Úr myndasavninum – Tá vit reinsaðu og pressaðu okkum buksurnar í Ruba

Í 1950 stovnaðu tey fyrirøkuna Ruba i Magnus Heinasonargøtu. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tú komst at kenna tey í Ruba, tí Helma Michelsen ein av teimum í Ruba, var gumma mín og gift Aage Dahl Michelsen pápabeiggja. Serlig søga er knýtt at reinsarínum, tí tað var sonurin í húsunum Marius Rubeksen, sum hevði hugskotið um reinsarí við sær úr Danmark eftir kríggi. Marius var í Danmark í lestrarørindum undir krígnum, og nærmasti vinmaður hansara var Otto Jacobsen, sum var skotin av týskara sama dag, kríggið endaði í Danmark. Otta var sonur Hans Jacob í Smæruni.

Í Danmark búðu Marius og Otto í slagi av næmingaheimi, har nógv ung vóru knýtt at donsku mótstøðurøðsluni. Marius og Otto tosaðu mangan um, at tá teir komu aftur til Føroya, skuldu teir byrjað onkra fyrirøku, sum vantaði í Føroyum. Marius arbeiddi/lærdu innan postverkið í Danmark, og hann gjørdist  seinni deildarleiðari í postverkinum í Føroyum. Otto, sum var lærdur pylsumakari, skuldi taka yvir Smæruna eftir pápanum.

Tey fimm systkini hjá Óla og Elsu vóru frá byrjan meira og minni knýtt at reinsarínum. Aftast frá vinstru Marius, Olga og Eli. Fremst frá vinstru Helma og Maria.

Tað var Marius, sum í 1950 tók stig til tess at stovnað reinsarí í Magnus Heinasonargøtu, har barnaheimið var, og foreldrini Óli og Elsa búðu. Reinsaríið var í niðastu hædd, og øll í familjuni tóku hond í, tí har var frá byrjan nógv at gera. Í 1950 – árunum vóru tíðirnar ringar í Føroyum eisini í Havn. Og fólk áttu ikki vaskimaskinu og annars hentleikar, sum tey gera í dag. Hjá okkum við Landavegin í 1950-árunum áttu vit ikki vaskimaskinu, høvdu ikki oljufýr og einans bukku. Minnist tó kókigrýtu og gulu gasfløskuna í kjallaranum, har síðani klæðini vóru skolað í tveimum stórum baljum og síðani út á snór.

Starvsfólk í Ruba í 1950-árunum. Fremst frá vinstru Andrea, Julianna og Selma, sum allar vóru av Strondum. Aftast frá vinstru Maria, Olga og danin Ingvardsen, sum var komin í Føroyum at læra tey at brúka amboðini.

Nærmasti granni hjá Ruba var Petur Háberg og tey, og Óli og Elsa fingu loyvi at byggja bygning í mark, sum meg minnist móttøkan var. Har læt tú inn klæði, og har hingu eisini nógv klæði reinsað og prssað á akslatrøum klár at heinta. Tá tú lætst inn klæði fekst tú seðil við nummarið, sum tú skuldi hava vit tær, tá tú komst aftur eftir klæðunum. Nógv klæði komu eisini av bygd, sum skuldu reinsast og pressast, pakkast og sendast við postbátinum til eigaran.

Óli (1889-1965) pápin í húsinum var maskinmaður, og tað var hann sum stóð fyri rúgvusmiklu tólunum. Har var stóru ketil í úthúsi vestur eftir, ymsir vatntangar og stór rør. Tey skuldu eisini hava nógv heitt vatn og damp í arbeiðinum. Seinni vóru hesi tól burturbeind, og tey útvegaða sær nýggj tíðarhóskað tól, sum fylti minni og betri at havast við. Tá Óli doyði í 1965, tók konan Elsa (1889-1982) við fyrirøkuni. Í 1985 skifti Ruba eigara, og var fyritøkan ikki longur í hondunum hjá Rubeksen familjuni.

Nógv klæði komu av bygt til reinsingar, og so skuldi pakkast og sendast eigurunum. Ruth kona Marius arbeiddi eisini í Ruba.

Kann nevna, at tá Helma gumma var eld og viknað, plagdi hon at siga, at hon vónaði ikki, at hon bleiv eins gomul og mamman. Elsa bleiv 93 ár og Helma 94 ára gamlar.

Óli og Elsa áttu fimm børn. Helma (1913-2008), Maria (1915-2009), Olga (1917-2006), Marius (1921-2001) og Eli (1923-1993). Marius kenna vit sum deildarleiðara í Postverk Føroya, og Eli sum meiarist fyrst í Tórsgøtu, og síðani fekk hann sær egið margarinvirki í Torfinnsgøtu. Veit, at Helma eitt skifti arbeiddi hjá Valdemari Lützen, meg minnist hana bara sum heimagangandi húsmóðir.

Olga pressar klæði í Ruba.

Sum sagt var Helma gumma mín, og hon plagdi at flenna at serligari hending í Havnar Kirkju, tá tú vart doyptur. Helma bar meg til dópin, og Jákup Joensen prestur skuldi doypa. –  Hvussu skal barnið eita, spyr Jákup, og Helma svarar. – Hann skal eita Vagnur Dahl Christiansen. Helma stúrsaði við, men tordi einki at siga, tí tað skuldi ikki vera Christiansen men Michelsen. Tá reisti Maria Mikkelsen abbasystir seg úr stóli og mótmælti eftirnavninum. Navnið var broytt munnliga til Michelsen frá altarinum, tí tú doypir ikki barn tvær ferðir. Eldri myndirnar hevur tú fingið frá Effie Campell, sum er dóttir Mariu í Ruba. (Vagnur)

Nógv tá framkomnu reinsutólini komu úr Danmark. Minnist luktin av dampi og sápu, tá tú skuldi lata inn klæði til reinsingar.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply