Úr myndasavninum – Í 1946 flutti stór familja úr Sumba til Havnar

Tey níggju systkini. Standandi frá vinstru: Regin, Bogi, Hugin, Heðin, Hjalti og Bjarni. Fremst frá vinstru: Magnhild, Helga og Ása. Myndin tikin fyri umleið tíggju árum síðani. (Myndaeigari Hjalti)

Stór miðsavnan byrjaði eftir seinna heimsbardaga í Føroyum eins og í øðrum norðanlondum. Løgið at hugsa sær, at fyrst í 1900 – talinum búðu 10% av fólkatalinum í Føroyum í Havn, og nú í 2020 fleiri enn 40%. Fólk flyta har, tey fáa arbeiði og harvið betri umstøður. Í 1946 flutti stór familja úr Sumba til Havnar, familja, sum vóru faðir, móðir og níggju børn. Hetta var sjómansskúlalærarin Johan Samuelsen og konan Sofía, sum bæði vóru úr Sumba.

Eftir at hava búð við Hoydalar og aðrastaðni í býnum, komu tey í 1957 á búgva við Landavegin í grannalagnum hjá okkum, og hetta vóru siðulig, fyrikomandi og rólig fólk. Maður, kona, tríggjar gentur/kvinnur og seks menn/dreingir, sum tú komst at kenna øll meira og minni. Nøkur orð um familjuna.

Frá vinstru Jona Joensen kona Einar Joensen, sum tók myndina. Síðani hjúnini Johan og Sofía Samuelsen. Gentan til høgru eitur Jonna bróðirdóttir Sofíu. (Myndaeigari Hjalti)

Johan (1905- 1976) og Sofía (1910-1972) vóru bæði úr Sumba, har sjey av børnunum vóru fødd. Hesi vóru Magnhild f. 1929, Ása f. 1931, Helga f. 1936, Heðin f. 1939, Bogi 1941, Regin f. 1943 og Hugin f. 1946. Hjalti f. 1947 og Bjarni f. 1950 eru føddir í Havn.

Johan var sjómaður, men fór á skúlabonk at læra til stýrimann. Komin til Havnar gjørdist hann lærari við Sjómansskúlan sum tímalærari, har bara var undirvíst partar av árinum. Tí mátti Johan eisini sigla sum stýrimaður við ymsum skipum. Sofía kona Johan vaskaði fyrst í Sjómansskúlanum, har skrivstovan hjá Mest heldur til, og tá nýggi Sjómansskúlin var liðugur í 1961/1962, kom hon at vaska har.

Sam og Anna Olsen átti húsini og trøðna, sum Johan Samuelsen og tey leigaðu Í 1946. Húsini standa framvegis har, og trøðna eiga Hilmar Kass og tey. (Mynd Vagnur)

Komin til Havnar í 1946 leigaðu Johan og tey hús og trøð frá Annu Sam, har tey høvdu neyt, gæs og okkurt lambið. Anna var kona Sam Olsen, sum andaðist í 1921, og var  rópt Anna Sam. Trøðna í dag eiga Hilmar Kass og tey, og húsini, sum upprunaliga vóru summarhús hjá Annu og Sam Olsen standa enn á trøðni. Eftir seks ár fluttu Samuelsens familjan oman til Havnar millum annað í Rættará, til tey í 1957 komu í hús við Landavegin, sum fyri okkum við Landavegin hava ávísa søgu. Eisini syrgiliga søgu.

Sum smádrongur minnist eg Tóra og Jensinu Michelsen og børnini búgva í húsunum. Tórur var beiggi el-menninar Einar og Eyðolf Michelsen, men í 1956 fluttu Tórur og Jensina við børnunum til Danmarkar, og árið eftir í 1957 flutti familjan úr Sumba í húsini, har har tey búðu, til tey í 1965 bygdu sær hús úti á Heygnum Mikla. Hùsini vóru kallað í Dávastovu, og tá mamma var ung við Landavegin búðu Jens í Dávastovu og konan Ella Súsanna í húsunum. Jens og Ella Súsanna áttu trettan børn, men lagnan gjørdist teimum hørð, tí fleiri av børnunum blivu sjúk av tuberklum, har tvey doyðu, og meg minnast at teir báðir Eyðolf og Hilmar lógu á Sanatorium í Hoydølum.

Í nærmastu húsunum til høgru búðu Johan Samuelsen og tey frá 1957 til 1965. Húsini er uttan iva frá 1904, tí hetta árstal var skriva á rút í húsunum, sigur Hjalti. Vit róptu húsini Ì Dávastovu, sum Jens í Dávastovu og konan Ella Súsanna lótu byggja. (Mynd Vagnur)

Tey elstu børnini hjá Johan og Sofíu vóru í 1957 farin úr reiðrinum, tá Johan og Sofía og tey fluttu við Landavegin. Meg minnist bara Regin, Hugin, Hjalta og Bjarna búgva har. Nógv kann nevnast um hesa fyrikomandi familjuna, og sjálvndi má nevnast B36. Heðin vann meistaraheitið við B36 í 1959 og søguliga meistaraheitið í 1962, sum var nummar fimm meistaraheiti í søgu felagsins. Í 1946, 1948, 1950, 1959 og so 1962. Men so skuldu ganga 35 ára long oyðumarkagongd, til B36 aftur vann meistaraheitið. Hetta var í 1997.

Áhugaverd mynd frá umleið 1920 av húsum við Landavegin. Húsini uttast til vinstru eru tey í Dávastovu, har Johan og tey búðu.

Hugin, sum fór í fjør, var fótbóltsúrmælingur og mong ár stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá B36. Spældi á landsliðnum, og hann var eisini formaður í felagnum árini 1974-1978, umframt, at hann evnaði til dystarbløð, tí hann arbeiddi hjá Einars Prent og Einars Offsett. Hjalti var eitt skifti kassameistari í B36 og spældi eisini fótbólt. Hjalta og Bjarna komst tú kenna serliga væl, tí Hjalti og eg arbeiddu í nógv ár sum lærarar í Eysturskúlanum, og Bjarni var okkara frálíki málverji í Neistanum.

Heðin við Restorffs á bringuni til arbeiðis á Restoffs Bryggjaríi. Minnist, at bæði Bjarni, Hjalti og Hugin eisini arbeiddu á bryggjarínum í frítíðini. (Myndaeigari: Hjalti)

Síggi fyri mær vinnmenninar Johan Samuelsen og Einar Joensen spáka í havnargøtum. Teir sóu mestsum allar filmar, sum kundu síggjast í býnum. Hjalti sigur mær, at teir fóru ofta í biograf sunnudag, og mangan sótu teir fyri vell og sóu tríggjar filmar klokkan sjey, níggju og mittnáttarfilmin.

Minnist serliga hending við Landavegin, tá grivið var út fyri húsunum hjá Páll Nolsøe hinumegin vegin hjá Johan og teimum. Eina skotið var so mikið hart, at nógv grót fór yvir um Landavegin, har stórur steinar brustu í húsini hjá Johan og teimum og grannahúsunum. Stórur steinur breyt DBS súkkluna hjá Hugini, og steinur fór gjøgnum køksvindeyga, har Sofía stóð við komfýrin. Tíbetur var Sofía ikki rakt. Eisini breyt stórur steinur skutara, sum stóð á trappusteini í grannahúsunum.

Nógv kann skrivast um tey níggju systkini. Bjarni arbeiddi sum lærari úti á Argjum, Hjalti var lærari í Eysturskúlanum, Hugin arbeiddi hjá Einars Prent, Einars Offsett og seinni hjá Skipafelagnum, Regin er húsasmiður og býr í Danmark, Bogi var stýrimaður og skipsførari og slgldi úti í heimi millum annað í ØK og arbeiddi seinni hjá Skipafelagnum.

Ja, so Heðin Samuelsen, sum eg kendi væl, byrjaði sum fjúrtan ára gamal byrjaði at arbeiða á Restoffrs bryggjaríi, har hann var í seks ár. Síðan at ganga í handilsskúla og gjørdist at enda skipsmeklari. Minnist hann arbeiða hjá Shell á Viðanesi og eitt skifti í Amerika. Systarnar kendi man sum so ikki, men Magnhild, sum er farin, var gift Richardi, sum sigldi hjá Maersk, Ása og Pætur úr Nólsoy bygdu sær hús úti á Heygnum Mikla, og Helgu keypti man onkuntíð frá, tí hon hevði kiosk uppi í Gundadali saman við manninum Oddmari Hansen.

Kann leggja aftrat, teir gjørdu fyrsta teinin av Landavegnum 1836. Arbeiðið ein einsporaður vegur var væl úr hondum gjørdur uttan maskinur. Hetta var róptur uppdyrkingarvegur, tí nógvar traðir vóru um hetta mundið lagdar inn har á leiðini. Hetta var vegur til hestavognar og fólk at ganga á, tí tá vóru jú eingir bilar. Sum smádrongur í 1950-árunum minnist eg, at tað vóru bara tveir bilar við Landavegin frá ovast í Kinabrekkuni og oman til handilin hjá Poul Restorff. Wensil Hammer koyrdi verkstaðsbil, og reiðarin Óla Jákup Jensen átti Volvu bil.

Í grannahúsunum hjá Johan og teimum við Landavegin búðu Anskar og Kristina Nolsøe. Johan og Kristina vóru systkin. Húsini hjá Kristinu og teimum bygdi Christian í Dali róptur Loðsurin. Anskar og Kristina áttu seks børn John, Ester, Ingibjørg, Poul, Helga og Randi. í dag búgva Randi og Árant í húsunum. (Vagnur)

Eitt skifti arbeiddi Heðin í Amerika, sum myndin er frá. (Myndaeigari: Hjalti)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply