Úr myndasavninum – Hart sum ungur í 1966 at arbeiða í Grótbrotinum

Nógvar er minniligu løturnar frá tíðini í grótbrotinum.

Tá ið eg á Facebook sá áhugaverda mynd av Grótbrotinum við Oyggjarvegin, leitaðu tankarnar til tíðina, tá ið eg arbeiddi í grótbrotinum. Á jólum í 1966 segði eg við pápa mín, at nú tímdi eg ikki at ganga í skúla longur. Eg gekk tá í 2. real í Hoydølum, men skúlin segði mær tá slett einki. “Skalt úr skúlanum, skalt beinanvegin finna tær arbeiði”, segði pápi mín. Eg kendi Echardt Persson, sum arbeiddu í Grótbrotinum, og tað var hann, sum útvegaði mær arbeiði.

Grótbrotið var tá eitt slag av eini fabrikk, tí fyrst var longst uppi minni grótbrot, har borivognur stóð ovast, sum boraði djúp hol, og síðani var skotið, tá ið nóg nógv hol vórðu borað. Eyðálvur Milná ansaði borivogninum. Grótið varð koyrt í ovara knúsaran, har tveir eldri menn Edvard Gjóvará og Johannes Johannessen tóku ímóti gróti frá stórum gravmaksinum, sum Hjørleif á Kamarinum og Hassi Justinussen koyrdu. Johannes Johannessen var pápi at Eyðuni Johannessen sjónleikara. Eitt av mínum arbeiðum var at hjálpa manninum, sum ansaði borivogninum, og so boraðu eg eisini eitt ella fleiri hol í steinarnar, sum vóru ov stórir at koyra í knúsaran.

Lítið sæst i dag til grótbrotið, tí har eru stórir bygningar, og nógv tilfar er tyrvt í brotunum. (Mynd Vagnur)

Tað var serlig spennandi løta, tá ið vit sprongdu steinarnar inni í brotinum. Dynamitt við perlu vóru fyrst koyrt í holini, og síðani fingu vit nakrir serligt fjús, sum skorið varð í, so fjúsflamman fór út ígjøgnum hol fjúsinum, sum skuldi brúkast at  tendra fjúsini í steinunum við. Síðan runnu vit allir millum steinarnar og tendraðu fjúsini, og so at renna úr brotinum. Roknað varð út, hvussu langa tíð vit kundu vera inni í brotinum og tendrað í fjúsini, áðrenn fyrsta skotið brast. Hesa skipan hevði arbeiðseftirlitið ikki góðtikið í dag.

Stóri knúsarin knústi grótið soleiðis, at tey bleiv til sligið grót, sum vit rópa tað. Síðani koyrdi minni maskina sligna grótið í minni knúsara, sum knústi grótið til ymsar støddir av skervi. Niðanfyri stóð alsfaltblandarin, sum blandaði asfalt bara til vegirnar í Tórhavn. Benny Carlsson arbeiddi við minna knúsaran, og Echardt Persson arbeiddi við asfaltblandaran. Longri niðri var maskinverkstaður og kaffistovan.

At arbeiða sum ungur í Grótbrotinum var hart arbeiði, tí alt var tungt kropsligt arbeiði, og vit arbeiddu frá átta á morgni til sjey á kvøldi. Eg minnist, at eg mangan sovnaði í baðikarinum, tá alt støvið um kvøldið skuldi vaskast av kroppinum. Vit forvunnu nógvan pening, tí arbeiðstímarnir vóru nógvir, fleiri vóru yvirtímarnir, og tá var skatturin ikki so stórur. Hvønn fríggjadag kom arbeiðsformaðurin John Justinussen við lønarbjálvanum, tí tá í tiðini fingu vit lønini kontant einaferð um vikuna.

Tíðin í Grótbrotinum í 60-árunum minnist eg við gleði, tó minnist eg ilt aftur á, tá ið vit yngstu skuldu niður í myrkt hol úndir minna knúsaran at grava støv upp úr holinum, sum var komið frá bondunum, sum fluttu skervin á knúsaranum. Hetta var so mikið hart arbeiði, at vit vóru tríggir ungir, sum skiftust til tess at fáa holið tómt. Stuttligar vóru løturnar í kaffistovuni, har teir eldu menninir royndu at spæla stuttligir og “prika” okkum yngru við ymiskum.

Eftir fimtan mánaðir í Grótbrotinum gekk leiðin til bilverkstaðin hjá Vilhelm Nielsen at læra til bilmekanikara. Eingin ivi er um, at barlastin úr Grótbrotinum kom væl á verkstaðnum. Brandstøðin og maskinverkstaðurin hjá Tórshavnar kommunu heldur nú til í Grótbrotinum. Arbeiðseftirlitið hevði í dag slett ikki góðtikið eitt grótbrot so nær vanligum húsum, tí nógv grótdust kom frá serliga niðara knúsaranum og asfaltblandaranum. Í Grótbrotinum og hjá Vilhelmi Nielsen bendi slett einki á, at eg seinni bleiv skúlalærari. Mangt broytist á lívleiðini. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply