Sørvágs Róðrarfelag meldar seg inn aftur í føroysku róðrarfamiljuna

Neystið er frá 1970-árunum. Pláss til fýra bátum, frálíkur dráttur og tvær rúmligar hæddir. (Mynd Vagnur)

Seinstu viku í dýrdarveðri gekk leiðin til Sørvágs eftir nakað av laksi. Vit koyrdu báðar vegir eftir oyggj, og komin í Vágarnar reikaðu tankarnar um kappróðurin í oynni. Nógv avbera góð róðrarminni og nógv fyrikomandi róðrarfólk. Ja, Sørvágur, hesin vakri fjørður og ikki minst sandur, sum skiftir skap alt eftir um tað er flóð ella fjøra.

Tá tú stóðst og eygleiddi stóra neystið hjá Sørvágs Róðrarfelag, kom tær til hugs grein, tú við sorgblídni skrivaði í 2013 við yvirskriftina: Sørvágs Róðrarfelag eigur stórt neyst men ongar rógvarar. Nú sjey ár seinni er lagið betri í Sørvági, og djúpu róðrarkenslurnar í bygdini eru vaknaðar úr dvala, tí felagið hevur í summar havt besta róðrarár í nógv, nógv ár. Forkvinnan í felagnum eitur Anja Magnussen, og hon sigur.

Anja Magnussen er forkvinna í Sørvágs Róðrarfelag.

– Vit eru heilt væl nøgd við gongdina í felagnum, og tað sýnist, sum djúpa róðrarrøturnar í bygdini stinga djúpt, tí vit merkja stóran áhuga millum manna, og vit síggja eisini, hvussu fólk fylgja bátum, tá manningar venja á fjørðinum.

–  Í løtuni venja millum tjúgu og tretivu ungdómar inniróður í neystinum, og í summar hava róð um hálvthundrað ungdómar í felagnum. Fimm manningar róðu í summar við 5-mannaførunum Dúgvuni og Súluni. Dúgvan er nýggj, sum Terji Reinert Jacobsen smíðaði, og so er tað Súlan, sum kom úr Havnar Róðrarfelag, og sum Sámal Hansen smíðaði.

– Sjálvandi eru vit fegin um, at dreingirnir umborð á Dúgvuni barnaróður í summar vunnu meistaraheitið, og genturnar umborð á Dúgvuni barnaróður gjørdust nummar fýra í FM-kappingini. Síðani róðu eisini tvær aðrar ungar barnamanningar við Súluni, har dreingirnir róðu allar róðrarnar, meðan genturnar nakrar róðrar. Súlan við dreingjum róðu eisini nakrar FM-róðrar, sigur Anja.

Meðan tú stendur við neystið í Sørvági henda vaknara heystardag, kemur eisini til hugs, hvussu striltið hevur gingist at hildið lív í kappróðrinum í bygdini. Minnist 5-mannafarið Dúgvuna á sinni veruliga bjóða av á hvørjari stevnu og 6- mannafarinum Norðístovu Dánjal var eisini. Í 1978 róðu báðir bátarnir, og í 1985 rør Dúgvan bæði við kvinnum og dreingjum, og í 1990 rør Dúgvan við kvinnum. Tú minnist eisini aftur í 1970 – árini, tá vit sóu 8-mannafarið Sørving í flotanum.  Men aftur til Anju Magnussen.

Nógvur ungdómur róðu í summar við bátunum hjá Sørvágs Róðrarfelag.

Skeivt at strika róðrarøki, sigur Anja

– Sjálvt um í tíðarskeiðum hevur gingist minni væl at manna bátar í bygdini, so hava nógvir sørvingar við róð við bátum í Sandavági og Miðvági, og okkara vón er, at sørvingar allir rógva í Sørvágs Róðararfelag. Tá tú spyrt um neystið, so hevur tað sína søgu. Tað var Karen Bo kona Dánjal Niclassen abbabeiggi Jørgin Niclasen, sum gav Sørvágs Róðrarfelag neystið, eftir at Dánjal var farin. Nógva sjálvbodna arbeiðið rakk á mál, so vit fingu frálíkt neyst. Pláss til fýra bátar og síðani tvær rúmligar hæddir, har rógvimaskinur og onnur venjingaramboð eru til at taka.

Her síggja vit bæði Dúgvuna og Súlana eftir barnaróður, sum Dúgvan vann.

– Alt stendur og fellur við eldsálum, og tað vóru tvær sjeytjan ára gamlar gentur í bygdini, sum fingu gongd í aftur ungdómsrógvingina. Tú spyrt, hvat eg haldi um kjakið um at strika Sandavág, Hósvík og Hvalvík sum róðrarøki? – Tað haldi eg litið um, tí vit hava mangan fingið skotið í skógvarnar, hví Sørvágur skal hýsa FM-róðrar, tá einki róðrarlív var í bygdini-

Barnaróður gentur á ólavsøku í fjør. Ingibjørg vann róðurin og Firvaldur nummar tvey, meðan genturnar umborð á Dúgvuni gjørdust nummar trý og fingu heiðursmerki um hálsin. (Mynd Vagnur)

– Dáragerð at strika róðrarøki, tí øll økini hava sína søgu, og øll róðrarøkini hava merkt sviðan av ringum veðrið vantandi eldsálum, sum slóða fyri. Veðrið er jú partur í føroyskum kappróðri, og vit mugu øll halda lív í kappróðrinum heldur enn seta fótonglar og fráskriva summum feløgum at hýsa FM-róðrum, sigur Anja at enda.

Gleðiligt at hoyra, at lív er komið aftur í kappróðurin í Sørvági og eisini frøist tú um, at tey eisini merkja róman, at teirra bátar standa seg væl í kappingini. Kann til stuttleika nevna ein borgarstjóra í Sørvági siga fyri nú nøkrum árum síðani, tá SÍ kvinnur og menn í bestu flogbóltsdeildini høvdu vunnið meistaraheitið. “Flogbólturin setir Sørvág á føroyakortið”, segði borgarstjórin. Kanska fær kappróðurin í bygdini einaferð henda heiður frá borgarstjóraum. Myndirnar tvær tók eg sjálvur, Anja eigur tríggjar myndir og Signar Højgaard tók tað einu myndina. (Vagnur)

Hugtakandi at síggja, at eisini rógvarar úr Sørvági kunna lyfta Dúgvuna upp um høvd eftir FM-sigur. Róðrarminni fyri lívið fyri ungu knassarnar.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply