Úr myndasavninum – Hugleiðingar um mynd av fyrrverandi starvsfeløgum hjá Vilhelmi Nielsen.

Frá vinstru: John Vilhelm, Einar Michelsen, Niels Midjord, Elias Simonsen, Sámal Bláhamar, Pauli Jacobsen, Heðin Mortensen, Hans Simonsen, Bjarni Eliasen, Karlo Petersen, Karl Johan Hansen, Karl Wolles, Harald Haraldsen, Poula Johannesen, Tórhalla Bláhamar, Thorolf Bjørklund, Sverri Mortensen, Jóannis Nielsen, Martin Mouritsen, Herluf Müller, Vilhelm Nielsen, Vagnur Michelsen, Elisabeth Bjørklund og Hákun Poulsen. Eldra Mantabilin eigur Martin Mouritsen og eldra Kadet bilin eigur Eirik Lindenskov. (Myndaeigari: Sámal Bláhamar)

Tá eg hoyrdi í Kringvarpinum, at Sverri Mortensen av Argjum var farin 98 ára gamal, kom mær til hugs mynd frá 2013, tá fyrrverandi starvsfelagir hjá Vilhelmi Nielsen hittust í bygninginum í Jónas Bronsks gøtu, har vit í mong ár arbeiddu. Sámal Bláhamar tók stig til átakið, tí henda dagin 12. august 2013 vóru júst hálvhundrað ár liðin, síðani Sámal kom í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen. Sverri Mortensen, sum í 2013 var farin um tey níti árini, arbeiddi eisini lagt lív hjá Vilhelmi Nielsen, og Sverri er á myndini. Her nøkur orð um fyritøkuna Vilhelm Nielsen og Sverra Mortensen.

Danin Vilhelm Nielsen kom til Føroya í 1920 og byrjaði samstarv við Wenzel Petersen, sum hevði havt maskinhandil síðani 1917. Teir báðir gjørdust umboð fyri Ford bilar og fluttu inn fyrstu bilarnar til Føroya. Fyrsti Ford bilurin ein lastbilur kom til Føroya 6. mai 1922.

Í 1927 fingu teir eisini umboð fyri General Motors, men GM fyritøkan góðtók ikki, at sama fyritøka umboðaði bæði Ford og General Motors. Tí samdust teir um, at Vilhelm Nielsen kom at umboða General Motors, og tí fóru teir báðir hvør til sítt.

í 1934 fór Vilhelm Nielsen undir at byggja verkstað og handilshús í Jónas Broncksgøtu. (Mynd: Havnin – fólk og yrki)

Í 1934 bygdi Vilhelm Nielsen bygningin í Jónas Broncks gøtu. Tá undirritaði arbeiddi har árini 1967-1974 fyrst sum lærlingur og síðan sum sveinur, var fyritøkan stórt arbeiðspláss. Vit vóru eitt skifti tólv lærlingar og nógvir sveinar. Umframt at umvæla mest Opel persónbilar, umvældu vit eisini Bedford lastbilar og Vauxhall persónbilar. Hissini gravmaskinur seldi Vilhelm Nielsen og umboðaði eisini Atlas køluútgerð. So har var nógmikið at takast við..

Sverri Mortensen og tey vóru tólv sysktin.

Nógvir av starvsfeløgunum á myndini eru farnir foldum frá, og um dagarnar fór Sverri Mortensen av Argjum. Foreldrini hjá Sverra vóru Mortan av Argjum og Rakul, sum var úr Leynum. Sverri var næstyngstur av tólv systkjum níggju dreingir og tríggjar gentur.

Soleiðs sá út hjá Vilheilmi Nielsen, tá eg arbeiddi har frá 1967-1974. Í uppíbygningunum vóru mest lastbilar umvældir. (Mynd Bergur Jensen)

Sverri arbeiddi í nógv ár fyrst sum handverkari hjá Vilhelmi Nielsen, men í mini tíð á verkstaðnum, arbeiddi Sverri á eykalutagoymsluni. Fittur og fyrikomandi maður, sum plagdu at siga frá ymiskum, tá teir eisini arbeiddu umborð á skipum kring oyggjarnar.

Sverri búði í barnaheiminum á Argjum, sum tey rópa Uppi á Geil. Sverri og konan Thomina (1919-1993), sum var úr Nesinum í Vestmanna, áttu børnini Tummas Paula og Maritu, sum bæði eru farin. Nógv góð minni koma fram, tá tú sært felagsmyndina omanfyri. Nógv andlit eru ikki millum okkum longur. Fyritøkan hjá Vilhelmi Nielsen læt aftur í 1986. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply