
Tá eg fíggjamorgunin koyrdi eftir Marknagilsvegnum og møtti fleiri skitnum lastbilum við gróti, sum uttan iva koyra grót frá Sandoyartunlinum til Runavíkar, kom mær mangt til hugs. – Hví setir Tórshavnar kommuna ikki treytir, hvørjir lastbilar lúka treytirnar at koyra grót frá Sandoyartunlinum gjøgnum havnargøtur til Runavíkar? Minsta kravið má vera, at lastbilarnar eru reinir og eingin óhumskan rennur úr lastunum á vegirnar. Nakrir lastbilar lúka hesar treytir men langt frá allir
Størsta sjálvmálið hjá undanfarna býráðsamgongu á Vaglinum var júst málið um grótið frá Eysturoyar – og Sandoyartunlinum. Var telvað rætt, ja, so sluppu vit undan øllum grót-hurlivasanum. Náttúravøkru økini á Sundi og Velbastað fingu frið, og Runavík fekk sítt grót. frá Eysturoyartunlinum, og grótið frá Sandoyartunlinum kundi verið tyrvt á annað hátt.

Steðgaði á fríggjamorgunin og tók mynd av skitna Maknagilsvegnum, og hetta var ikki vøkur sjón. Sama skilið, tá tú komst á Velbataðháls. Hugsaði slagorðini seinnu árini um at fara væl um náttúruna, grøna orku, og at selja Føroyar sum ferðamannaland. Jú, tankarnir reikuðu hesa løtuna, tí her er nógv, sum slett ikki hongur saman.
Eitt er grótið og skitnu lastbilarnir, annað eru píkarnir, har 20% av bilparkini koyrir við píkum og oyðileggur vegirnar. Slíta nýasfalteraðu vegirnar við Glasir og har á leiðini, so asfaltóhumskan fer allastaðni. Dálkar bilarnar bæði uttan og innan og dálkar umhvørvið. Hví letur kommuna og vit øll bara standa til og yppa øksl?
Við Marknagilsvegin ganga ungfólk millum bilar og saltaðar skitnar vegir, og tá kavin tiðnar, og sólin kagar fram, ja, so er vandamikla asfaltdustið í luftini, sum fólk anda í seg. Undanfarna býráðssamgonga borðreiddi við, at Havnin skal gerast súkklubýur burturav, men hvussu kanst tú súkkla trygt, tá óhumska liggur á vegum og gongubreytum, tí asfaltóhumska er hál. Vóni, at nýggja býráðssamgongan fær skil á øllum hesum. Fyrst og fremst fáa skil á skitnu lastbilunum og píkunum. (Vagnur)