Tá turkihúsið úti í Hvannasundi brendi 4. oktober 1956

hjjhj
Eldur fór heilt illa við turkihúsinum og illa gekst at sløkkja eldin. (Mynd Dimmalætting)

Nógv fólk geva sær ikki far um, at stóri guli bygningur við Heygsvegin í Havn einaferð var eitt saltfiska- og turkihús. Tað vóru abbi mín Christian Christiansen, skipari og reiðari, og synirnir Jógvan og Debes Christiansen, sum lótu húsini í byggja í 1936. Uttan iva halda fólk, at løgið er, at teir bygdu húsið so langt frá sjóvarmálanum, tá talan var um saltfiska- og turkihús. Vit ungu gingu nógv í turkihúsinum, og hendingin frá 4. oktober 1956 er hending, sum eg ongantíð gloymi. Tá brendi turkihúsið heilt illa.

Tá í tíðini hoyrdist um alla Havnina, tá eldur var í, tí brandlúðrar vórðu settir upp nógvastaðni í býnum. Nú hava brandmenninir serliga fartelefon uppi á sær, og vit onnur vita næstan ikki, tá eldur var í. Tá í tíðini hugdu nógv fólk at eldsbrunum, og børnini fóru eftir ljóðinum og fylgdi sporinum hjá einasta brandbilinum í Havn. Vit búðu niðri á Landavegnum við Vesturkirkjuna, og í 1956 vóru eingi hús á Frælsinum, eingin Venjingarskúli og fá hús vestanfyri hjá okkum. Har vóru traðir, so langt eyguni rukku.

Síggi fyri mær, tá vit frá okkum sóu høgu eldsúluna upp úr takinum á turkihúsinum, og skjótt vóru vit børn á staðnum. Minnist, at mammubeiggi mín Debes var klatraður upp eftir einum jarnsteyra í elevatorinum, so hann kundi sløkkja málaran. Hann sá øgiligur út í andlitinum, tí bæði eygnabrýr og hárið var sviðið. Tað gekk seint at sløkkja eldin, tí ov lítið av vatni var har á leiðini og bara ein brandbilur. Eldurin var kyknaður í miðhæddini.

Tey hava varðveitt brandbilin frá 1948. (Mynd Vagnur)
Tey hava varðveitt brandbilin frá 1948. (Mynd Vagnur)

Tá eldurin varð slóktur, sá øgiligt út inni í turkihúsinum. Ì húsinum vóru tjúkkir bjálkar, sum ikki vóru brendir ígjøgnum men svartir av eldinum. Tá turkihúsið varð umvælt aftur, sóust tó hesir svørtu bjálkarnir, sum fyri okkum ungu mintu okkum á stóra eldsbrunan. Saltfiskur var í húsinum, men bara partur av fiskinum varð oyðilagdur, og eg minnist, at tey skóru uggarnar av fiski, sum síðani varð pakkaður og seldur av landinum.

Tá tú í dag tosar um turkihúsið úti í Hvannasundi ella við Heygsvegin, minnast flest fólk bara, at Grøði helt til í húsinum. Hetta var fyritøka, sum seldi frukt og handilstøð. Myndina omanfyri sá eg í bókini Tórshavnar sløkkilið 50 ár, men eg ynskti at finna upprunamyndina. Fór niðan á Brandstøðina, har myndin hekk á vegginum. Men hetta var ikki upprunamyndin, men “útklipp” úr Dimmalætting. Stavirnir Á.P stendur á myndini. Eingin ivi, at Á.P merkir Ásmundur Poulsen, sáli, sum tók nógvar myndir.

Brandbilurin á myndini er søguligur, tí hetta er fyrsti brandbilur í Føroyum, og sum kom til Havnar í 1948. Brandstøðin hevur varðveitt brandbilin, og bilurin er sum nýggjur og væl hildin. Søgan um hesar Bedford bilar er henda: Brandbilurin er eitt “K-modell”, sum sá dagsins ljós í 1931 í Onglandi. Amerikanska fyritøkan General Motor keypti 1925 ensku fyritøkuna Vauxhall til tess at koma á enska marknaðin.

Bedford bilarnir vóru frá fyrsta degi í 1931 væl dámdur bilur, og teir gingu sum heitt breyð til byrjan av seinna heimsbardaga í 1939, tá framleiðslan steðgaði, tí Churchill kravdi, at verksmiðjan heldur skuldu framleiða serlig hernaðarakfør. Eftir krígslok 1945 byrjaði framleiðslan aftur av Bedford lastbilum av sniðunum Bedford K, M og O. Turkihúsið við Heygsvegin stendur har enn. Eik banki eigur bygningin, og á økinum stendur skelti, at bygningur er til sølu. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply