Úr myndasavninum – Stórhending hvørja ferð Tjaldur fór av Havnini

Neistakvinnur fara út um Molan í 1950 á veg til Norra. Nógv fólk veittra teimum farvæl. (Mynd Elsa Horn)

Okkara samfelag er nógv broytt, síðan neistakvinnur í 1950 fóru við Tjaldrinum til Norra at spæla hondbólt. Neistakvinnur vóru settar av við “Steinin” í Norra, har leiðin gekk til Harstad at spæla hondbólt, og Tjaldur sigldi víðari til Keypmannahavnar. Um hesa ferð hava eg skrivað áður. Áhugavert er tó at síggja myndina av Molanum frá 1950, tí eystara bryggja er stutt um hetta mundið.

Longu seinast í 1800 talinum tosaðu havnarfólk um gera brimgarð, so skip kundu liggja trygg á Havnarvág. Havnin lá tá víðopin fyri havalduni, og tað var bara um summarið, at skip og bátar kundu liggja fyri akkeri á Havnarvág. Stór skip kundu ikki leggja at nakrastaðni, og ferðafólk og tilfar varð ført í land við smærri bátum. Tá ið sluppurnar vórðu lagdar um heystið, varð farið inn á Skálafjørðin at ankra. Á Havnarvág var ikki liggjandi.

Tað var ikki fyrr enn 18. februar 1922 at fyrsti sáttmáli varð undirskrivaður at gera fyrsta teinin av eystara brimgarði, og tað skuldu ganga nógv ár til eystara bryggjan var gjørt og harvið fyrsti teinurin av brimgarðinum. Tá var eingin stoypt bryggja ella “ískai” vestanfyri. Og serliga frá árunum 1955 til 1975 var Molin longdir fleiri ferðir og nógvir bryggikantar stoyptir. Minnist, tá ið stóru betongkisturnar fóru á sjógv, settar á pláss og síðani fyltar við gróti.

Sum smádrongur í Havn í 50 árunum minnist eg, tá ið brimið kom sunnaneftir og av landssynningi, og aldurnar skolaðu heilt niðan til Meiarííð nú Tjóðpallin. Havnin lá jú opin fyri havalduni. Um 1930 var arbeiðið liðugt at gera fyrsta teinin av brimgarðinum og part av eysturu bryggju. Nú kundu nøkur skip liggja trygg innanfyri Molan, men nógvar útbyggingar máttu fremjast aftrat, áðrenn vit fingu so trygga Havn, sum vit hava í dag. Molin eystan fyri varð longdur fleiri ferðir, vestara bryggja og Ískaiin, sum vit rópa hana, vórðu gjørdar, bryggja varð gjørd við Skipasmiðjuna. Og fyri ikki so nógvum árum síðani, varð stórt grótkast lagt uttanfyri vestaru bryggju og innanfyri Skansaboða. Alt grótið var sprongt á Glyvursnesi og siglt til Havnar. Hetta er hugaligt at minnast afturá.

Sum vit síggja á myndini, eru nógv fólk á bryggjuni og siga farvæl, tá ið Tjaldur stevnir út um Molan. Tey ungu skilja ikki hetta, tí nú fert tú úr Havn vestur í Vágar, og fáar tímar seinni situr tú í heitari stovu í Keypmannahavn. Í 50 árunum og 60 árunum sigli ferðamannaskip til Keypmannahavnar fjúrtanda hvønn dag. Nógv fólk vóru á bryggjuni, tá ið Tjaldur kom, og nógv fólk vóru á bryggjuni, tá ið Tjaldur fór úr Føroyum. Men alt hetta er søga, men myndin vekir minni um farna tíð. Gamaní, vit hava Norrønu, men stóra ferðamannaskipið kann ikki sammetast við smáu skipini fyri hálvthundrað árum síðani. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply