87 ár eru liðin, síðani standmyndin av Rasmus Christopher Effersøe varð avdúkað

Standmyndin varð avdúkað ólavsøkudag í 1933. (Mynd Vagnur)
Standmyndin varð avdúkað ólavsøkudag í 1933. (Mynd Vagnur)

Á Vaglinum í Havn stendur vøkur standmynd av Rasmus C. Effersøe. Spyrt  tú fólk, hví standmyndin stendur júst har, og nær standmyndin varð avdúkað, so vita fólk ikki rættliga. – Standmyndin hevur alla mína tíð staðið á Vaglinum, og mynd av Rasmusi hongur eisini í Sjónleikarhúsinum, og hann hevur yrkt nógvar vakrar fosturlandssangir, siga fólk, men annars vita tey lítið um mannin og standmyndina. Eg havi hugt eitt sindur at upprunanum til standmyndina. 

Í 1933 ólavsøkudag tá ið tingið varð sett, varð standmynd av Rasmus Christopher Effesøe avdúkað. Tað var danska listakvinnan Anne Marie Carl-Nielsen, sum gjørdi bronsuhøvdið av Rasmusi. Ole Arge “Ole smið” gjørdi fótin.

Nógv kann skrivast um lívssøguna hjá Rasmusi, men eingin ivi eru um, at standmyndin er sett upp á Vaglinum í 1933 sum tøkk til Rasmus fyri tað stóra arbeiðið hann gjørdi fyri føroyskan sjónleik og allar teir vøkru fosturlandssangirnar, hann yrkti í eini tíð, tá ið føroyska málið ikki enn rættliga hevði fótafesti í føroyska samfelagnum.

Upprunaliga er ættin hjá Rasmusi íslendsk, og ættarnavnið skal setast í samband við íslendsku oynna Effersey. Abbi Rasmus, Jón Guðmundsson Effesøe. búsettist í Føroyum, og ein sonur hansara Gudmundur Effersøe gjørdist 1851 síslumaður á Tvøroyri, og á Tvøroyri bleiv Rasmus Chistopher Effesøe borin í heim í 1857.

Tíggju ára gamal fer Rasmus til Havnar at ganga í realskúla og tók prógv í 1872. Hann fór síðani til Danmarkar og Skotlands at læra seg jarðarbrúk og seyðabrúk, og hann tók endaligt prógv í Keypmannahavn í 1879. Rasmus gjørdist landbúnaðarráðgevi, hann tók stig at stovna búnaðarfelagsskapir, var blaðstjóri á fleiri bløðum millum annað Dimmalætting, var politikari eitt skifti, og Rasmus var virkin í Føringafelagsarbeiði, meðan hann  var í Danmark.

Sjónleikur og fosturlandssangir 

Longu sum ungur steig Rasmus fram sum meistarligur yrkjari í Keypmannahavn. Vit kenna sangirnar “Heimið” Føroyingar, sum her nú koma saman, “Vesturætt” Úr øllum ættum koma vindar,  “Fornsøgur” Eg minnist í gomlum søgum og “Barndómsminni” So vakrar moyggjar. Hesar “perlur” yrkti Rasmus í árunum 1877 til 1879. Rasmus var um hetta mundið lívglaður, kátur, og fosturlandstokkin lýsir úr hvørjum ørindi í yrkingunum.

Føringafelagsmenn kendi tað sum eina avbjóðing at føra føroyskar sjónleikir á pall í Føroyum, tí áður spældu fólk danskar leikir ella útlendskar leikir, sum vóru týddir til danskt. Og hin ítasti at fáa broytt hetta var Rasmus C. Efferøe, sum bæði var frálíkur leikari og sjónleikahøvundur. Longu í 1889 vóru tveir føroyskir leikir framførdir í Havn.

Sum sjónleikahøvundur var R.C. Effesøe nýskaparin fram um allar aðrar, og ei undur í , at hann eigur heiðurspláss oman fyri pallin í Sjónleikarhúsinum í Havn. Ólavsøkudag í ár eru 80 ár liðini, síðani standmyndin av Rasmus Christopher Effersøe varð avdúkað á Vaglinum.

Einaferð var tosað um at flyta standmyndina av Rasmusi á annað stað á Vaglinum. Hetta má ikki henda, tí standmyndin hevur altíð staðið júst har, og har skal hon altíð standa. Rasmus var føddur á Tvøroyri í 1857 og andaðist í 1916. Seinastu árini var hann sjúkligur maður, og hann gjørdist bara 59 ára gamal. (Vagnur)

Rasmus hevur verið vitni til nógv á Vaglinum hesi 80 árini. (Mynd Vagnur)
Rasmus hevur verið vitni til nógv á Vaglinum hesi 80 árini. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply