Býarmyndin, tónleikarin og savnarin Birgar Johannessen farin

Birgar Johannessen í 2014 við arbeiðsborðið í heiminum á Norðasta Horni. (Mynd Vagnur)

Hósdagin 19. november andaðist Birgar Johannessen 74 ára gamal. Vit kunnu vera takksom fyri alt tað, Birgar hevur útint, tí Birgar var góður við Havnina. Dýrabarur skattur liggur eftir hann við bókum og alt tað, hann savnaði av eldri lutum, sum hava tilknýti til býin, hann var føddur og uppvaksin í. Birgarsa stóri dreymur var væl skipað býarsavn í Havn.

Á lívsleiðini hevur Birgar eisini upplivað daprar og tungar stundir, m.a. tá hann 4. september 2014 misti Elsu, konuna, vinin og sálarhirðan, sum hann málbar seg. Birgar misti tá part av lívsgleðini og stríðsandanum, tí Elsa var eisini viðpælari í útgávum av bókum og savnan av lutum til býarsavn. Birgari sýntist torført at fóta sær uttan Elsu við sína lið. Hetta segði Birgar mangan.

Poppminni 1967. Cream Crackers í Sjónleikarhúsinum. Frá vinstru Sigurd Bech, Jógvan Telling Joensen, Torkil Juul Thomsen og Birgar

Birgar hjá Fritleifi, sum hann var róptur, var føddur beint eftir kríggið 16. juni í 1946 í húsum hjá H.N. Jacobsen í Gongini. Í 1949 fluttu foreldrini yvir í Lon, sum vóru samanbygd hús, sum kommunan læt byggja. Tá fluttu trettan familjur yvir í Lon, har Leivur beiggi Birgar framvegis býr. Tað vóru tá millum tretivu og fjøruti børn, sum samstundis fingu nýggjan bústað.

Foreldur Birgar vóru Fritleif úr Havn og Jacobina, rópt Bina, sum var av Signabø. Birgar og tey vóru sjey systkin: Petur, Leivur, Karl, Brynhild, Iris, Emmely og Birgar. Nú er bara Leivur eftir á lívi. Vit, sum búðu við Landavegin, komu ikki nógv í eysturbýin. Tó sita minnini frá krígnum í hugaheiminum, og tú sært fyri tær nógvu barakkirnar har á leiðini, eins og barakkir eisini vóru á okkara heimabeiti við Ellisheimið.

The Enjoyers í 1961. Frá vinstru Birgar, Djóni, Hans Christian og Steingrím. (Mynd: Havnin – fólk og yrki)

Minnist, at seinast í 1950-árunum vóru mong kríggj millum býarpartar í Havn uttan iva íspunnin av krígnum. Dreingir høvdu svør skjøldrar, gummipískar og langar bambusstengur at sláa við. Tíbetur fánaðu hesi kríggj burtur við tiðini.

Birgar spældi bassguitar, rútmuguitar og sang. (Mynd Vagnur)

Birgar var trý ár eldri enn undirritaði, tí gingu vit ikki somu leiðir, men meg minnist, tá Birgar og teir í Cream Crackers í 1967 vóru við í Poppminnum i Sjónleikarhúsinum. Á pallinum spældi Birgar rútmuguitar, Jógvan Telling sologuitar, Sigurd Beck bassguitar og við trummurnar sat Torkil Juul Thomsen. Eftir hesa tónleikastórhending gjørdust Birgar og teir okkara tónleikastjørnur.

Minnist eisini, tá nakrir ungir dreingir í 1961 stovnaðu bólkin The Enjoyers. Hans Christian Clementsen, Djóni Andreasen og Steingrím Abrahamsen búðu við Kinabrekkuna í vesturbýnum, og teir fingu guitarundirvísing frá Eyðbirni á Kamarinum.

Hesir tríggir byrjaðu so smátt at stápla tónleikabólk á beinini, sjálvt um teir einans vóru tólv trettan ára gamlir. Birgar arbeiddi tá sum býdrongur hjá fyritøkuni Charles Mouritsen úti í Tinganesi, og tá Djóni var býdrongur hjá Gjaldstovuni, sum tá eisini var í Tínganesi, komu Birgar og Djóni mangan at práta um tónleik. Soleiðis gjørdist Birgar limur í bólkinum, sum teir góvu navnið The Enjoyers. Annars kom Birgar nógv í vesturbýin, tí abbi hansara Petur í Mattalág og húski búðu við Kinabrekkuna.

15 . juli 1987 skiftir Birgar kós á lívsleiðini

Eftir góðu árini í Sjónleikarhúsinum í 1960- og 1970-árunum misti tú Birgar úr eygsjón, tí teir í Cream Crackers og The Enjoyers vóru givnir at spæla tónleik. Hitti ikki Birgar aftur fyrr enn í 1988, tá vit í Neistanum skipaðu fyri Aftur í 60-árini, har vit í tjúgu fylgjandi ár fingu tónleikabólkar frá 1960-árunum aftur á pall. Eisini  Cream Crackers og The Enjoyers, sum fleiri ár vóru á palli í høllini á Hálsi.

Spell, at Birgar ikki upplivdi, at Havnin fekk býarsavn. Mynd úr savninum hjá Birgari. (Mynd Vagnur)

Sum frá leið komu Birgar og tú at kennast heilt væl, og hugtikin gjørdist tú av Birgari, tá vit nógvu vitjaðu forvitnisligu myndasýningar hansara í SMS. Har sóu vit veruligu evnini hjá Birgari. Í samrøðu við Birgar nakað seinni spurdi tú Birgar, hví hann gjørdist so bitin av at savna eldri myndir og lutir. Birgar svaraði mær júst soleiðis:.

– Eg var nakað váttligur á ungum árum, men 15. juli 1987 gjørdi eg knappliga av, at nú var “slutt” við rúsdrekka, men okkurt mátti eg fylla tíðina við, sum eg hevði sitið við fløskuni. Eg keypti mær ein Chevrolet-caprice fyri 348.000 krónur, har eg lænti størsta partin av pengunum, keypti sjónvarp og sjónvarpsupptakara. Okkurt mátti henda, nú eg var givin at drekka, segði Birgar. Tú merkti, at skuldarkensla fyri familjuni hesi ”vátu” árini tyngdi Birgar.

Mynd tikin í savninum hjá Birgari. Myndin sigur frá parti av rúsdrekkasøgu føroyinga. Birgar tosaði opið um rúsdrekka og rúsdrekkatrupulleikar. (Mynd Vagnur)

Tá Birgar um hetta mundið vaknaði úr dvala, komu nógvu evni hansara undan kavi, sum ikki komu til kennar í barnaskúlanum, tí hann tímdi ikki at ganga í skúla. Seinni gekk betur, og hann nam sær kunnleika í roknskapi, og arbeiddi síðan sum roknskaparmaður hjá Smyril Line í nógv ár. Minnist, hann koyrdi eitt skifti hýruvogn í Auto, og tá hann gavst í Smyril Line gjørdi hann roknskapir fyri smáar fyritøkur og fólk.

Birgar framleiddi í nógv ár hugtakandi tónleikasendingar í Útvarpinum, har hann serliga legði seg eftir popptónleiki frá 1960-árunum. Tú visti, at Birgar og konan Elsa stríddust at fyrireika og geva út tvær myndabøkur við teksti úr Havn, sum gjørdust ein fongur fyri okkum, sum eru uppvaksin í Havn.

Myndina tókst tú í 1988 í sambandi við Aftur í 60-árini. Frá vinstru Birgar Johannessen, Hans Christian Clementsen, Sigurd Bech, Djóni Andreasen og Herálvur Andreasen. Herálvur var onkuntíð sangari í Cream Crackers. (Mynd Vagnur)

Bøkurnar Havnin – fólk og yrki frá 2007 og 2008 eru dýrgripir, sum eingin annar enn Birgar kundi avrikað. Ótrúligt, at tað eydnaðist Birgari og Elsu at savna saman so nógv tilfar. Minnist seint á kvøldi tað bankaði á hurðina hjá okkum, og var tað Elsa, sum stóð í hurðini. Hon kom eftir mynd av abba mínum, sum skuldi í aðra bókina.

Birgar gav eisini út aðrar bøkur, m.a. Tórshavn – Býur og býarbørn, men árið 2014, tá hann misti konuna, setti síni djúpu spor. Hann segði mær, at hann fann ongantíð aftur gamla lívsneistan og stríðsandan at skriva, geva út bøkur og savna eldri lutir.

The Enjoyers seinastu ferð teir spældu Aftur í 60-árini. Frá vinstru Hans Christian Clementsen, Birgar Johannessen, Steingrím Abrahamsen og Djóni Andreasen. (Mynd Vagnur)

– Eg kom ongantíð yvir djúpu sorgina at missa konuna, tí hon var mítt akker og sálarhirði á lívsleiðini, og eg orkaði ikki longur at búgva á Norðasta Horni, og tí ætli eg mær at selja og flyta aftur heim til Havnar, segði Birgar sorgartungur seinastu ferð tú vart á gátt hjá honum á Norðasta Horni. Birgar vitjaði grøvina hjá Elsu dagliga.

Minnist, at Birgar var ógvuliga fegin, tá hann gjørdist flaggvørður í Tinganesi. Skuldu flagg á stong bæði úti á nesinum og longri inni, plagdi Leivur beiggi Birgar at hjálpa honum. Og Birgar gekk ógvuliga høgt uppí, at bæði fløggini fóru upp samstundis.

Bøkurnar Havnin – fólk og yrki frá 2007 og 2008 eru dýrgripir, sum vit m.a. eiga eftir Birgari. (Mynd Vagnur)

Vit hava so nógv at takka Birgari fyri, og hansara hjartamál var, at Havnin fekk gott og snotuligt býarsavn. Men tað sýntist, sum tað gekk striltið at fáa Tórshavnar kommuna rættiliga at bíta á. Finnur Johansen, sáli, royndi eisini við býarsavni, men enn eigur Havnin einki býarsavn, sum vit kunnu vera stolt av.

Hvíl í friði, góði Birgar. Tú vart fantastiskur, og nú er enn ein kend havnarmynd farin um sýn. (Vagnur)

Birgari dámdi væl at vera flaggvørður í Tinganesi

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply