Úr myndasavninum – Nøkur minni um Stella Argus og minnisvarðan í Kvívík

Stella Argus av Havnini ávegis til fiskiskap. Havi bara sæð hesa myndina av trolaranum.

Óli Olsen hevur givið út nógvar áhugaverdar og forvitnisligar bøkur, og í fjør kom bókin Glottar úr trolarasøguni. Longu á síðu 33 í bókini stúrsar tú við, og tankarnir at reika. Mynd av havnartrolaranum Stella Argus, sum p/f Kimbil átti. Hugdi leingi at myndini, tí sum sjey ára gamal minnist tú væl syrgiligu vanlukkuna í 1957, tá trolarin hvarv við allari manningini ávegis av fiskileið til Havnar. Í 2007 fimmti ár eftir hendingina var minnisvarði avdúkaður í Kvívík, og leygardagin gekk leiðin til Kvívíkar at hyggja at minnisvarðanum, sjálvt um tú hevði sæð mynd av listarverkinum, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen evnaði.

Vakur minnisvarði í Kvívík. Nøvini á teimum 22 monnunum eru høgd í minnisvarðan, og fýra ljós eru eisini at síggja á hógvinum, so hugaligt kundið verið at sæð hann, tá myrk var. (Mynd Vagnur)

Minnist, at fólk um alt landið lurtaðu eftir Tórshavn Radio, meðan skip í hópatali leitaðu eftir Stella Argus. Nógvar vóru gitingarnar, tí sunnumorgunin 27. oktober 1957 boðaði skiparin á Stella Argus frá, at teir vóru farnir at sigla inn við 828 tunnum av sild og væntaðu at vera inni mánakvøldið.

Á middegi sama dag tosaðu teir umborð á Stella Argus við annað skip í telefonini, og tá stóð væl til. Men einki hoyrdist aftur frá trolaranum, og hóast nógva leiting spurdist hvørki manning ella skip afturíaftur. Nógvar vóru gitingarnar, hví Stella Argus hvarv, tí veðrið var hampuligt.

Ì februar mánað í 1938 keypti p/f Kimbil Stella Argus úr Hull, sum var smíðaður í 1925. Trolarin var 299 brutto við 500 hesta guvumaskinu. Nógvir av hesum trolarum, sum um hetta mundið og fyrr komu til Føroya vóru smalir og lógu tungt í sjónum.

Skuldu teir til Íslands ella Grønland at fiska, var lastin full bæði av salti og koli, og menn arbeiddu á vátum dekki undir opnum himli á kuldaveðri. Í bókini eru nógvar myndir, sum boða frá hesum.

Á ungum árum arbeiddi eg nøkur summar hjá Bjarna Húsgarð, og Bjarni hevði nært sambandi við Hans bónda á Skælingi, og meg minnist, at kona Hans var úr Kvívík. Bjarni segði mær mangan, hvussu kona Hans píndist, eftir at hon misti fýra brøðir við Stella Argus. Av teimum 22 monnunum, sum sjólótust við Stella Argus vóru átta kvívíkingar, fýra vestmenningar, ein á Válinum og ein úr Leynum, so økið har á leiðini var hart rakt. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply