Boksing í Føroyum fánaði spakuliga burtur í 1970 – árunum

Danin Tom B. Hansen og Eyðun Djurhuus í boksidysti á Háskúlanum. (Mynd Ítróttarárbókin 1972)
Danin Tom B. Hansen og Eyðun Djurhuus í boksidysti á Háskúlanum. (Mynd Ítróttarárbókin 1972)

Tað var tann tíð, tá føroyingur fóru upp á nátt at lurta í útvarpi, tí Cassius Clay, seinni Muhammad Ali, Ingmar Johansson ella Floyd Pattersson boksaðu um heimsmeistaraheitið. Undir krígnum boksaðu enskir hermann í Føroyum, og føroyingar hava boksað í Danmark. Einaferð æt eitt felag Tórshavnar boksifelag, sum var virki í 1960-árunum og fyrst í 1970-árunum.

Torben zwinge á ungum aldri. Hann flutti til Føroya eftir kríggi. Myndaeigari. Dagny Zwinge)
Torben Zwinge á ungum aldri. Hann flutti til Føroya eftir kríggi. Myndaeigari. Dagny Zwinge)

Í ítróttarárbókini, sum kom út í 1972, eru nakrar boksimyndir, og har stendur at lesa, at í Havnar boksifelag venja í løtuni umleiðis tjúgu mans. Í juni mánað hetta árið var danin Tom B. Hansen í Føroyum eina tíð. Hann var fyrr í árinum Sælandsmeistari í sínum vektflokki. Tá hann fekk at vita, at Ítróttafelagið Bragdið eisini hevði eina grein innan fyri boksing, var hann við nøkur kvøld. Skipað var fyri boksikapping. Venjarin hjá Tórshavnar boksifelag var Torben Zwinge, sáli. Eg havi prátað við Dagny Zwinge dóttir Torben Zwinge.

– Pápi mín er føddur í Danmark og búði fyrst parti av lívi sínum í Danmark. Mamman var úr Skálavík og pápin var dani. Pápi var fínmekanikari, giftur og átti ein son, men hann gjørdist einkimaður. Eftir seinna heimsbardaga flutti hann til Føroyar, har hann seinni hitti mammu mína Turið, sum hevði verið einkja í sjey ár. Pápi arbeiddi sum fínmekanikari í Føroyum alla sína tíð, til hann doyði 67 ára gamal í 1988. Tú spyrt, hvat eg veit um pápa og boksing?

– Eg minnist tíverri  ikki so nógv, hvussu gekst pápa mínum sum boksari. Mamma hevði helst vitað betur at svara, men hon er jú tíverri eisini farin. Men eg síggi í eini “scrapbók, eg havi liggjandi, at hann bleiv nr. tvey í weltervekt í Jysku junior meistarakappingini á heysti 1943.

Amerikumaðurin Floytt Pattersson og sviin Ingmar Johansson boksaðu tríggjar dystir. Ingmar vann ein og Floytt tveir dystir.
Amerikumaðurin Floyt Pattersson og sviin Ingmar Johansson boksaðu tríggjar dystir. Ingmar vann ein og Floyt tveir dystir.

´- Ì somu “scrapbók” síggi eg, at hann 16. januar 1944 vinnur á sama manni, tá teir boksa í Aalborg Håndværkerforening. Jyllandsposten skrivar sama dag, at harðasta og besta dystin í finaluni boksaðu jydin Torben Zwinge og Victor Jørgensen úr Skive. Victor var í gólvinum tvær ferðir og Torben einaferð. Torbein Zwinge vinnur dysti við dómaraatkvøðunum 2-1, skrivar Jyllandsposten, sigur Dagny.

Sjálvur minnist ómetaliga væl, tá føroyingar boksaðu á Háskúlanum og í niðaru fimleikahøllini í Tórshavnar kommunuskúla. Mær er sagt, at boksararnir vóru vístir úr kommunuskúlanum, tá ein tungur sandsekkur, sum vigaði nógv, skuldi havt skeiklað ein av bummunum í høllini. Dagny sigur, at pápin Torben Zwinge var ikki heilt tryggur við boksing í Føroyum.

Muhammed Ali vann OL-gull í 1960, og so gjørdist hann yrkisboksari.
Muhammad Ali vann OL-gull í 1960, og so gjørdist hann yrkisboksari.

– Pápi visti, at boksing er vandamikil ítróttagrein, og hann helt, at føroyingar ikki rættiliga høvdu “repekt” fyri ítróttagreinini. Hann var bangin fyri, at persónar fóru at misbrúka ítróttagreinina úti í gerandisdegnum. Kanska í býnum um kvøldarnar.

– Eg haldi, at pápi helt, at føroyingar ikki vóru nóg búnir at fáast við hesa ítróttagrein, tí í Danmark var boksing gomul og væl skipað ítróttagrein sum aðrar ítróttagreinar, sigur Dagny at enda.

Eg havi spurt meg fyri ymsastaðni um boksing í Føroyum, tí eg veit, at nakrir føroyingar hava boksað í Danmark. Millum annað Børge Rubek Nielsen, sum var niðri undir krígnum. Eisini segðist, at Bambus eitt skifti boksaði í boksifelag í Danmark. Eg giti, at tá Torben Zwinge gavst at venja Havnar boksifelag, og danin Tom B. Hansen fór av landinum aftur, so fánaði boksing í Føroyum spakuliga burtur í einki. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply