Úr myndasavninum – Petur Reinert var undangongumaður

Petur var mettur sum "kongurin" á Eiði. Hann brendi fyri ítróttinum í bygdini.
Petur var mettur sum “kongurin” á Eiði. Hann brendi fyri ítróttinum í bygdini.

Nógv er at tríva í av góðum hondbóltsminnum, og hesuferð steðgi eg eitt bil við Peturi Reinert læknan av Eiði, sum einaferð bjargaði mær skotarminum í einum hálvleiki í høllini á Hálsi. Hetta var fyrst í 1970-árunum. – Petur Reinert var eitt slagi av kongi á Eiði, tí hann var í fremstu røð alla staðni, tað veri seg í hondbólti, fótbólti, slóðaði fyri flakavirkinum og keypti skip, sigur vinmaðurin Knút Vesturdal.

1. mai 1960 kom læknin Petur Reinert úr Danmark til Eiðis at arbeiða sum lækni. Petur hevði í Danmark spælt eitt sindur av hondbólti og fótbólti, og hann var ikki meira komin til Eiðis, so fingu eiðisfólk leiðaraevnini hjá Peturi á kenna. Hann var bragligur maður og hoyrdist, har hann var.

Mangar góðar hondbóltsløtur høvdu við á Eiði, og Petur Reinert var altíð í fremstu røð. (Mynd Vagnur)
Mangar góðar hondbóltsløtur høvdu vit á Eiði, og Petur Reinert var altíð í fremstu røð. (Mynd Vagnur)

Eg kom at kenna væl Petur, tí tá vit ungu neistamenn komu á besta mansliðið í 1968, spældu vit eisini ímóti EB av Eiði. Hetta var á uttanduravøllinum við skúlan á Eiði og á grúsvøllinum í Gundadali. Petur var givin at spæla, men hann var eitt slagi av liðleiðari hjá flestu EB-liðunum, og hesin 198 sentimetrar høgi eiðismaðurin úr Kalbak gekk ótrúlig høgt upp í hondbóltsspælið.

Serlig hending um Petur Reinert kom at brenna seg fast í minni mítt. Vit spældu dyst í høllini á Hálsi, men eg fekk ikki skotið, tí ein “nerv” var komin í klemmu í høgru øksl, so armurin dovnaði, og tað prikaði úti í fingrunum. Eg sat í skiftingarrúminum í hálvleikinum og fekk ikki spælt. Tá kemur Petur Reinert brestandi inn og spyr eftir langa klæna vinstra vongi hjá Neistanum. Neistavenjarin hevði sent boð eftir Peturi, sum henda dagin var áskoðari í høllini.

Petur Reinert saman við vinmonnum. EB vinnur 2. deild í 1973. Aftast f.v: Petur Kruse, Petur Ovi Vesturtún, Petur Sólsker, Hans Erland í Brekkunum, Nikkel Martin Kruse, Knút Vesturdal, Edvard Joensen og Petur Reinert lækni og liðleiðari. Fremst frá vinstur: Torbjørn Ellingsgaard, Tórur Jacobsen, Arthur Ellingsgaard, Kári Mørkøre og Hans Egil Joensen
Petur Reinert saman við vinmonnum. EB vinnur 2. deild í 1973. Aftast f.v: Petur Kruse, Petur Ovi Vesturtún, Petur Sólsker, Hans Erland í Brekkunum, Nikkel Martin Kruse, Knút Vesturdal, Edvard Joensen og Petur Reinert lækni og liðleiðari. Fremst frá vinstur: Torbjørn Ellingsgaard, Tórur Jacobsen, Arthur Ellingsgaard, Kári Mørkøre og Hans Egil Joensen

Petur tók  glas við salvu úr taskuni, og smurdi á armin, og so byrjaði hann at mýkja vøddarnar, sum eg ongantíð hevði sæð ella merkt áður. Hann morlaði vøddarnar við sínum stóru “labbum” so ógvusligt, at eg helt, at alt í arminum slitnaði. Eg fekk forbannað ilt, men eftir eina løtu segði hann við meg: “Vagnur tú spælir eisini seinna hálvleik, sjálvt um tú fært ilt. Ein nerv er óivað komin í klemmu, men eg rokni við, at armurin er nú er lagi”, segði Petur. Eg fór aftur á vøllin, og tá ið ein tíð var farið av hálvleikinum, merkti eg einki til skaðan.

Petur er føddur 8. september í 1923 og andaðiar 28. juli 1991 bara 67 ára gamal. Petur var ættaður úr Kalbak og var bóndasonur Heimistovu. Petur var kalbaksmaður í bæði borð, hann átti seks børn, har eitt doyði á ungum árum. Eg havi spurt Knút Vesturdal av Eiði, hvussu vit kunnu lýsa vinmannin Petur Reinert, sála, sum persón.

– Fyrst kann eg siga, at tað vóru Petur Reinert lækni og Sølvi Jespersen, sum arbeiddi á Loranstøðini, sum byrjaðu manshondbóltin á Eiði. Kvinnurnar spældu hondbólt, men menninir spældu fótbólt. Hetta var um 1960.

Petur Reinert var altíð í fremstu røð, og mong sporini hevur hann runnið og gingið niðri á Mølini á Eiði.
Petur Reinert var altíð í fremstu røð, og mong sporini hevur hann runnið og gingið niðri á Mølini á Eiði.

– Petur var ikki tann dugnaligasti hondbóltsspælarin, men hann var stórur, sterkur og góður verjuspælari. Onkuntíð royndai hann seg sum málverja. Petur var í nøkur ár í nevndini í EB, eitt skifti sum næstformaður. Eg minnist serliga eina uttanlandsferð EB gjørdi til Danmarkar og Svøríkis í 1971 við Peturi sum ferðaleiðara. Og tú kanst trúgva, at hetta gjørdist minnilig ferð, tí Petur var “on” alla ferðina, og vit upplivdu eina rúgvu.

– Petur var eitt slag av einum kongi á Eiði, tí hann var í fremstu røð í ítróttinum, hann var kommunulækni, hann slóðaði fyri flakavirkinum, og hann keypti eisini fleiri skip og var eisini í landspolitiki, har hann var landsstýrismaður frá 1975 til 1979. Petur brendi fyri øllum, hann tókst við. Hann dansaði eisini føroyskan dans og telvaði. Hann var væl dámdur í bygdini, hann var verkskapsmaður og var drívmegin hjá okkum øllum. , sigur Knút. (Vagnur)

 

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply