Úr myndasavninum – Søgulig hondbóltsmynd frá 1935 av neistakvinnum og VB-kvinnum

Neistakvinnur og VB-kvinnur avmyndaðar í Gundadali í 1935. Standandi fr.v: Hanna Mortensen, Neistin, Ella Arge, VB, Mia Rein, Neistin, Helga Magnussen, VB, Sára Hansen, Neistin, Charlotta Hjelm, VB, Petra Rein, Neistin og Marna Nolsøe, VB. Húkandi f.v: Edith Dahl, VB, Elsa Müller Poulsen, VB, Ása Vágsheyg, Neistin, enn ókent VB-andlit, Michala Hjelm, VB ?, Rigmor Christiansen, Neistin, og Jona Mortensen, Neistin.(Myndeigari Símun Arge)

Skal eg kanna ymist um hondbólt í Vági, so seti eg meg altíð í samband við Jonhild Kjærbo úr Vági. Tá eg herfyri hitti Símun Arge, fornfrøðing, segði hann mær, at hann átti tvær gamlar áhugaverdar hondbóltsmyndir av neistakvinnum og VB-kvinnum. Tvær søguligar felagsmyndir, har onnur er tikin í Vági og hin í Gundadali. Eg bíðaði við spenningi at fáa myndirnar, og myndirnar vóru báðar fantastiskar fyri meg. Á báðum myndunum er Ella Arge fødd Vilhelm úr Vági, sum var vinkona mammu, og sum er mamma Símun. Jonhild og eg í samráð við mammu, eru komin til, at myndin omanfyri er tikin í Havn í 1935.

Hondbóltur hevur djúpar røtur í Vági, og Jonhild Kjærbo hevur sent mær samrøðu, sum hon hevði við Sannu hjá Bassanum, sum snúði seg um, nær vágskvinnur fyrstu ferð fóru at spæla hondbólt. Og Jónhild sigur soleiðis:

Sanna hjá Bassanum fortaldi mær fyri nøkrum árum síðani nakað um, nær kvinnur úr Vági byrjaðu at spæla hondbólt. Tað var mitt í tretivu árunum, at Edith Dahl, sála, bað kvinnur koma at spæla langbólt niðri á Gørðunum.

Tær skuldu spæla millum Turkaríið og Stóra pakkhús. Hetta gjørdu tær so í eina tíð, men so kom Hans Pauli Holm, sum tá var lærari í Hvalba, til Vágs at ferðast. Hann bað tær tá fara at venja hondbólt. Hans Pauli hevði lært til lærara í Danmark, og har hevði hann lært um hondbólt og lært reglurnar, sum tá vóru galdandi fyri hetta spæl.

Soleiðis sá út í Gundadali, tá VB-kvinnur fyrstu ferð vitjaðu í Havn.

So byrjaðu tær at venja hondbólt. Fyrst var vant á Gørðunum, men seinni fóru tær vestur á Eiðið. Tá kvinnurnar høvdu vant í eina tíð, settu tær seg í samband við Sáru Hansen í Havn, sum tá í eina tíð hevði spælt við Neistanum. VB-kvinnur bjóðaðu neistakvinnum suður at spæla hondbólt, og tær søgdu ja beinanvegin.

Sum ferðaætlanin var tá, komu tær suður leygakvøld og fóru ikki norður aftur fyrr enn mánadag. Neistakvinnur gistu privat, og vágskvinnur fóru millum annað gongutúr út á Nes við teimum. Har blivu tær bodnar inn í hjá bóndanum á Nesi og fingu rómastamp.

Dystin, sum kvinnurnar leiktu, vann Neistin 10-0, so nógv var enn at læra hjá vágskvinnum. Hóast hetta tap, mistu kvinnurnar ikki mótið, og tað var gott, tí nú eru vágskvinnur millum bestu hondbóltsleikarar í Føroyum.

Eini tvey ár eftir, at byrjað var at venja hondbólt í Vági, stovnaðu kvinnurnar eitt hondbóltsfelag undir Vágs Bólltfelag, sum kom at eita Hvirlan. í fyrstu nevndini vóru Karl Herup Olsen, Lotta Hjelm, Masa Olsen, Henrikka Old og Michala Hjelm, skrivar Jonhild Kjærbo.

Vit ivast í tveimum nøvnum á myndini. Tað er málverjin vinstrumegin Rigmor Christiansen, Neistin, og síðani kemur ein vágskvinna undan Ásu Vágsheyg, Neistin, sum vit ikki kenna.  Á myndini síggja vit, at vágskvinnur spældu hondbólt í kjóla, meðan neistakvinnur tá vóru komnar longur og høvdu útvegað sær hondbóltsbúna.

Sum sagt, er myndin tikin í 1935 á fótbóltsvøllinum í Gundadali. Tá var hondbóltsvøllurin við síðuna av fótbóltsvøllinum ikki gjørdur, men hondbóltsvøllur var mátaður upp og kálkaður á fótbóltsvøllinum. Seinna myndin, sum kemur á heimasíðuna skjótt, er eisini áhugaverd fyri meg, tí mamma mín er á myndini. Hetta er fyrstu ferð, at eg síggi mammu í hondbóltsklæðum. Myndin er frá 1935, tá neistakvinnur fyrstu ferð vóru í Vági. Eg havi tosað við mammu um ferðina. Mamma er einasta kvinna á báðum myndunum, sum livir enn. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply