Forminnissavnið átti beinanvegin at friðað gomlu neystini í Álakeri

Neystið hjá Havnar Róðrarfelag er søguligt neyst. Hetta er bygt á gamla Hornaneystið. Tað var tann tíð, tá bátar vanliga vóru drignir í neystini. (Mynd Vagnur)

Nú eru vit komin hartil í Havn, at havnarfólk mugu halda saman og hjúkla og verja um tað søguliga. Fekk bita í hálsin, tá eg hoyrdi, at nú ætlar Tórshavnar kommuna at broyta byggisamtyktina soleiðis, at gomul søgulig neyst kunnu byggjast um til íbúðir á loftinum. Sá onkrastaðni, at talan er um eini hundrað neyst í kommununi. Síggi eisini, at býráðslimur kundi hugsað sær at selt Bacalao. Álvaratos. Púra vitleyst at selja bryggjukantin í Havn til ríkmenn aðrastaðni í Føroyum, og púra vitleyst at fara eftir gomlu søguligu neystunum. Latið neystini fáa frið, og íbúðartrupulleikin má kunnu loysast á annan hátt.

Vit, sum eru uppvaksin í Havn, og nú er vorðin eldri, hava góð søgulig minni í sálini. Alt virksemið á Vesturu bryggju, Tórshavnar skipasmiðjuni og ikki minst í Álakeri. Tíðir broytast og vinnan broytist, men vit mugu ikki gloyma søguna men varðveita søguna, har tað ber til. Men tað sýnist, at býráðslimir, sum ikki eru uppvaksnir í Havn, hava slett ikki hesar kenslur sum vit onnur. Hjá teimum snýr seg alt um vinnuna og á vestfallið við søguni.

Vóni ikki, at Tórshavnar kommuna meinar við hesi neystini, tí tey príða um í Álakeri. (Mynd Vagnur)

Nú skal Álaker gerast til smábátapláss, og alt gott um tað, men Tórshavnar kommuna má syrgja fyri, at øll tey gomlu neystini, sum er havnarsøga, mugu varðveitast í núverandi líki. At geva spekulantum loyvi at umbyggja neystini til íbúðir er heilt burturvið, og tað mugu vit onnur syrja fyri ikki gerst veruleiki. Vit skulu geva slíkum býráðslimum dyst til mállinjuna.

Tað vóru eisini býráðslimir, sum vildu taka útsýnið í suður í hav frá Skansanum. Tá var lurtað eftir borgaranum, og ætlanin fall til tíbetur til jarðar. So eru býráðslimir, sum vilja byggja tjóðpall á Skálatrøð, men tí betur gerst hetta heldur ikki veruleiki, tí her hava hundraðtals borgarar eisini talað at og mótmælt.

Ger Tórshavnar kommuna rætt, so átti hon at fingið friðað øll neystini í Álakeri, tí tey eru prýði fyri eyguni. Spennandi at fylgja við, hvussu Álaker fer at hátta sær næstu árini. Í løtuni er ikki nógv at skriva heim um har á leiðini, tí har valdar ruðuleiki. Bátar, bilar, viðheftisvognar, bingjur og órutt hvørt um annað. Einki skipað. Tey siga, at Álaker skal gerast nýmótans vøkur marinuhavn. Vit bíða í spenningini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply