Úr myndasavninum – Nøkur minni um russiska ljósbýin eystan fyri Nólsoynna

Tukums 4436 var úr Liepaja í Litavia. Øll skipini vóru myrk á liti.

Tá eg um dagarnar fekk áhugaverdar myndir av russiskum sildabátum sendandi frá vinmanni úr Danmark, reikaðu tankarnar aftur í barnaárini. Við Landavegin høvdu vit úr stovuni frálíkt útsýnið eystur í hav, og vit høvdu góðan kikari standandi á vindeygakarminum, sum rakk langt út í havsbrúnna. Fiskimarkið var tá seks fjórðingar, og viðhvørt um kvøldarnar var hugaligt at síggja øll ljósini frá russisk sildabátunum. Sýntist sum bygd á sjónum. Nøkur minni um myrku sildabátarnar.

Sum unglingar vóru vit dagligir gestir á Vestaru bryggju og við hvørt á Eystaru bryggju. Fylgdu væl við fiskivinnuni og kendu nógv skip eisini tey útlendsku, sum av og á lógu við bryggju. Nógvir bretskir trolarar fiskaðu við Føroyar og lógu mangan á Havnini, og føroyskir fiskimenn sigldu eisini við týskum trolarum. Síggi fyri Jógvan á Dul (1912-1989) vesturtýska konsulin fara við mappu umborð á týsku trolararnar. Týsku trolararnir vóru størru og betur hilnir enn teir bretsku.

Veit ikki um Raduga úr Kalingrad fiskaði við Føroyar, men júst hetta slag av sildaskipum vóru mangan at síggja á Havnarvág.

Mangan lá  russiskt vatntangaskip á Havnini eftir vatni. Hetta var skip, sum sigldi millum nógvu sildabátarnar við vatni, tí teir vóru langt heiman og eisini mangan langt úr landi. Síggi, at russar bygdu um hetta mundið 800 sildabátar, sum mest sum allir  vóru eins.. Nakrir sildabátar lógu onkuntíð á Havnini, og forkunnugt at var síggja hesar bátar, sum vóru myrkir á liti. Sýntist eisini forvitnisligt og eitt sindur dult fyri okkum ungu, tí undir kalda krígnum vóru russar kanska ikki so høgt í metum í Føroyum.

Stór móðurskip vóru knýtt at stóra russiska sildaflotanum, har umskipað var á opnum havi. Skipið er úr Murmansk.

Sum smádrongur kom eg mangan til Kollafjarðar, har ein mammubeiggi búði. Har sást tú eisini russiskar sildabátar við bryggju á Langasandi. Mammubeiggi og eitt systkinabarn áttu saltfiskahús og keyptu eisini sild frá føroyskum skipum at salta í tunnur. Um teir eisini keyptu sild frá russum, veit eg ikki. Í Kollafirði var á sinni sildaverksmiðja, men eg kann ikki minnast, um hon var virkin seinast í 1950- árini og fyrst í 1960, tá vit mangan vitjaðu í Kollafirði.

Hesi vatntangaskip lógu mangan við bryggju í Havn. Skipið eitur Grosneft.

Í 1964 var føroyska fiskimarkið flutt frá seks út á tólv fjórðingar, og tá sást ikki longur russiski sildabýurin úti í havsbrúnni, men russiskir sildabátar og vatntangaskip komu framvegis nakrir á Havnina. Hákun Djurhuus var løgmaður føroyinga, tá fiskimarkið var flutt frá seks út á tólv fjórðingar, og Atli P.Dam var løgmaður føroyinga, tá fiskimarkið í 1977 var flutt út á tveyhundrað fjórðingar, og fiskimarkið var jú eisini stutt skifti úti á hálvtrýss fjórðingum. Og vit minnast, hvussu óðir serliga skotskir fiskmenn vóru, tí føroyski landgrunnurin var besta heimabeiti hjá skotskum trolarum.

Vit skriva nú 2020, og samstarvið við russar er gott. Føroyskir trolarar fiska í russiskum sjógvi, og russisk uppsjóvarskip fiska í føroyskum sjógvi. Eingir myrkir russiskir smærri sildabátar at síggja, men russisk skip koma hvørja viku í føroyskar havnir og firðir. (Vagnur)

Russiskur vatntangabátur við Molan í 1961. ( Myndasavn: Christian Holm Jacobsen)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply