Vøkur standmynd til minnis um undangongumannin Símun á Høgabóli

Tað er gjørt vakurt á økinum um standmyndina. (Mynd Vagnur)

Tað er ikki á hvørjum degi, at eg ferðist á Skálafjørðinum, men næst seinasta leygardag var eg í Rituvík. Ávegis til Havnar steðgaði eg við vakurt pláss á Høgabóli, har maður við røttum ryggi starti út í luftini. Fór úr bilinum og spákaði nærri standmyndini. Símun á Høgabóli føddur 8. desember 1877 og deyður 25. apríl 1947 stóð á plátu undir standmyndini.- Ein undangongumaður, sum fólk her leiðin vil minnast við vakrari standmynd og vøkrum urtagarði. Hetta má eg kanna nærri, tá ið eg komi til Havnar, hugsaði eg á veg suðureftir. (Skrivað 9. juli 2015)

Símun á Høgabóli var giftur Jóhannu dóttur Jóhan í Hoyvík.
Símun á Høgabóli var giftur Jóhannu dóttur Jóhan í Hoyvík.

Í oktober mánað í 2012 varð standmynd avdúkað um vinnulívsmannin Símun á Høgabóli. Har vóru talir frá landsstýrismanni og borgarstjóra, og har vóru sangframførslur. Eins og nógvir unglingar tá á døgum fór Símun til skips, og so mikið væl gekst umboð á “Delphinen”, at Símun fekk góða fíggjarliga byrjan í lívinum, tí skipið fiskaði væl og úrtøkan var góð.

Í grundgevingini fyri standmyndini sigur áhugabólkurin, at tað er av stórum týdningi, at persónar, sum hava skara fram úr í samfelagnum, ikki verða gloymdir, men í staðin verða mintir á slíkan hátt, at ættarliðini, sum koma aftaná, fáa kunnleika um hesar persónar. Og eisini um týdningin, teir hava havt fyri samfelagið, teir virkaðu í.

Símun skuldi vera stak góður og kvikur smiður, og hann var eisini undangongumaður á fleiri økjum. Umframt at hava skip, so bygdi hann atløgubryggju til skip síni, hann turkaði eisini fisk á hellugróti, og hevði íshús og handil.

Hetta er minnisplátan undir standmyndini. (Mynd Vagnur)
Hetta er minnisplátan undir standmyndini. (Mynd Vagnur)

Umframt at hann hevði egið vinnuvirki, rukku armarnar eisini  út um Høgaból, tí hann var partaeigari í Tórshavnar Skipasmiðju og Skipafelagnum Føroyar, sum vóru av størstu fyritøkum í Føroyum um tað mundið. Símun slóðaði eisini fyri byggingini at Runavíkar Havn.

Áhugabólkur, sum tók stig til standmyndina, sigur eisini, at Símun á Høgabóli kom at leggja lunnar undir eitt virksemi, sum kom at hava alstóran týdning fyri fólkið á staðnum, grannabygdirnar og fyri samfelagið alt. Eg síggi eisini einastaðni, at Símun var íðin at seta sildagørn á Skálafjørðinum, á Lambavík, Funningsfirði og Rítuvík. Hann átti eisini sildanót og brislinganót. Fongurin var nýttur matna, men tað mesta varð nýtt til agn hjá bátum og skipum.

Símun á Høgabóli var giftur Jóhonnu dóttur Jóhan í Hoyvík. (Mynd Vagnur)
Símun á Høgabóli var giftur Jóhonnu dóttur Jóhan í Hoyvík. (Mynd Vagnur)

Áhugavert at lesa um slíkar menn, sum hava góð vinnulívsevni, hava nógva orku og fíra ikki fyri at taka stór tøk. Slík fólk hava so ómetaliga stóran týdning fyri staðið, har tey búgva og virka, og eisini fyri alt samfelagið. Standmyndin til minnis um Símun á Høgabóli stendur væl, og tað er vakurt og væl hildið á økinum við standmyndina. Símun á Høgabóli var giftur Jóhannu dóttur Jóhan úr Hoyvík. Myndahøggarin Andreas Andreassen gjørdi standmyndina, og hon stendur á trøðni, sum Símun átti og búleikaðist. (Vagnur)

kjkjkjkjkjkj
Andreas Andreassen myndahøggari gjørdi vøkru standmyndina. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply