Hugleiðingar og viðmerkingar um Velbastað, Fossdal og matstovuna Koks

Við Fossdalsgjógv, sum er landbúnaðarøki, er ætlanin at skipa økið til matstovuvirksemi, gisting og tílíkt. (Mynd Vagnur)

Stúrsaði við fyri nýggjár at síggja lýsing frá Tórshavnar kommunu í Dimmalætting, har kommunan vil broyta byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, so matstovuvirksemi, gisting og tílíkt kann byggjast har. Rokni ikki við, at vanligi borgarin rættiliga veit, hvat ætlanin snýr seg um, og hvørjar avleiðingar slík byggisamtykt hevur fyri hetta vakra, friðarliga og serstaka øki. Heilt burturvið at oyðileggja vakrastu náttúruperlu í Suðurstreymoy, tí hevur tú fyrst broytt byggisamtyktina og slept stórkapitalinum framat økinum, so vendist ikki aftur. Staðbundna nevndin er ímóti, at nýggj serstøk byggisamtykt verður fyri Fossdalsgjógv. Her nøkur orð, hví eg havi hesa meining.

Óskiljandi, at tað skal vera so lætt at órógva náttúrúvakurt øki. Vit eru nógv, sum vóna, at ætlanin ikki gerst veruleiki.

Velbastað er gomul bóndabygd og av elstu bygdum í Føroyum. Í bønum niðanfyri bygdina við sjóvarmálan er mangt funnið, sum ivaleyst stavar frá miðøldini, og í Fossdali eru toftir funnar, sum helst stava frá víkingaøld.

Havi altíð havt alsk fyri Velbastað, sum stavar frá ungdómsárunum, tí eg nøkur summar hoyggjaði og koyrdi í súrhoyggjabrunn hjá Hans Peturi Brekkstein bónda. Seinastu nógvu árini eri eg  komin nógv vesturum, ja, mest sum hvørja viku. At ganga oman á støðna ella ganga ella koyra frá bygdini norður í Fossdal er balsam fyri sálina. Túrur, sum tekur hálvan tíma at ganga hvønn vegin.

Vegurinr frá landsvegnum oman í gomlu bygdina er smalir við ongari gongubreyt. Vegurin fer um húsini hjá Jan á Argjaboða og síðani norðeftir í Fossdag og til Syðradals. (Mynd Vagnur)

Náttúrumyndin er ongantíð hin sama, tí veður, vindur og árstíðin broytur sjógvin og náttúruna. Serliga er tað fríska luftin, ljósið og kvirran, sum dregur teg úr heiminum við Plantasjuna í Havn til Velbastaðar. Úr loftsvindeyga síggja vit vestur á Velbastaðháls, har mangan er ljósari enn í Havn, tí har vesturi fer jú sólin í kav. Dagurin eru um hálvan tímar ljósari enn í miðbýnum í Havn.

Plagi at seta bilin við barnagarðin á Velbastað og so halda leiðina omaneftir, har tú fyrst kemur til nýggjaru býlingarnar undir Borgarhálsi og við Gerðisbreyt, har vegirnir hava gongubreyt, sum gomlu bygdavegirnir ikki hava.

Longri niðri steðgar tú við húsini hjá Jan á Argjaboða og heldur til høgru, har vegurin gongur í Fossdal og víðari til Syðradals. Har merkir tú longu friðin og vakra útsýnið. Hest, Koltur, Skálhøvda, og tú sært Miðvág. Steðgar á eina løtu, tí tú sært kanska onkran bát ella skip fara gjøgnum Hestfjørð. Norðastu húsini í bygdini eru tey hjá Niels á Velbastað og Jóngerð Purkhús og húsini hjá Teiti Lassen og Ingilín Strøm.

Um hálvan tíma at ganga av Velbastað í Fossdal. Húsini til vinstru tey hjá Niels á Velbastað og Jóngerð Purhús, og húsini til høgru tey hjá Teiti Lassen og Ingilín Strøm. Húsini eru barnaheimið hjá Niels á Velbastað. (Mynd Vagnur)

Vegurin er smalur fyrsta teinin oman ímóti  Mígandalsá, har tey á sinni bygdu sær svimjihyl í ánni. Har á leiðini sært tú um várið eplaveltur, seyð við smálombum, og ikki minst, hvussu fjøllini skifta lit alt eftir árstíðini. Har er bonkur, har tú kanst steðga á og njóta útsýnið og kvirruna, sum tú ikki á sama hátt kanst í Havn, tí har hoyrist altíð onkur motorur frá virki ella skipum, og serliga, tá tú liggur í songini.

Meðan tú heldur leiðina í Fossdal, broytist útsýnið alla tíðina. Hissini bilar, traktorur og av og á stórur mjólkabilur ávegis til Syðradals eftir mjólk. Nógv fólk bæði á Velbastað og úr Havn dáma at væl at ganga har á leiðini. Summi eftir vegnum í Fossdal og onnur seta bilin við ánna og halda leiðina frá vegnum og niðaneftir fram við ánni.

Við Mígandalsá bygdu tey á sinni svimjihyl. Laðingin sæst í ánni. (Mynd Vagnur)

Tá tú nærkast Fossdali, er tað sum at koma í Himmalska landið. Fantastiskur djúpur vakur dalur vardur av vøkrum fjøllum og ikki minst at síggja Fossdalsgjógv og oman til sjóvarmálan, har brimið livir sítt egna vakra lív. Stóð herfyri eina løtu og hugsaði, hvussu ørt tað er at oyðileggja hetta vakra økið. Oyðileggja við bygningum, nógvum bilum og bussum og uttan iva mest útlendingar, sum koma at vála har á leiðini og í fjøllunum.

Velbastaður bara missir, um Koks fær loyvi at byggja við Fossdalsgjógv

Tá eg í vikuni var í Fossdali, kom mær til hugs, hvussu nógvir býráðslimir í undanfarnu – og nýggju býráðssamgonguni hava gingið túrin av Velbastað í Fossdal. Giti heilt fáir, tí ikki havi eg sæð meira kanska ein býráðslim har á leiðini. Málið um Fossdal og Fossdalsgjógv er ikki bara politiskt men eisini moralsk. Kirkjubøur og Velbastaður hava staðbundna fólkavalda nevnd við trimum limum. Ein úr Kirkjubø og tveir á Velbastað. Hetta er at kalla hoyringsnevnd, sum kunnast og hoyrast, tá mál um Kirkjubø og Velbastað eru til viðgerðar í býráðnum. Staðbundna nevndin hevur ongan avgerðarrætt, men bara kann viðmæla fyri ella ímóti. Áhugavert at frætta, hvat staðbundna nevndin sigur um Fossdal og byggisamtykt. Havi skilt, at staðbundna nevndin er ímóti, at nýggj serstøk byggisamtykt verður fyri Fossdalsgjógv.

Fossdalsgjógv nærmast og ikki minst brimið og vakri sjóvarmálin. (Mynd Vagnur)

Er tað veruliga so galið, at kapitalurin er so sterkur, at hann bara kann fara inn á skrivarborðið hjá borgarstjóranum á Vaglinum við ætlan um matstovuvirksemi og gisting, og so fara avstað við so vøkrum náttúruríkidømi í Fossdali. Hvat siga fólk á Velbastað um ætlanina? Tað mátti borið til at finnið hóskandi stað aðrastaðni til dømis í Marknagili, har nógv virksemi av slíkum slag er frammanundan.

Heðin Mortensen segði í skemtisending í Kringvarpinum, tá fýra borgarstjórar/høvdingar býttu Føroyar, at hann læt ikki frá sær Hest, Koltur og Nólsoy, tí hetta vóru náttúruperlurnar í kommununi. Vildi sagt Heðini og teimum í bæði núverandi og undanfarnu býráðssamgongu: – Er Fossdalur ikki eins dýrabar náttúruperla í kommununi? Náttúruperlur fækkast jú skjótt í Havn, tí bygd verður á hvørjum teigi, og tí eiga vit at hjúkla um og varðveita náttúruperluna í Fossdali.

Nú er vit komin í Fossdal, og løtan er altíð serlig líkamikið, hvussu veðrið er og árstíðin er. (Mynd Vagnur)

Vil heita á borgarstjóran í næstum um at skipa fyri útferð til Velbastaðar og bjóða bæði býráðslimum í gomlu – og nýggju samgonguni við á ferðina. Seta bussin ella bilarnar uppi við barnagarðin  góðveðursdag og spáka úr bygdini norður í Fossdal. Kanska kundi kønur ferðaleiðari verið við á ferðini, tá har er so nógv bæði nýtt og søguligt gamalt at siga býráðslimunum.

Fossdalur fyrst í januar mánað vardur av vøkrum fjøllum. (Mynd Vagnur)

Eri vísur í, at tá gerst tónin ein annar at broyta byggisamtykt í Fossdali. Velbastaður sum bygd vinnur ikki eina krónu men fær bara trupulleikar, um verkætlanin vinnur frama. Vildi sagt, at Tórshavnar kommuna skuldi heldur slóða fyri at betra um ymist í Havnardali, Velbastað og Kirkjubø. Har treingir til bæði at rudda og bøtu um vegirnar. Serliga seinasta strekkið frá Gomlurætt til Kirkubøar, har holini í vegnum eru mong, og so eisini vegurin frá Kirkjubøarvegnum oman í bygdina á Velbastað, sum er smalur, har bilar hava torført at møtast.

Sigi alt hetta, tí eg havi áhuga í økinum og komi nógv har. Vóni, at nýggja býráðssamgongan hugsar seg væl um, so vit ikki missa náttúruperluna í Fossdali. Seinasta hjartasuffið er á fáa beint burtur seinastu leivdirnar av sildaverksmiðjuni, hampa um økið við fyrrverandi vakstrarhúsið millum Velbastað og Kirkjubø, ja, so kundi økið við fjósið í Havnardali trongt til vinarliga hond. Alt sagt í bestu meining.  (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply