Úr myndasavninum – Nøkur góð róðrarminni í Hvalbiartunlinum í 1963

Frálík mynd av sílagentum eftir ólavsøkuróðurin 1963. Aftast frá vinstru: Ruth Poulsen, Maiken Højsted, Margreta Eysturdal og Elsa Poulsen. Fremst frá vinstru: Ellen Lützen, Ingibjørg Samuelsen og Jutta Joensen. (Mynd Bambus)

Tá vit um dagarnar hoyrdu, at nýggi Hvalbiartunnilin er um at vera liðugur, og koyrandi er gjøgnum tunnilin fyrst í næsta ár, rann mær til hugs myndina omanfyri av sílagentum, sum í 1963 róðu á jóansøku. Havi ongantíð róð sjálvur men stýrdi sum trettan ára gamal Sílinum í 1963 eisini á jóansøku.

Hvalbiartunnilin var fyrsti tunnil í Føroyum, sum koyrast kundi ígjøgnum í 1963. Av tilvild kom eg á jóansøku 1963 at koyra gjøgnum Hvalbiartunnilin úr Hvalba til Tvøroyrar og havi ikki koyrt gjøgnum tunnilin síðani.

Trettan ára gamal gekk leiðin til Tvøroyar at stýra Sílinum á jóansøku. Dreingirnir umborð á Sílinum vóru nakað eldri enn tú, og genturnar ella rættari sagt kvinnurnar umborð á Sílinum nærkaðust tjúgu árunum og onkur farin um tey tjúgu árini. Tá var eingin barnaróður og einki aldursmark umborð á 5-mannaførunum við gentum/kvinnum. So aldursmunur kundi vera stórur.

Gamla neystið hjá Havnar Róðrarfelag rópt Hornaneystið. Sílið stóð onkuntíð í grannaneysti, men skúrur var bygdur upp í neystið vestureftir, so Sílið kundi standa har um summarið. (Mynd Vagnur)

Í 1963 fóru menn og vaksnir dreingir á stevnu ikki bara at rógva, men eisini at halda stevnu og ”ballast” saman við stevnufólkunum. Smyril fór av Havnini leygarmorgun, og rógvarar vóru ikki aftur í Havn fyrr enn sunnukvøld. Sílakvinnurnar ætlaðu sær ikki at halda jóansøku, og meg minnist, at Ruth Poulsen, sum sat á lærbekki á Sílinum segði hesi orð við meg eftir róðrarnar. – Vit fara til gongu til Hvalbiar, og eg haldi, at tú ert ov ungur at vera millum hasar meira vaksnu dreingirnar. Kom við okkum, og so var gjørt

Vit gingu uppum til Hvalbiar og hildu til í summarhúsi hjá Martini Holm og teimum. Aftur til Tvøroyrar sótu vit í lastbili, sum koyrdi gjøgnum myrka tronga tunnilin, sum tá ikki var latin upp alment. Guði viti, hvussu sílagenturnar fingu minniligu ferðina í lag gjøgnum tunnilin.

Vit dreingir sóu upp til sílagenturnar, sum vóru krútsterkar og róðu væl. Síggi í hagtølunum í bókini Drekanum, at sílagenturnar vunnu á ólavsøku, og hinir bátarnir vóru Skurin úr Gøtu, Fípan Fagra úr Klaksvík, Ternan av Toftum, Firvaldur av Tvøroyri og Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði.

Í 1963 helt Havnar Róðrarfelag til í gamla neystinum rópt Hornaneystið. Í neystinum var bara pláss fyri Havnarbátinum og Ørvi, tí stóð Sílið eitt skifti í grannaneysti, men meg minnist, tá skúrur var bygdur uppí neystið vestureystur, so Sílið kundi standa har um summarið. Munur á umstøðum hjá rógvarum í dag.

Hugaligt at hugleiða 57 ár aftur í tíðina, tá vit vóru á jóansøku í 1963 og koyrdu gjøgnum fyrsta tunnilin í Føroyum. Fyri meg er myndin serlig, tí mær dámdi so væl HR búnan frá hesi tíðini. Bæði menn og kvinnur í hvítari skjúrtu við uppbrotnum ermum og við HR merkinum í bringuni. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply