Úr myndasavninum – Hvør var dansidrotningin Marna Nielsen úr Havn

Mynd frá 1961. Ungar gentur á dansiskeiði hjá Marnu Nielsen. Marna var stjørna og fyrimynd.

Í myndabók hjá Vagn Erik pápabeiggja síggjast vakrar myndir av smágentum, sum eru á dansiskeiði hjá Marnu Nielsen. Vælumtókt útbúgvin dansilærari, sum dró ungdómin og vaksin til sín, sum vildu læra at dansa tango, vals, foxtrot, lancier og aðrar dansir.

Gjørdist forvitin at vita, hvat bleiv av Marnu Nielsen, sum longu seinst í 1950-árunum og seinni bergtók ungfólk og eldri á dansigólvinum. Marna var framman fyri sína tíð. Havi tosað við systkinabarnið Elina Michelsen, sum byrjaði at dansa hjá Marnu sum fimm seks ára gomul. Havi eisini hitt Kristu Nielsen systir Marnu. Og Krista sigur soleiðis:

– Vit vóru tíggjar systrar Aase, Marna og eg. Vit eru uppvaksnar í Lon, og foreldur okkara vóru Johanna Nielsen rópt Hanna og pápi æt Axel. Marna fór ung til Danmarkar at læra til dansilærara. Hon lærdi øll sløg av dansum og eisini at dansa ballett.

Mynd frá apríl 1962. Júst soleiðis minnast vit Marnu, sum fór alt ov ung bert 46 ára gomul.

– Sum nítjan ára gomul í 1955 stóð hon væl nøgd við próvnum í hondini. Hon kom aftur til Føroya og byrjaði mest sum beinanvegin at undirvísa í dansi, sum skjótt fekk heilt stóra undirtøku. Tey, sum ynsktu dansifrálæru, vóru børn heilt niður í fýra fimm ár og eisini eldri ungdómar, ja fólk í øllum aldri. Hon undirvísti í Tórshøll, Losjuni og Havnar Klubba og ferðaðist eisini kring landið.

–  Stóra hátíðarløtan var seinasta dansikvøldið á vetrinum, har fólk í apríl savnaðust í hópatali til  ”avdansingsball”, sum hetta var rópt. Dansarar væl klæddir, har dreingir vóru í myrkum terlenbuksum, hvítari skjúrtu og butterfly, og genturnar í hvítum struttkjólum. Dansarar, foreldur og vinir eins og vit kenna frá stórum fimleikaframsýningum, sigur Krista.

Mynd frá apríl 1961. Stuttligt at síggja hasi struttskjúrtuni. Spentir vælklæddir unglingar til “avdansingsball”.

– Eg hjálpti mangan Marnu og serliga, tá hon undirvísti á bygd, tí Marna hevði nógv um oyruni, og Simmi spældi til dansin. Jørgin maður Marnu var dani og sigldi við verjuskipinum Thedis. Maðurin arbeiddi eisini í filmsverðini sum upptøkumaður til ymsar filmar. Tey bæði fingu sonin Kim, sum býr á Bornholm.

–  Dansiundirvísingin fór fram um veturin eins og vit kenna frá kvøldskúlanum, so Marna kom til Føroya um heystið at undirvísa og fór til Danmarkar aftur seint um várið. Marna var væl umtókt og dugdi sítt handverk, og so var hon eisini fyrimynd.

Fittar smágentur á dansiskeiði hjá Marni Nielsen í apríl mánað 1962.

– Marna gjørdist ikki gomul einans 46 ár. Hon var farin at skranta, tí hon hevði trupulleikar við nýrunum. Og tá hon at enda fekk nýtt nýra, vildi likamið hjá Marnu ikki taka ímóti nýranum, so Marna kláraði ikki skerini og doyði í 1982, sigur Krista at enda.

Marna Nielsen var ein ”millión” á dansigólvinum, sigur Elin

Elin systkinabarnið, sum er á myndunum, var bara fimm seks ára gomul, tá hon fyrstu ferð kom á dansiskeið hjá Marnu, og nógvu góðu minnini standa púra klár frá ógloymandi  dansiárunum.

– Vit stóðu øll bergtikin og sóu hesa vøkru og vælkløddu kvinnu. Sum ein millión á dansigólvinum, sum man plagar at taka til. Høvdu ongantíð áður sæð slíkan móta. Uppsett hár við sloyfu í hárinum framman, ymist neglalakk á neglunum, struttskjúrt og spískar høghalaðar skógvar. Enn sitir serligi góði lukturin í næsunum, tí hon hevði erskju við puturi sum luktaði so avbera væl.

Mynd frá apríl 1962 og nógv fólk til “avdansingsball”. Fólk steymaðu til hesa hátíðarløtu, sum var seinasta dansikvøldið á vetrinum.

– Marna var okkara stjørni og fyrimynd, sum vit við gleði ongantíð fara at gloyma. Og krónan á verkið vóru serliga hesi avdansingsballini, sum vit gleddu okkum til. Hetta var eitt slag av framsýning fyri foreldrum og systkjum til tess eisini av vísa, hvat næmingarnir høvdu lært, sigur Elin at enda.

Leggjast kann aftrat, at Marna lærdi at dansa hjá kenda dansilæraranum Karl G.V. Carlsen, sum Marna eisini búði hjá. Krøvini vóru stór, tí vant var hvønn dag, og næmingarnir skuldu vera í góðari venjing. Á dansiskeiðunum var eisini gjørt ógvuliga nógv burturúr, hvussu dansarar vóru klæddir. Hetta síggja vit eisini í dansikappingum í sjónvaprinum. Alt skal jú vera ”perfekt” og sita væl. Sum prógv fekk Marna serligt dansidiplom.

Til tess at styrkja seg kropsliga, var Marna í 1957 á ítróttaskúla í Sønderborg. Mær er eisini sagt, at Marna einaferð einsamøll dansaði ballett á leikpallinum í Sjónleikarhúsinum. Ì sambandið við greinina hitti eg eisini javnaldra Axel Lützhøft, sum er sonur Aase systir Marnu. Axel er uppkallaður eftir abbanum. Stutt og greitt: Marna Nielsen var fantastisk. (Vagnur)

Allir aldursbólkar steymaðu til dansiskeiðini hjá Marnu. Ja, heilt niður í fýra ár. Marna var fantastisk.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply