Grót – boomerangin – sum endaði aftur á Vaglinum

Hví skuldi Tórshavnar kommuna soleiðis uttan vit og skil oyðileggi vakra náttúruøkið á Sundi. 

Seinast í 1980 – árunum skrivaði tú fyrstu greinina um Sund, tá Tórshavnar kommuna smoygdi óbrúkuliga havn á Sundi niður yvir høvdið á bóndahjúnunum, kalbaksfólki og okkum øðrum borgarum. Kalbaksfólk ávaraðu og onnur søgdu beinanvegin, at útgrunt var eystureftir, og var ikki grótkast lagt út frá sjóvarmálanum, so kundi nýggja havnin ikki brúkast. Men eingin á Vaglinum lurtaði, og vit, sum funnust at, fingu rætt um illa frágingnu og óbrúkiligu havnina. Nú er grótið frá undirsjóvartunlunum komin á breddan í  kommunuvalinum komandi í Tórshavnar kommunu. Tí nakrar viðmerkingar.

Havnini á Sundi kundi ongantíð nýtast, og hví skal asfaltverk og byggiídnaður liggja við sjóvarmálan. Hissini larmandi russari er at síggja við bryggjuna. Syrgiligt at síggja slíkt politiskt makkverk á Sundi. Grótið kundi Runavíkar kommuna fingið, men nú skulu 60 000 lastbilar koyra grót úr Sandoyartunlinum gjøgnum havnargøtu til Runavíkar. Skilaloysi. (Mynd Vagnur)

Málið um grótið frá Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum er størsta skandalumálið hjá núverandi samgongu á Vaglinum. Heilt illa frágingið politiskt handverk, sum uttan iva endar við, at 60 000 lastbilar við gróti fyrst í næsta ár skulu koyra grót frá Sandoyartunlinum gjøgnum havnargøtur og til Runavíkar. Vakurt náttúruøki á Sundi oyðilagt uttan mál og mið. Alt hetta kundu vit verið spard fyri, um tey á Vaglinum dugdu at telva, hugsa rætt, vóru framsíggin og lærdu seg at lurta eftir borgaranum, sum eisini dugir at hugsa.

Borgarstjórin á Vaglinum átti longu fyrst valskeiðinum at lurtað eftir kalbaksfólki og okkum øðrum um grótið frá Eysturoyartunlinum, tí borgarstjórin hevði møguleikan at telva øðvísi. 27. apríl 2017 skrivaði borgarstjórin undir sáttmálan við tunnilfelagið at koyra grótið á vakra økið á Sundi og oyðileggja sjóvarmálan. Borgarstjórin segði tá, at hon ikki vera vitandi um, at bæði Sjóvar kommuna, Runavíkar kommuna og ein bóndi høvdu áhuga í grótinum, men tað vistu vit onnur. Men tey Vaglinum lurtaðu ikki.

Sjálvandi ynskir tunnilsfelagið at koyra grót so stutt sum tilber frá tunlinum, men Tórshavnar kommuna kundi ikki finna út av, hvussu grótið kundi herbergast, tí endaði tað í haganum. Nú skulu 60 000 lastbilar koyra grót gjøgnum havnargøtu inn í Eysturoynna. Hetta er púra vilt. (Mynd Vagnur)

Røddir vóru tá frammi, at grótið kundi fara í nýggju havnina við Skansan, men tá segði varaborgarstjórin á Vaglinum, at grótið ikki kundi brúkast í nýggja havnarlagnum, og at kommunan kundi roknað við endurgjaldskravi. Vit onnur vístu, at har var einki endurgjaldkrav at koma eftir, tí sáttmálin við tunnilsfelagið var jú ikki undirskrivaður, so hetta var ikki rætt.

Dittaði mær tá at ringja til leiðara hjá J&K at spyrja, um grót frá Eysturoyartunlinum kundi brúkast í nýggja havnarlagnum. Sjálvandi kundi tað, nokk ikki alt til sjálvan brimgarðin, har steinarnir skulu vera serliga stórir og tungir men til vanliga planeringsarbeiðið á havnarlagnum, og har skuldi nógv brúkast. Ja, og hví kann grótið frá Eysturoyartunlinum ikki brúkast til havnarlagið í Havn, tá grót úr Sandoyartunlinum kann brúkast til havnarlag á Sundi? Kundi tú so spurt.

Grót av Glyvursnesi ávegis í nýggju havnarlagið í Havn. Grótið frá Eysturoyartunlinum kundi ikki brúkast til havnarlagið í Havn, tí tað var ov smátt. Men hvat við hesum grótinum? (Mynd Regin Joensen)

Sund er syrgilig søga og skandala, sum byrjaði longu í 1980-árunum, tí Tórshavnar kommuna yngsti meira bryggjukant, tí ov trongt var í Havn. Men bryggjan var frá degi eitt ónýtulig, og tretivu ár seinni sæst bara hissini russari liggur við bryggju og órógva kalbaksfólk. Á økinum er asfaltvirki, sum kundi ligið í onkrum grótbroti og byggifyritøka hevur leigað part av økinum. Men upprunaliga ætlanin við nýtuligum bryggjukanti at lætta um farmaflutningin til Havnar gørdist ongantíð veruleiki.

Ikki er vakurt at síggja oman á bryggjuøkið á Signabø. Henda dagin lå illalarmandi russari við bryggju. Hví skuldi hetta grótið blakast á sjógv uttan mál og mið, har ikki var hugsað um vakra Kollafjørð. Órudduligt og illa frágingið havnarlag. (Mynd Vagnur)

Ja, so grótið frá Sandoyartunlinum, har einki spurdist burturúr fundum millum fólk á Velbastað og Kirkjubø. Landið og kommunurnar hava yngst tunlarnar, og so mugu politikarar syrgja fyri at herberga grótinum á skinsaman hátt í samráð við tunnilsfelagið. Men politiska handalagið hevur so dyggiliga snávað.

Var rætt atborið, so var vakra økið á Sundið ikki oyðilagt enn meira, og vit nú sluppu undan, at 60 000 stórar skitnir lastbilar skulu koyra gjøgnum havnargøtur til ampa bæði fyri ferðslu og fólk. Grót – boomerangin – endaði aftur á Vaglinum, má sigast. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply