Hákun Poulsen slóðaði í vár fyri, at 10 – mannaførini kundu rógva í summar

Tjúgu ára gamli Hákun Poulsen er bátsformaður umborð á Havnarbátinum.(Mynd Vagnur)

Róðrarárið 2020 kemur altíð minnast sum árið, tá korona gjørdist viðspælari í føroyskum kappróðri, og at tað gjørdist um reppið, at 10 – mannafør ikki róðu í summar. Tíðliga í vár var bara Ormurin mannaður. Róðrararárið hjá tjúgu ára gamla Hákuni Poulsen gjørdist heilt serligt, tí umframt, at tað gekk stríggið at manna Havnarbátin, sum bleiv hann og tveir aðrir umborð á bátinum smittaðir við korona beint eftir ólavsøku, so øll manningin mátti í sóttarhald. Smittukeldan var nógv umrødda brúdleypið á Argjum. Havi prátað við unga bátsformannin, sum skuldi gerast áhugavert prát.

Í 2017 komu fýra ungir skótar í Álaker og vildi sleppa at rógva kapp. Teir mannaðu Títling, har teir mest sum sjálvir stóðu fyri venjingini. Eftir róðrarárið fóru teir hvør til sítt, men trý á seinni, vildi teir manna 6-mannafar ella bara onkran bát. Havnarbáturin stóð ómannaður í neystinum, og tá fólk spurdu, hví teir ikki bara mannaðu Havnarbátin, so yppaðu teir øksl og serliga Hákun Poulsen, sum var leiðarin í bólkinum og bleiv bátsformaður umborð á Havnarbátinum. Hákun sigur soleiðis:

Miðalaldurin umborð á Havnarbátinum var í summar var 18,4 ár: Frá vinstru: Tummas Simonsen, Hákun Poulsen, Bárður H. Djurhuus, Magnus Hvalsrætt, Tórður H. Gunnarsson, Dánial L. Jacobsen, Hjørtur Johansen, Regin M. Gaard, Niklas Samuelsen, Jákup Petersen, Tórur Paulason. (Mynd HR)

– Eg helt, at eingin meining var í, at Havnarbáturin flaggskipið hjá felagnum ikki var mannað. Tað má vera størsta æran hjá rógvara at sleppa at rógva við 10-mannafari, men eg helt eisini, at vit vóru enn ov ungir og óroyndir at manna Havnarbátin. Endin var tó, at vit gjørdu roynd at finna fýra rógvarar aftrat, so báturin var fullmannaður.

Ógvuliga striltið gekk at finna seinasta rógvaran, tí nógvir menn bóru seg undan, tí teir hildu, at vit ongan møguleika høvdu í kappingini og serliga ímóti Orminum. Kanska hjálpti korona okkum, tí ungfólk sluppu ikki uttanlands við ítróttinum. Tað var um reppið, at vit sleptu ætlanin at manna Havnarbátin, men hann bleiv mannaður, sigur Hákun.

Á norðoyastevnu róðu bara Ormurin og Havnarbáturin. Tá var Havnarbáturin eina løtu um at taka Ormin. (Mynd Jan Herman Hansen)

– Manningin umborð var millum sekstan og tjúgu ár og miðalaldurin 18,4 ár. Fýra høvdu ikki róð áður, og róðursmaðurin ikki roynt at sitið við róðrið. Í februar mánað herjaðu vit á venjingina fyrst innandura og síðan heilt nógvar langar túrar í bátinum, so vit fingu áralagið í lagi, tí fýra av manningini sótu jú fyrstu ferð í kappróðrarbáti. Haldi, at vit vóru allir hugagóðir at fara til verka, og vit vandu hart. Og sjálvandi trúðu vit uppá, at vit fóru at klára okkum væl.

– Minnist, tá eg SMS-aði til formannin og boðaði frá, at nú var Havnarbáturin mannaður, og himmals fegin var Bjarti, tí ring kensla hjá øllum var at sígga flaggskipið ómannað í neystinum. Innandura vandu vit bæði í rógvimaskuni og vandu eisini styrkivenjingar.

– Tá tú spyrt, hvussu nøgdir vit vóru við róðrarárið, so kann eg siga fyri meg sjálvan, at róðrarárið var uppliving av teimum heilt stóru. Tað var stuttligt, krevjandi og spennandi. Haldi, at eg sjálvur vandi onkuntíð tíggju ferðir um vikuna. Rann og vandi styrkivenjingar við síðuna av rógvingini, sigur Hákun og heldur fram.

Plettskot frá Jan Herman Hansen. Teir ungu hava givið alt, og í Álakeri vóru vit bara so stolt av ungu monnunum. Hetta, at teir hættaðu sær at manna 10-mannafrið og bjóða av. (Mynd Jan Herman Hansen)

– Vit fingu hjálp á leiðini, og menn vóru eisini plágaðir av skaðum, har einstakir fingu lyskuskaða. Eftir hvønn FM-róður hugdu vit saman eftir róðrinum og tóku saman um. Kanska fánaðu vit eitt sindur, so hvørt sum róðrarárið fór. Eri heilt vísir í, at allir umborð góvu alt teir áttu og meira aftrat í hvørjum róðri. Teir umborð á Orminum vóru eldri, royndari og kropssterkari enn vit, og tað vistu vit.

– Haldi, at vit taptu eitt sindur, at málini vóru so stutt summi bara 900, 920 og 960 metrar, og her hugsi eg serliga í kappingini ímóti Drekanum Reyða, sum seinni kom í kappingina. Ja, vit ætla at manna Havnarbátin næsta ár, og vit eru fimm seks, sum halda fram, og so koma nakrir umborð, sum í summar róðu við Drekanum. So talan verður framvegis um unga manning, sigur Hákun at enda

Róðrarárið 2020

Róðrarárið 2020 gjørdist heilt serlig vegna korona. Nógvar barnamanninga og nógvar dreingja – og gentumanningar. Og tað gekk bara væl at avgreiða róðrarnar, men kortini okkurt kundi verið gjørt nógv betur. Hasir innleiðandi róðrarnir hjá gentu – og dreingjum fóru við alt ov nógvar tíð, har man kundi funnið aðra skipan. Hví skal eitt 10-mannafar rógva 1000 metrar og dreingja – og gentubátar 2000 metrar. Hetta er ikki nóg gott. Vit kundu gjørt sum í fótbólti og hondbólti, har man hevur góðar royndir við a og b deildum. So var meira jøvn kapping allastaðni og skjótari at avgreiða.

Vónandi síggja vit fleiri 10-mannafør komandi summar. Plagdi at skriva, at vit skulu minst hava fimm bátar, skal kappingin gerast áhugaverd. (Mynd Jan Herman Hansen)

Og klokkutíðirnar kundu verið betri ásettar, tí tað tók ov langa tíð at avgreiða róðrarnar og serliga á ólavsøku. Nú tekur longri tíð at avgreiða róðrar, enn tá bátar róður 1500 og 2000 metrar. Sjálvandi skulu rógvarar skifta bát, men tað gera tildømis 8-manna – og 10-mannaførini ikki.

Vit, sum sum áhuga í kappróðri hava altíð nógv ynski. Vónandi fáa vit meira kapping í vaksnamannaróðrarnar og fleiri manningar. Allir bátarnir, sum vunnu á norðoyastevnu í summar vunnu allar sjey FM-róðrarnar við einum undantaki, og tað var, tá Knørrur vann á ólavsøku.

Ávís øki í dømingini fái eg ikki skil á. Meinti, at tað skal skjótast av, um bátur hongur fastur, men á ólavsøkuna sást, at bátur hekk fastur, men skotið var ikki av. Dømingin má ikki vera øðrvísi á ólavsøku enn á hinum stevnunum.

Annað er reyða kortið Firvald við gentum fekk. Um tú fært reyð kort í tildømis bóltspølunum, so missir sjálvt liðið mest sum einki og hevur møguleikan framvegis at vinna meistara heitið. Alt ov ógvusligt, at róðrarárið mest sum oyðilagt, tí bátur fær reytt kort. Í kappróðri er einki VAR ella livemyndir, sum í fótbólti, og vit kunnu ikki síggja, hvussu skeivt Firvaldur fór av kósini. Vit hava bara orðini hjá dómaranum. Komi í tankar um, at um Ormurin ella onkur annar toppmanning fekk reytt kort á norðoyastevnu, ja, so fekk Ormurin null stig og Havnarbáturin sjey stig. Torført hjá Orminum tá at hála innaftur stig  bara í sjey róðrum. Man kundi gjørt sum í Formul 1, har bilar missa sekundir. Spennandi, hvussu gongst næsta ár, ja, um korona aftur er viðspælari í kappróðri. (Vagnur)

Hákun mannar eisini Havnarbátin næsta róðrarár. Fimm seks rógvarar halda fram, og so koma nakrir ungir evnaríkir rógvarar aftrat umborð. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply