Úr myndasavninum – Kyndil fór til Kekkoslovakia eftir venjara

Igor og Peter Sigurd avmyndaðir í Vestmanna í 1986. (Mynd Vagnur)
Igor og Peter Sigurd avmyndaðir í Vestmanna í 1986. (Mynd Vagnur)

Herfyri kom eg fram á serliga mynd, sum eg tók í Vestmanna í 1986. Myndin er av kyndilsvenjaranum Igor Kmec og Peter Sigurdi Rasmussen við blómutyssi í hond. – Hví taka hesir báðir í hondina hvør á øðrum, og hví Petur Sigurd við blómutyssi. Ikki fekk eg tá fatur í Peter Sigurdi, tí hann var í Danmark, men nú er Peter Sigurd komin aftur, og eg fekk søguna um myndina.

– Eg var venjari hjá VÍF hetta árið, og Igor Kmec vandi Kyndil, og myndin er óivað tikin fyri dystin, sum var avgerandi, um tað bleiv Kyndil ella VÍF, sum vann FM-heitið. VÍF vann dystin 23-20 og harvið FM-heitið, men um tað var Igor, sum gav mær blómutyssið, minnist eg ikki, sigur Peter Sigurd.

Í 1985 tók Kyndil stórt tak at fara til Kekkoslovakia eftir venjara, og nýggi venjarin Igor Kmec var ikki hvør sum helst. Igor hevði ítróttaútbúgving á professarastigi, og í 1978 leiddi hann VSZ Kosice til meistaraheitið í kekkoslovakisku kappingini. Igor var eisini hjálparvenjari hjá kekkoslovakiska A-manslandsliðnum fyrst í áttatiárunum.

Igor hevði spælt hondbólt frá ungum árum, og hann spældi eisini í fleiri ár við Slavia Praha. Igor hevði nógvar royndir sum venjari, tá ið kom til Føroya at venja Kyndil. Umframt at vera hjálparvenjari hjá A-manslandsliðnum, vandi hann eitt skifti kekkoslovakiska mansunglingalandsliðið við góðum úrslitum, og besta úrslitið var bronsuheiðursmerkini í HM-kappingini í 1981, og tað var besta úrslitið, landsliðið nakrantíð hevði fingið. Í Føroyum skuldi Igor venja besta manshópin og kvinnuhópin hjá Kyndli.

Nógv kann skrivast og sigast um Igor Kmec, og mangt áhugavert er at lesa um venjaran Igor Kmec í bókini Bjartur lýsir Kyndilslogin. Eg kann minnast, at kyndilsspælararnir søgdu, at Igor legði ótrúligan dent á verjuspælið. Eisini skifti Igor nógv út í dystunum, tí hann arbeiddi ikki við løtuvinningum, tí tað galt um at fáa so nógvar spælarar á vøllin sum gjørligt, sum kundu mynda kyndilsliðini næstu árini. (Greinin skrivað í 2015)

Igor var blíður og fyrikomandi maður, og hann vandi kyndilslið tvey kappingarár. Men sjálvt um Igor fór úr Føroyum, var framvegis samband millum kyndilsfólk og Igor Kmec. Eitt dreingjalið hjá Kyndli var á hondbóltsferð í Kekkoslovakia um ársskiftið 1987/1988, og tað var Igor Kmec, sum fekk ferðina í lag. Kyndil heystaði ikki fruktirnar frá arbeiðinum hjá Igori, fyrr enn hann var farin úr Føroyum. Kyndil vann ikki meistaraheitið í 1985, 1986 og 1987, tí tað gjørdi VÍF. Men í 1988 og næstu fimm árini vunnu kyndilsmenn meistaraheitið.

Peter Sigurd Rasmussen

Og so aftur til myndina og Peter Sigurd Rasmussen. Peter Sigurd, sum er farin um tey 80 árini, er kent ítróttanavn í Føroyum. Nógv ung kenna óivað ikki fyrrverandi ítróttastjørnuna, men vit onnur kenna væl landsliðsmálverjan í fótbólti, sum spældi við HB, og landsliðspælaran í hondbólti. Peter Sigurd byrjaði at spæla hondbólt í Neistanum, men tá ið Kyndil varð stovnað í 1956, fór hann í Kyndil.

Peter Sigurd er útbúgvin lærari og arbeiddi fyrstu trý árini sum lærari í Fuglafirði, og hann var ein av teimum, sum birti lív aftur í ÍF hondbólt. Í heyst hevði eg felagsmynd tikin á Strondum av hondbóltsliðunum hjá StÍF og ÍF frá 1958, og tá er Peter Sigurd á myndini sum ÍF spælari. Eisini spældi Peter Sigurd við SÍF úr Sandavági, tá ið hann var vikarur í bygdini, áðrenn hann fór á læraraskúla. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply