Hann kom sær upp á hægstu tindar og varð syftur niður í lívsins djúpu lægdir.

Herman var ævintýrari, hann var evnaríkur og altíð á ferð. (Mynd Eivindur)
Herman var ævintýrari, hann var evnaríkur og altíð á ferð. (Mynd Eivindur)

Tórður Johannesarson bróðursonur Herman Jacobsen, sála, hevur skrivað áhugaverda og forvitnisliga ævisøgu um pápabeiggjan. Tað var við sorgblídni at lesa endan í bókini, har sagt verður, at Herman var vorðin beiskur um, at pláss var ikki longur fyri hansara talenti í Føroyum. Lívsáskoðan hansara og egna lívsmynd vóru skeiklaðar, tí valdi Herman at beina fyri sær 13. apríl 1988 bara 46 ára gamal. Bókin byrjar við lívsneista og gleði, har rithøvundurin fyrst meistarliga sigur frá familjuni hjá Hermanni.(Skrivað 18.august 2015)

Tá ið eg seínastu jól fekk bókina HERMAN – ævisøga í føðingardagsgávu, visti eg ikki rættiliga, um eg fór at lesa bókina, tí eg helt meg vita alt um Herman. Har var einki nýtt undir sólini, helt eg, men eg fór fullkomiliga skeivur. Ikki kendi eg Herman persónliga, men eg kendi væl ein av beiggjunum, sum eg gekk á Læraraskúla saman við í fimm ár, eg visti hvørji foreldrini hjá Hermani vóru, kendi konu hansara, sum hann giftist við í 1966, og sum á ungum árum arbeiddi saman við pápa mínum í Smæruni. Og beiggjan Hannus vist eg, hvør var. (Skrivað 14. august 2015)

Brøðurnir Herman, Hannus og Heri saman við foreldrunum Edmundi og Judith.
Brøðurnir Herman, Hannus og Heri saman við foreldrunum Edmundi og Judith.

Herman var fólksins ogn, hann undirhelt í V4 sendingum, var við í hoyrispølum í útvarpinum, spældi sjónleik, undirhelt í veitslum, gav út plátur og gav út myndablað. Herman var ævintýrari, hann var altíð á ferð.

Hann kom sær upp á hægstu tindar og varð syftur niður í lívsins djúpu lægdir, skrivar rithøvundurin so væl. Herman var sonur Edmund Jacobsen úr Fuglafirði og Judith Jacobsen, sum var fødd á Tvøroyri. Julius pápi Judith var sjómaður, og 9. januar 1932 broyttist alt í stóru familjuni hjá Judith og teimum, tí Julius varð yvirkoyrdur av einum bussi í Hull og doyði á staðnum, og mamman sat eftir á Tvøroyri við nýggju børnum. Judith var tá fjúrtan ára gomul. Judith fór eftir vanlukkuna eitt skifti til pápabeiggjan í Hvalba at búgva, men so gekk leiðin til Havnar, har hon kom at búgva hjá mammusystrini Masu og manninum Herlufi Arnason. Judith fekk sær útbúgvin sum bókbindari í Danmark.

Herluft Arnason og Masa, sum var mammusystur Herman.
Herluft Arnason og Masa, sum var mammusystur Herman.

Herman Jacobsen er føddur 19. januar 1942 í húsi í Sverrisgøtu, har Herluf Arnason hevði handil. Húsini vóru í trimum hæddum. Niðast var handilin, í miðhæddini búðu Judith og Edmund, sum eg minnist sum skipara á Tróndi, og syninirnir Herman, Hannus og Heri. Ovast búði Herluf og Masa, sum vóru barnleys. Herman er uppkallaður eftir Herlufi.

Tá ið eg við sorgblídni var liðugur at lesa ævisøguna um Herman, reikaðu tankarnir allar fyrst um andaligu viðurskiftini í uppvøkstrinum hjá Hermani. Harnæst hugsaði eg rúma tíð um, at eitt menniskja kann koma so langt út á eggina, at einasta loysnin er at beina fyri sær.

Herman og nærmasti vinmaðurin Svenn Brimheim undirhildu á mangari veitslu og samkomu.
Herman og nærmasti vinmaðurin Svenn Brimheim undirhildu á mangari veitslu og samkomu.

Masa og Herluf komu í Ebenzer, og Herman kom eisini í Ebenzer frá ungum árum og treivst væl. Men um fjúrtan fimtan ára aldur fór Herman spakuliga at loysa seg frá Ebenzer, tí Herman var ógvuliga fríur í síni hugsan, og óivað dámdi honum ikki alt tosið um synd og forboð. Kanska hevur tað andaliga tó fylt nógv hjá Hermani seinni í lívinum, her hugsi eg um skuldarkenslur og ringa samvitska, eftir hann í nógv ár livdi á verðsligu gøtunum.

Frá barnsbeini fylti tónleikurin ótrúliga nógv hjá Hermani og beiggjanum Hannusi, og tá brøðurnir vóru nóg gamlir spældu teir til dans, og neivan mundu fólkum í Ebenzer dáma hetta, ti dreingirnir vóru tá bara trettan og fimtan ára gamlir. Her skal sigast, at tá í tíðini var djúp gjógv millum Ebenzer og kirkjuna, tí á mínum ungu døgum gingu ungdómar í Ebenzer ikki í biograf, og fleiri íðkaðu heldur ikki ítrótt. Í dag er alt tíbetur meira hóvligt, at tú mest sum ikki merkir, hvørjar trúðarbólkar fólk hoyra til.

Her er Herman við í sjónleikinum At tæna tveimum harrum.
Her er Herman við í sjónleikinum At tæna tveimum harrum.

Tað, sum gongur aftur í bókini, er, at Herman støðast bara stutta tíð í hvørjum staði ella rættari sagt arbeiðsplássi. Herman tímdi ikki at ganga í skúla, hevði útlongsul og vildi eins og abbarnir til skips. Men hann slapp ikki at mynstra, tí okkurt varð galið við nýrunum. Herman arbeiddi tí eitt skifti hjá Brockie heilsølu til hann fór á premierskeið úti á VBV. Men skúlin var framvegis ikki nakað fyri Herman, tí longsluni til tónleikin var ov stórur, og útlongsluni var altíð har. Herman var altíð á ferð og vildi uppliva so nógv.

Herman var við at stovna Tónleikafelagið í 1960, og sum fráleið kom hann so spakuliga at gerast partur av Útvarpi Føroya, sum var stovnað í 1956. Sum áður sagt, so støðaðist Herman stutt í hvørjum staði. Hann arbeiddi eitt skifti í Sjóvinnubankanum, síðani á Skipafelagnum, men so fór Herman knappliga til Danmarkar at læra til laborant. Hann búði trý ár í Danmark, men hann fekk ikki útbúgvingina sum laborantur.

Nært samband var millum beiggjarnar Herman, Hera og Hannus.
Nært samband var millum beiggjarnar Herman, Hera og Hannus.

Síðan kemur Hermann aftur til Føroya, og tá kemur langt tíðarskeið, har Herman er á “toppinum” í samfelagnum. Hann spældi millum annað sjónleik og studentakabarettir, og hann arbeiðir á Landsskjalasavninum. Seinni byrja so V4 sendingarnar kring landið, har Herman er ein av stjørnunum. Hann gav eisini út myndabløð millum annað blaðið myndablaðið Eygað saman við Niels Juul og Jógvani Arge, tíl hann fór at geva út sítt egna myndablað Nú.

Sambært ævisøguni hevur Herman duga illa við tí fíggjarliga, og í 1982 brýtur hann úr nýggjum, og mynstrar hann við rækjuskipinum Sólborg. Herman var um hetta mundið ikki í sálarligari javnvág, tí Herman drakk illa, og brennvínið hevði fingið ov stórar fastatøkur í mannin, at tað gekk útyvir tað sálarliga. Herman var tríggjar túrar við Sólborg, og hann skal hava sagt, at hetta var av bestu tíðarskeiðum í lívinum. Tí eitt var, at hann mentist sálarliga, men hann slapp eisini undan rúsevnisbyrðuni. Herman gjørdist sum nýggjur maður sálarliga umborð á Sólborg.

Herman fekk nýggja lívsneysta, tá ið hann fór umborð á rækjutrolaran Sólborg.
Herman fekk nýggja lívsneysta, tá ið hann fór umborð á rækjutrolaran Sólborg.

Árini ganga og Herman gerst eldri. Í 1984 eru Jan Müller og Herman í Egyptalandi, og ferðin verður eftir heimkomuna víst í føroyska sjónvarpinum. Serliga eftir Egyptalandsferðina síggja vinmenn Hermans, at maðurin er hugtungur, og at hann er farin at drekka meira.

Men aftur eru boð eftir evnaríka Hermani, sum skal til Danmarkar at umboða Postverk Føroya í stóra tiltakinum Føroyar í Fokus. Herman fær eitt skifti nýggjan íblástur í lívinum. Hann byrjar at mála málningar, men tað sýnist tó, at hann við tíðini aftur tyngdist sálarliga, tí boð vórðu ikki eftir honum longur til sang og undirhald. Herman var leingi arbeiðsleysur, og hann fekk tí ikki at hanga saman fíggjarliga, og tað píndi.

Herman og Jan Müller vóru stórfingna ferð í Egyptalandi.
Herman og Jan Müller vóru stórfingna ferð í Egyptalandi.

Vinmenn royndu at hjálpa, og vinmaður fann honum eisini arbeiði, men lívsáskoðan og egna lívsmynd vóru skeiklaðar hjá Hermani. Hann var beiskur og var farin at tosa við beiggjan og vinmenn, at hann fór at beina fyri sær. Fólk hildu, at Herman segði hetta í spølni.

Við sorgblídni las eg seinastu síðurnar í bókini, og tankarnir leitaðu tá til nakrar setningar, sum sálarfrøðingur skrivaði um sjálvmorð í einum blað: Mangan eru tvær fatanir, hví fólk vilja beina fyri sær. Onnur fatanin er, at tey hava kensluna av at hava svikið onnur og ligið øðrum til byrðu. Hin fatanin er, at tey ikki kenna seg sum part av einum felagsskapi.

Mín fatan er, at báðar hesar fatanir passa væl til Herman, men eingin ivi er um, at Herman megnaði ikki at koma fyri sálarliga, tí rúsdrekka hevði fastatøkur í honum. Tað var ov óruddiligt í sál Hermans. Hann var illa fyri fíggjarliga, og so hevði hann uttan iva eisini hjartasorg av ymiskum slagi. Tí beindi hann fyri sær 13. apríl 1988.

Tað er djarvt av rithøvundanum at skriva um, hvussu Herman beindi fyri sær. Hetta hendi í einum bili.
Tað er djarvt av rithøvundanum at skriva um, hvussu Herman beindi fyri sær. Hetta hendi í einum bili.

Tað má vera harður kostur hjá Tórði at skriva ævisøguna um pápabeiggjan, tí Tórði og Herman vóru nær knýttir. Tórði hjálpti millum annað Hermani at geva út sangtilfar á fløgu. At beina fyri sær ella hava ætlanir at beina fyri sær er “tabuevni” millum mannað, tí er gott og djarvt av rithøvundanum at skriva um hendingina, tá Herman beindi fyri sær.

Ævisøgan um Herman er væl skrivað. Málið í bókini er frálíkt, men skal eg koma við lítlari negativari viðmerking, so kundi fleiri av myndunum verið størri, tí myndir hava í míni verð stóran týdning júst í slíkari bók. Frálíkt avrik av rithøvundanum Tórði Johannesarsyni. Til lukku við bókin Tórður. Rithøvundurin kann vera errin av ævisøguni um Herman Jacobsen. Eg ringdi til Tórð, sum eg ikki kenni, og bað um loyvi at brúka myndirnar í bókini. Fyri meg var samtalan við Tórð áhugaverd, hann segði mær millum annað, at tað tók tvey ár at skriva bókini.

Tá ið vit tosa um føroyskar bøkur, er talan um fagrar bókmentir og yrkisbókmentir. Fagrar bókmentir eru skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar. Tilfar, sum rithøvundar hava funnið uppá. Yrkisbókmentir eru ævisøgur, bygdasøgur og aðrar bøkur skrivaðar um ymist í samfelagnum. Eg fari av og á at ummæla føroyskar bøkur, sum eg havi lisið, ummæla tær á mín egna hátt. Tá ið eg lesi eina føroyska bók, hevur innihaldið sjálvandi størsta týdningin, men eisini hevur málburðurin mín stóra áhuga. Mær dámar væl at hyggja at serligum orðum, sum rithøvundurin nýtur, og harvið fáa hugskot til egnu skriving. Føroyska málið er ríkt, hvat orðum viðvíkur, men tað eru rithøvundar, sum duga betur enn aðrar at skriva, so teksturin er lættur at lesa. (Vagnur).

 

 

 

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply