
Fert tú fyrst at grópa í føroyska kappróðrarsøgu, so kemur nógv áhugavert undan kavi. Á Fornminnissavninum í Hoyvík standa fleiri gamlir bátar, sum eisini vóru brúktir til kappróður. Og í Rituvík standa eisini fleiri bátar, sum vóru brúktir til kappróður og sjálvandi eisini til fiskiskap. Tá vóru ikki smíðaðir serligir kappróðrarbátar. Vit skulu heilt aftur til 1870-árini, tá fyrsti skipaður kappróður fór fram á Trongisvágsfirði. Ì Dimmalætting 1887 stendur at lesa, at nú fóru tey eisini at rógva kapp á ólavsøku.
Løgið at hugsa sær, at tá varð róð inn á Eysturuvág, og bátarnir startaðu inni á sandinum og málið var úti við Tinganes. Tá var Havnin brimpláss, tí fyrsti Molin var ikki bygdur fyrr enn miðskeiðis í 1920-árunum. Á Fornminnissavninum stendur væl kendi seksæringurin Gøtu Tróndur. Niels Juul Arge skrivar í bókinum “Drekin”, at í 1925 var nú blivið so trongt á ólavsøku, at nú mátti rógvast ólavsøkuaftan. Áður varð róð ólavsøkudag.

Á ólavsøku 1925 komu tveir seksæringar til Havnar at rógva kapp á ólavsøku. Gøtu Tróndur úr Norðragøtu og Drekin úr Klaksvík. Veðrið var av tí besta henda dadain, og blaðið Tingakrossur skrivar, at ongantíð áður hava fleiri fólk verið á ólavsøku og sæð kappróðurin. Gøtu Tróndur vann á Drekanum.

Andrea Árting má hava verið serligt eldsál, tá talan er um kappróður, tí hon gongur aftur nógvastaðni í kappróðrarsøguni í Havn. Andrea var eisni frammalaga í politikki og fagfelagsarbeiði. Ì 1918 helt Andrea, at nú mátti fáast í lag kappróður fyri kvinnur, og 1918 eydnaðist at manna fýra 4-mannafør við kvinnum. Fýra manningar úr Havn og ein úr Nólsoy. Trupulleikin var at útvega egnaðar bátar, sum skuldu rógva á ólavsøku.
Eg síggi einastaðni, at í 1927 var róð av Gulanum og inn í Vágsbotn. Hetta árið rógva seks 10-mannafør. Vestmenningur, Ormurin Langi úr Koltri, Alfrida úr Hesti, Politisturin úr Havn, Havnarbáturin og Bardan. Mest áhugaverda er, at teinurin fyri menn var 2250 metrar og 1200 metrar fyri kvinnur. Tá róðu 6-mannafør við monnum og 8-mannafør eisini 2250 metrar. Hesar bátarstøddir brúktu millum fimtan og sekstan minuttir um teinin. Hetta er løgið at hugsað sær, tí í 2015 rógva bátarnir á ólavsøku 901,25 metrar. Hvat høvdu tey “gomlu” sagt um henda stutta teinin. Uttan iva lítið um. (Vagnur)