Hevði abbi Jákup Mørk “Gamli Mortan” vitað

Jákup Mørk er abbasonur Mortan Mørk "Gamla Mortan".
Jákup Mørk er abbasonur Mortan Mørk “Gamla Mortan”. (Mynd Niels Jákup Heinesen)

Sigur tú Mørk, sigur tú eisini B36, tí øll Mørk familjan heldur við B36. Tá eg sá myndina omanfyri á Facebook av Jákupi Mørk, hugsaði eg mítt: Hevði “Gamli Mortan” vita, at abbasonurin seinasta leygardag hevði funnið fram gull tvørsloyfuna til heiðurs fyri B36, so hevði abbin verið errin. Vit róptu abba Jákup fyri “Gamli Mortan”, tí sonur Mortan eitur eisini Mortan. Í B36 og Neistanum var Gamli Mortan serligur, tí hann vann FM-heitið bæði við B36 og Neistanum. (Skrivað í 2014)

Mortan Mørk var altíð í Gundadali, tá B36 og Neistin spældi. Børnini og abbabørnini spældu, og hann sá hvønn dyst. Og so var Mortan við B36 liðnum, sum í 1946 vann B36 fyrsta FM-heitið av teimum nú tíggju heitunum. Í B36 bókini “Rennið dreingir” stendur at lesa, at sunnudagin 18. august 1946 spældi B36 finalu ímóti VB í Gundadali. B36 vann dystin 3-1 og vann fyrsta FM-heitið til felagið. Eftir dystin vóru VB og B36 spælararnir bjóðaðir oman í Perluna. Har fekst hugnalig løta við práti, sangi og røðum frá báðum pørtunum.

B36 vinnur fyrsta FM-heitið í 1946. Aftast f.v: Arnold Hansen, Nichels Poulsen, Óli Jógvan Guttesen, Herluf Mikkelsen, og Jimmy McIntosh. Í miðuni Jógvan Debess, Hjørleif Hansen, Karl Johan Hansen, og Mortan Mørk. Fremst f.v: Tórleif Davidsen, Kriss Guttesen og Kjartan Nattestad. (Mynd Rennið dreingir)
B36 vinnur fyrsta FM-heitið í 1946. Aftast f.v: Arnold Hansen, Nichels Poulsen, Óli Jógvan Guttesen, Herluf Mikkelsen, og Jimmy McIntosh. Í miðuni Jógvan Debess, Hjørleif Hansen, Karl Johan Hansen, og Mortan Mørk. Fremst f.v: Tórleif Davidsen, Kriss Guttesen og Kjartan Nattestad. (Mynd Rennið dreingir)

Men aftur til myndina av Jákupi, sum er serlig, tí umframt tvørsloyfuna klødd við gulli, drekkur hann eina Føroya Bjór øl. Pipar og Salt søgdu á sinni í skemtisending, at nú var SISU komið heim til Klaksvíkar. Hetta kann ikki sigast um ølina, Jákup drekkur, tí henda ølin hevur altíð verið heima í Klaksvík. Lena mamma Jákup átti eitt skifti Restorffs bryggjarí, og Martin beiggi Jákup arbeiddi á bryggjarínum. Nù er bryggjaríið søga.

Jákup er B36 maður um ein háls, og vit kenna hann mest sum ítróttaskrivara á Sosialinum og á in.fo. Jákup sat eitt skifti í nevndini í B36. Pápi Jákup er Mikkjal Mørk, sáli og mamman eitur Lena Mørk, og teir eru tveir brøður. Jákup og Martin Mørk.

Tá vit siga Mørk og harvið B36, so kann leggjast aftrat, at venjarin hjá B36 Sámal Erik Hentze er giftur inn í Mørk familjuna, so hann fær óivað 100% stuðul til venjaraarbeiðið frá konuni Súnu Mørk. Løgið at hugsa sær, at tað eru 68 ár millum báðar myndirnar í tekstinum. B36 hevur nú vunnið FM-heitið tiggju ferðir: 1946, 1948, 1950, 1959, 1962, 1997, 2001, 2005, 2011 og 2014. Her má nevnast, at B36 vann ikki FM-heitið í 35 ár. Frá 1962 til 1997 var FM-turkur. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply