Húsini hægst yvir sjóvarmálanum standa á Norðasta Horni

Á Norðasta Horni Granagøta 34 eru húsini, sum standa hægst yvir sjóvarmálanum. 165 metrar. (Mynd Vagnur)
Á Norðasta Horni Granagøta 34 eru húsini, sum standa hægst yvir sjóvarmálanum. 165 metrar. (Mynd Vagnur)

Mangan havi eg hoyrt, at fyrrverandi starvsfelagin Hjalti Samuelsen eigur húsini, sum í Føroyum standa hægst yvir sjóvarmálanum. Vit eru stødd úti á Norðasta Horni í Havn. Fyrst í 1980-árunum var nógv kjak, um tað nú var rætt at byggja 110 sethús á Norðasta Horni. Serliga stríddist býráðslimur Eliesar Arge, sáli, nógv fyri hesi ætlan. Í einum føðingardegi komu vit at kjakast um hetta, og skjótur var ein á telefonina og fann hagtølini á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni. Har var mangt áhugavert at lesa um júst tað sama.

Millum annað vísti heimasíðan á húsini Granagøta 34 úti á Norðasta Horni, sum var sethúsið í Føroyum, sum stóðu hægst yvir sjóvarmálanum. 165 metrar. Víst var eisini á annað sethús Reyðagøta 6 eisini á Norðasta Horni, sum eitt av húsunum, sum stóð hægst yvir sjóvarmálanum. Sagt er, at tað velst alt um, hvar í húsinum tú mátar. Uttan iva máta tey frá gólvflatuni í niðastu hædd og fara ikki upp á takið..

Hetta eru sethúsini á Norðasta Horni, sum standa hægst yvir sjóvarmálanum. 165 metrar.  (Mynd Vagnur)
Hetta eru sethúsini á Norðasta Horni, sum standa hægst yvir sjóvarmálanum. 165 metrar.  (Mynd Vagnur)

Stendur tú á Hamaranum á Argjum og hyggur út á Norðast Horn ella stendur ovast uppi í Hoyvík og hyggur sama veg, so kann ikki tykjast, sum umtalaða húsið á Norðast Horni er húsið, sum stendur hægst yvir sjóvarmálanum. Men so er. Niðan fyri sæst talvan, hvar hægstu sethúsini standa yvir sjóvarmálanum. Bóndagarðurin á Vatnaskørum í Hoyvik er nummar tvey, Hotel Føroyar nummar trý, men so koma Meðalsbrekka í Vestmanna og Kambsdalur. Ògvuliga áhugavert. Niðast sæst Mjørkadalur sum stendur 260 metrar yvir sjóvarmálanum. Men bygningurin verður ikki roknaður sum eitt heilárs sethús.(Vagnur)

Hædd yvir sjóvarmálan
Norðasta Horn 165 m
Bóndagarðurin á Vatnaskørðum í Hoyvík 159 m
Hotel Føroyar 150 m
Miðalsbrekka í Vestmanna 135 m
Kambsdalur 135 m
Undir Borgarhálsi á Velbastað 120 m
Á ytru Fløtum í Norðradali 120 m
Við Garð á Viðareiði 105 m
Á Hamri á Argjum 105 m
Sethúsini á Stóru Dímun 100 m
Støðin í Mjørkadali (hetta er

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply