Úr myndasavninum – Lítið og einki er skrivað um Tórshavn Radio

Vit eru í 1953 í sendirúminum hjá Tórshavn Radio. Frá vinstru Erling Michelsen, Vagn Erik Michelsen, Jóannes Rubeksen, Hans Jakku Egholm og stjórin Eivind Akraberg Hansen. Jóannes er á vakt við sendaran, og vit síggja eisini mikrofonina, Jóannes tosar í. (Mynd úr myndagoymslu hjá Vagn Erik)

Vit høvdu nært tilknýti til pápabeiggja Vagn Erik Michelsen, sum arbeiddi frá ungum árum og langt lív á Telegrafstøðini. Eg skuldi havt lurtað betur eftir, tí fjarskifti, sendarar og káplar fyltu nógv hjá Vagn Erik eisini í frítíðini. Havi skrivað um, tá Føroyar fyrstu ferð í 1906 fingu telegrafsamband við umheimin. Nú vildi eg frætta meira um Tórshavn Radio, men tað gekk nakað striltið.

Eg siti við áhugaverdari og kanska einastu mynd tikin av sendirúminum í Tórshavn Radio. Myndin frá 1953 er úr myndasavni hjá pápabeiggja. So er spurningur? – Nær fór Tórshavn Radio at virka, har tú kundi tosa við skipini, tí sum smádrongur í 1950-árunum hoyrdi tú Tórshavn Radio nógvastaðni, har skip tosaðu millum sín, og næstringar í landi kundu bíleggja samtalu til skipini. Fólk kring landið kundu í radio fylgja við samtalunumm, har mangan eisini nógv stuttligt spurdist burturúr.

Minnist væl telefgrafstøðina, sum vat tikin í nýtslu í 1917 og var tikin niður, tá nýggja støð var bygd. Meinigheitshúsið stendur nú har gamla Telegrafstøðin stóð við nógu antennunum. (Mynd Havnin fólk og yrki)

Allir telegraftistarnir á myndini frá 1953 eru farnir, men eg havi hitt Arna Jacobsen og Gudmund Skæling, sum eisini langt lív arbeiddu sum telegrafistar á Telegrafstøðini. Teir vóru allir danskir tænastumenn, tí tað var ”Det nordiske telegrafselskab”, sum átti og umsat telegrafstøðina í Føroyum

Arni sigur, at størri skipini sum trolarar og ferðamannaskip høvdu telegrafistar umborð, har alt samskifti fór fram gjøgnum telegrafin. Ikki fyrr enn eftir heimsbardagan, fingu fleiri og fleiri skip eisini fiskiskip radiosamband. Tá var á Telegrafstøðini sett á stovn Tórshavn Radio, sum hevði nært samband við Lyngby Radio, støð í Skagen, Skotlandi, íslandi og Grønlandi.

Fyrsti telegrafkaðalin kom í 1906 í land í Sandagerði, og tá fekst fyrstu ferð telegrafsamband við umheimin. Havi mynd frá 1960, tá kaðal fer á sjógv á Velbastað, sum myndin vísir. Áhugavert at hugsa sær, hvussu skjótt telesambandið er broytt serliga seinnu árini.

Ógvuliga ymist var við ljóðgóðskuni, tí veður, vindur og lufttrýst o.a. spældi inn. Hilnaðist væl, hoyrdist Tórshavn Radio eisini til New Foundlands og ymsastaðni í Grønlandi. Tórshavn Radio var eisini neyðbylgjusendari virkin alt samdøgnið, har vit gingu á vakt. Ljóðgóðskan var mangan best um náttina, sigur Arni.

Gudmund Skæling sigur mær, at mannagongdin var, at fólk kundi bíleggja samtalu til ávíst skip, og so komu tey á ein bíðlista. Samtalan kostaði so og so nógv um minuttin, og so kundi koma fyri, at fólk gjørdist kløkk, tá rokningin kom við postinum. Tey hildu seg ikki hava tosað so leingi, sum rokningin segði, sigur Gudmund. Vit, sum eldru eru, minnast eisini tíðina, tá telefonstøðir vóru kring landi. Skuldi tú tildømis hava fatur í persóni á Eiði, ja, so var at ringja á støðina, og so var farið í bygdina eftir viðkomandi.

Mamma var fødd í 1918, og hon fortaldi mangan, hvussu hon minnist tíðina sum ung, tá pápin og teir fóru av Havnini á Suðurlandi við sluppunum Grundick og King Arthur. Tú segði teimum farvæl á bryggjuni, og so vistu tú einki aftur frá sluppunum, fyrr enn tær vóru aftur í Nólsoyarfirði. Hvørki telegrafsamband ella telefonsamband við sluppirnar. Eftir kríggið 1947/1948 samtykti løgtingið lóg um trygd umborð á øllum skipum eisini fiskiskipum. Nú var krav, at skipini  høvdu sendi/móttakara umborð, so altíð fekst samband við skipini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply