Úr myndasavninum – Nógv er broytt í fimmti ár á havnarøkinum

Myndin er tikin seinast í 60-árunum. (Mynd Tórshavnar Havn)
Myndin er tikin seinast í 60-árunum. (Mynd Tórshavnar Havn)

Tað er áhugavert at síggja gamla mynd og so taka mynd av sama øki eini fimmti ár seinni. Hetta gjørdi eg í gjár, tá ið eg stóð ovast uppi yvir Skálatrøð og tók mynd av eystaru bryggju. Alt tað gamla Skeiva pakkhús, Müllers pakkhús, smiðjan og fabrikkin hjá Østrøm eru framvegis har, men nógv er broytt. Ovara myndin er frá seinast í 60-árunum, og niðara myndin av sama øki er júst tikin. Síðani seinast í 60-árunum eru molarnir longdir, og nýggjur moli gjørdur út frá Fiskasentralinum. Á niðaru myndini eru allir bilarnir á Skálatrøð og nógvu frítíðarbátarnir.

Nógv virksemið var á eysturbryggju á mínum ungu døgum. Hundraðtals fólk arbeiddu á Tórshavnar Skipasmiðju, Bacalao, Fiskasentralinum, Saltsøluni, Tunnuvirkinum og hjá báðum oljufeløgunum. Nú er mest sum øll fiskivinnnan burtur av økinum, tó er landingarmiðstøð í gomlum bygningi hjá Bacalao. Tað var tann tíð, tá ið nýggju skipini hjá Akseli Hansen komu inn um Molan flaggskrýdd. Fyrst línubátarnir Brestir og Beinir, og síðani trolararnir Magnus Heinason, Brandur Sigmundarson, og línubátarnir Brestir, Breinir og Búgvin, og seinni stásiligi trolarin Brestir og aðrir trolarar. Men hetta er alt søga.

Nógvir bilar og frítíðarbátar, men mest sum eingin fiskivinna á eystaru bryggju. (mynd Vagnur)
Nógvir bilar og frítíðarbátar, men mest sum eingin fiskivinna á eystaru bryggju. (mynd Vagnur)

Bacalao varð stovnað í 1952, og øll árini sat Aksel Hansen sum stjóri. Okkurt árið tók fyritøkan ímóti 15.000 tonsum av fiski. Umframt, at fiskurin varð skorin til flak í flakamaskinum, var saltfiskur frá trolarum vaskaður og turkaður í turkikanalum. Klippfiskurin varð útfluttur serliga til Brasil og Spania. Virksemið hjá Bacalao er ikki til longur, og trolararnir vóru seldir til Sørvágs. Seinni helt Fiskavirkin til í bygningunum, men fyritøkan er eisini givin.

Umframt Bacalao, so var nógv virksemi á Tunnuvirkinum, Saltsøluni, Fiskasentralinum og ikki at gloyma Tórshavnar Skipasmiðju. Men eisini á Skipasmiðjuni er virksemið minkað, tí skipini eru nú færri og størri.

Myndin niðanfyri sýnir serliga, at Skálatrøð er vorðið stórt parkeringspláss. Eg minnist, tá ið økið var borað, sprongt og slættað, og alt grótið fór í grótkastið við molarnar. Áhugavert at síggja á gomlu myndini, tí á sjónum eru eingir glastrevjabátur, og fleiri bátar og skip liggja fyri teym. Áðrenn molarnir vóru liðugt gjørdir, var Havnin brimpláss. Tey størru skipini fyri teymi eru Hekla, Reyði Krossur, og eg meini Njarlingur. Kúrberg og verjuskipið longri úti.

Eystara bryggja og alt økið á Skálatrøð var okkara stóra spælipláss. Við fabrikkina hjá Østrøm var sandstrond, har vit spældu. Mest spennandi var tó at rógva í jollum hjá skipasmiðjuni, og mangan róðu vit umborð á skipini, sum lógu fyri teym. Á gomlu myndini er eisini áhugavert at síggja, hvussu nógv er broytt á Argjum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply