Hetta kanst tú ikki bjóða borgarum í framkomnum samfelag

Seinnu árini

Maksina hevur mest sum staðið í stað og brekka harða hellu, sum sjálvandi átti at verið sprongd. (Mynd Vagnur)

Seinnu árini havi vit lisið og hoyrt um óljóð frá skipum, hvørs avleiðingar eru, at fólk ikki fáa náttarsvøvn, sum sjálvandi er fólkarættur. Men onnur óljóð órógva so mikið nógv og eru so tyngjandi, at fólk mugu rýma úr húsunum. Vanliga heldur borgarin seg aftur at mótmæla og grenja, tí slík arbeiði vara vanliga stutt tíðarskeið. Men í einstøkum førum er óljóðið so langt úti, at tað fer út um øll mørk. Talan er um brekka harða hellu millum hús. Her eitt dømi.

Í grannalagnum hjá okkum við Hoydalsvegin og Tinghúsvegin leggja teir fjarhita. Eftir Hoydalsvegnum gekk skjótt og væl, tí har var lítið og einki at brekka, tó nakað niðri við Sjónleikarhúsið. Har var borað og síðani sprongd nøkur skot, so var yvirstaðið.

Verri gongst uppi við MRCC støðina á horninum Jústgøta/Tinghúsvegur. Har hevur stór maskina brekka í nógvar vikur, og ikki gongst væl, tí hellan er so hørð. Okkara hús stendur á hørðu helluni, sum gongur suðureftir. Sjálvt við oyraproppum fært tú ikki hugsavna teg um nakað sum helst, tí sløgini fara upp gjøgnum beinini.

Nýggj hús eru bygd hinumegin garðin hjá okkum, og har royndu menn at brekka í grundøkinum, men illa gekst, tí hellan var so hørð. Boð vóru send eftir borivogni, sum boraði hol, og síðani vóru skotin sjey skot. Hetta tók tveir dagar. .

Havi spurt meg fyri, hví í Harrans navni teir ikki bora og spreingja, tá tað gongst so illa brekka. Fyritøkan, sum ger arbeiðið, fær so og so nógvar krónur fyri rúmmeturin brekkaða grótið, og hetta sigur mær, at fyritøkan fær stórt hall fyri arbeiðið.

Sagt verður, at skalt tú bora og spreingja, so trygginargjald av húsum í grannalagnum kostnaðarmikil. Myndir skulu eisini takast bæði uttan og innan í umtalaðu húsunum. Í míni verð er ikki talan um pening, men hvat tú kanst bjóða borgarunum í býnum. Teir brekka hvønn dag frá níggju á morgni til fýra fimm seinnapartin, og tú fært ikki at vita, nær arbeiðið er liðugt. Vit eru noydd at rýma úr húsunum, tí sløgini eru so mikið hørð, og nógmikið er ikki at stinga oyraproppar í oyrini. Sløgini fara upp í gjøgnum beinini.

Havi spurt meg fyri hjá Fjarhitafelagnum, men har verður bara sagt, at fyritøkan, sum ger arbeiðið, er lítil, hvør skal siga, kann hon ikki bora og spreingja helluna. Fjarhitarør skulu leggjast til nýggju løgreglustøðina.

Arbeiðið er illa umhugsað og tilrættalagt av Fjarhitafelagnum, tí tað búgva eldri fólk í grannalagnum, sum ikki eru til arbeiðis. Tey skulu í vikur pínast av hørðu sløgum sum fara gjøgnum merk og bein. Hetta kann mann ikki bjóða borgarunum í framkomnum býi í 2020. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply