Úr myndasavninum – S.S.B skótar fóru í 1928 á fyrstu summarlegu uttanlands

Mynd frá 1928 á skótalegu í Danmark. Frá vinstru Helge Michelsen, Poul, sum eg ikki kennist við, og Aage Michelsen. Helge fimtan og Aage seytjan ára gamlir á skótalegu í Gravenshoved. (Familjumynd),

Mamma okkara, sum í fjør fór um sýn, átti nógvar familju – og aðrar myndir, sum hon hevði skipað í brævbjálvar, og sum lógu eftir henni, tá hon flutti á Ellisheimið í 2011. Havi fleiri ferðir kagað í brævbjálvarnar, og nú komst tú fram á nakrar serligar skótamyndir frá seinast í 1920-árunum. Visti, at pápi okkara og beiggjarnir vóru skótar, men ikki visti eg, at abbi okkara Hans Jakku Michelsen var frá 1926 til hann doyði í 1943 ein av teimum fimm í liðráðum í Skótalið Sigmuds Brestissonar. Liðráðið, sum mest vóru foreldir, var treyt, um føroyskir skótar skuldu vera við í altjóða skótasamarbeiðinum, og tí mátti S.S.B innlimast í ”Det danske spejderkorps”.

Skótalið Sigmunds Brestissonar stytt S.S.B var stovnað á vári 1926, og á sumri í 1928 fóru S.S.B skótar fyrstu uttanlandsferð. Pápi okkara, sum var fimtan ára gamal, var við á ferðini. Skótarøðlsan hevur sín uppruna í Bretlandi um 1909/1910, og sum breiddi seg um allan heimin. Tað var Robert Baden Powel, sum var ímyndin av skótarøðsluni, og endamálið var at útinna góðan borgaraskap fyri dreingir millum annað við at leggja gott í teir, venja teir at vera fyrivarnir, lýdnir og líta á seg sjálvar, venja teir í tænastu og at røkja likamið, andaliga og mentunarliga.

Skipafelagið keypti Tjaldrið í 1925. 27. juni 1946 rendi Tjaldrið, sum var á veg til Klaksvíkar, á Mjóvanes og sakk. Mynd: Havnin – fólk og yrki

Nakrir royndir vóru í Føroyum at birta lív í skótarøðslu, men ikki fyrr enn um árskiftið 1925/1926 tóku fýra bødreingir við Eskildi Christiansen á odda seg saman og savnaðu sekstan dreingir í skótarøðslu. Teir vóru hepnir frá byrjan, tí teir fingu danan Henning Holm, róptur Bomme, sum arbeiddi í Føroyum og hevði verið liðhjálpari í Roskilde, at gerast liðleiðari hjá teimum. 23. apríl 1926 góvu ungu dreingirnir á fyrsta sinni skótalyftið. Teir komu at halda til í húsum á Bakkahellu, sum skótarnir seinni keyptu.

Sorg var millum ungu skótarnar, tá danin Henning Holm hálvtannað ár seinni flutti av landinum, og skótarnir stóðu uttan leiðara. Men aftur vóru teir hepnir, tí danski landfútin í Føroyum Sundorph játtaði at gerast liðstjóri. Hann hevði royndir sum skóti og skótaleiðari í Danmark, og við Sundorph sum leiðara vaks talið av skótum.

Myndin er helst frá 1927. Síggi, at pápi okkara og brøðirnir Ejler og Aage eru á myndini. Eisini mammubeiggin Debes Cristiansen. Mamma hevur sett kross við teir fýra. (Familjumynd)

Eftir seks ár í S.S.B, fór Sundorph av landinum aftur, og tá tóku føroyskir skótar við leiðsluni. Teir vóru Christian Weihe og Hendrik Jacobsen. 2.februar 1951 fylti SSB 25 ár, og tí sambandi kom út forvitnislig bók, sum Rikard Long legði til rættis. Òtrúligt, sum skótarnir longu frá byrjan vóru virknir við skótalegum kring landið, útferðum og ymsum kappingum. Hetta var tíð uttan fartelefon og onnur lurtitól.

S.S.B skótarnir fóru 3. juli 1928 við Tjaldrinum á summarlegu við Gravenshoved í Suðurjútlandi. Veðrið var einki serligt, og fleiri skótar gjørdist ringir í sjóverki. Áhugavert at lesa í bókini um ferðina, har føroyskir skótar hittu danskar, norskar, svenskar og pólskar skótar. Nógv var á skránni allar dagarnar millum annað skótakappingar, ferðir í fjøllunum og ymsar ítróttakappingar.

Síggi á felagsmyndini omanfyri, sum er tikin í Føroyum, at umframt pápa, so eru pápabeiggjarnir Ejler og Aage á myndini, og eisini mammubeiggin Debes Christiansen og onnur kend andlit. Giti, at myndir er frá 1927. Á myndini ovast stendur á baksíðuni: Til mindes om Korpslejren 1928 på Gravenshoved. Har standa eisini nøvini Helge, Poul og Aage. (Vagnur)

Skuldi S.S.B vera partur av aljóða skótasamarbeiðinum, so skuldi skótarnir hava liðráð. 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply