Úr myndasavninum – Fuglfirðingar spæla hondbólt á Strondum

StÍF og ÌF í 1958. Fuglfirðingarnir í reyðum st.v: Petur Jacob Eliasen, Petur Sigurd Rasmussen, Eilif Samuelsen og Poul Leiti. Húkandi f.v: Jógvan Òlason, Thorleif Samuelsen og Birgir Hansen. StÍF í hvítum st.f.v: Odmar Klein Olsen, Sandur Davidsen, Elisar Høj. Húkandi f.v: Petur Magnusson, Poul Johannus Johansen og Hildibjartur Johansen.

Í myndasavninum hjá Lassa Borðoy kom eg fram á myndina omanfyri, sum er ótrúliga áhugaverd, tá ið talan er um hondbóltssøgu. Felagsmynd av mansliði hjá ÍF úr Fuglafirði og StíF av Stondum avmyndað á grúsvøllinum á Strondum í 1958. Eg kendi beinanvegin fleiri spælarar, millum annað Eilif Samuelsen, sum eg ringdi til um dystin. Har eru eisini Petur Sigurd Rasmussen, sum tá var lærari í Fuglafirði, Hildibjartur Johansen og Poul Johannus Johansen av Strondum, sum seinni spældu við Neistanum. Eilif Samuelsen segði mær, at teir spældu niðri á bryggjuøkinum í Fuglafirði, og at hann spældi bara hondbólt í nøkur fá ár, tí tá flutti hann úr Fuglafirði. Á myndini stendur, at øll nøvnini eru ikki funnin, men tað eru tey nú við hjálp frá Eilifi Samuelsen og Richardi Johansen. Greinin skrivað í 2015. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply