hugsa um einaferð í 1980-árunum, tá undirritaði var umborð á Útvarpsbátinum saman við Jógvani Arge, einum teknikara og bátseigarunum. Stór uppliving at síggja kappróðurin á henda hátt, og myndirnar vóru frálíkar til grein um róðrarnar. Jógvan var úrmælingur við mikrofonini, og meg minnist,… Les meira…

Við blandaðum kenslum at síggja FM-róðrarnar – Vit koma bara ikki víðari

Havi skrivað um kappróðurin síðani 1980-árini og má bara staðfesta, at vit eru ikki komin víðari, hvat startinum viðvíkur. Sjálvandi kunnu vit einki gera við veður og vind, men vit stríðast framvegis við hanaføtur eins og vit gjørdu fyri tríati árum síðani. Vit hava ongantíð funnið røttu útgerðina og mannagongdina, so vit leggja føroyskan kappróður… Les meira…

Hóast seinkingar vóru norðoyastevnuróðrarnir væl avgreiddir

Havi sjáldan áður sæð so góðar myndir, sum Kringvarpið borðreiddi við á norðoyastevnu. Eisini góðar nærmyndir, sum tey kunnu at gera enn meira burturúr. Frálíkar frásagnir frá Suna Merkistein og Ludvíki við Stein. Slíkt frálíkt róðrartilfar er ikki nógv at leggja aftrat hjá okkum øðrum. Tó so, nakrar fáar myndir og nakrar viðmerkingar millum annað,… Les meira…

Allir borgarar í landinum hava krav um kvøldar – og náttarfrið

Klokkan var farin av átta leygarkvøldið, og vit í grannalagum vóru vitni til løgna hending, tí knappliga fór at larma illa. Hart ókent óljóð sum órógvaði húsfriðin. Nógv virksemi er her á leiðini yrkadagar um dagin, tí tey byggja nýggja løgreglustøð, SMS er stórur granni, og nógvar eru fyritøkurnar. Nógvir bilar og ólóglig prutl, men… Les meira…

Áhugaverd mynd frá 1950-árunum av SSB skótum

Á heimasíðuni hjá skótaliðnum SSB kom eg fram á áhugaverda mynd av eldri skótum, sum flestir eru farnir. Alt eldri havnardreingir, sum tú kennir allar. Hetta eru skótar, sum eru millum tíggju og tjúgu ár eldri enn tú sjálvur. Myndin er tikin í 1950-árunum og fragd at síggja, tí tú hevur so nógv góð minni… Les meira…

Nakrar hugleiðingar um fyrstu FM-róðrarnar á norðoyastevnu 1. juni komandi

Norðoyastevnan nærkast í hvørjum, og nógvar eru gitingarnar, hvussu fer at gangast hjá bátunum. Plagi at skriva, at eftir róðrarnar á norðoyastevnu fáa vit fyrstu ábendinginar, hvussu fer at gangast restina av róðrarárinum. Summir rógvarar eru fegnir, summir minni fegnir og aðrir vónbrotnir. Tó hava vit eisini fleiri dømi, hvussu nógv manningar kunnu mennast frá … Les meira…