Høgni Mohr, Øssur Patursson og Trygvi Árting málaðu LOYSING

LOYSING er vorðið slitið og kámt. Onkur átti at málað tað aftur., (Mynd Jóhann Mortensen)

Tá tú sum smádrongur við Landavegin gjørdist eldri, víðkaðist sjónarringurin. Vit lærdu at svimja í Sandá og Sandagerði, og tá vit dugdu at svimja, sluppu vit oman í Vágsbotn og Vestaru bryggju, sum bleiv okkara spælipláss. Sum tólv ára gamal komst tú oman í Álaker, har systkinabarnið Lill stýrdi á 8-mannafarinum Ørvi. Kundi rógvari ikki rógva eitt kvøldi, so róði Lill, og tú stýrdi. Tá komst tú í róðrarhøpi at kenna ávís staðarnøvn fram við Argjalandi, og eitt var LOYSING, sum var málað á hamara millum Gulan og Argjaboða. har aliringarnir nú liggja. Tá gavst tú tær ikki far um, hví orðið LOYSING var hvítmálið á hamara har suðurin.

Sum smádrongur komst tú í Álakeri í róðrarhøpi at kenna nøvnini Sandagerð, Sandagerðsnes, Argjahøvda, suðuri á Gulanum, Úti í Buð, LOYSING, Glyvursgjógv og Glyvursnes. Tað kom eisini fyri, at størri kappróðrarbátarnir fóru suður um Glyvursnes fram við  Borá og út á Kirkjubønes, men hetta var sjáldan, tí steymhart er um nesini. Tá manningar róðu málið inn í Vágsbotn, var hita upp út á LOYSING ella har um leiðir.

Fyri ikki so langari tíð síðani, segði Bjarti Mohr mær, at pápi hansara Høgni Mohr, sum er 92 ár ára gamal og býr á Boðanesheiminum, og tveir vinmenn málaðu LOYSING á hamara har suðurin. Hetta var juli mánað fyri fólkaatkvøðuna 14. september 1946. Báðir vinmenninir vóru Øssur Patursson (1919-1995) úr Kirkjubø og Trygvi Árting (1923- 2007) úr Havn.

Høgrumegin á grøna stykkinum inni í Bug stóðu stóðu málstengurnar á 2000 metramálinum, tá róð var kapp inn í Vágbotn. (Mynd Vagnur)

Høgni Mohr er sonur Kjartan Mohr, sum átti Tórshavnar Skipasmiðju, og frá skipasmiðjuni lándu ungu menninir skipasmiðjujollu. Teir fingu hvíta skipsmáling og eisini langar bambusstengur, sum vóru brúktar á skipasmiðjuni, tá teir málaðu skip á beding..

Nógv órrusta var millum manna fyri fólkaatkvøðuna 14. september 1946, og hugskotið at málað LOYSING á hamara har suðuri var fyrst og fremt at minna suðuroyingarnar á álvaran av fólkaatkvøðuna, tí flestu suðuroyngur vóru ikki fyri at loysa frá Danmark.  Tá suðuroyingar komu við Smyrli til Havnar, ella Tjaldrið kom úr Danmark skuldu ferðafólkini síggja vakra navnið LOYSING tíðuliga frá lúnningini, tá skipini siglu framvið og inn á Havnina.

Onnur mynd tikin úr bláum kappróðrarbáti av LOYSING. Her hevur onkur málað merki. LOYSING er litfarið av tíðarinnar tonn.

Tá tú sært sjóvarmálan har suðurin, er ikki lætt at koma á land frá sjónum. Klatra upp á hamaran við máling og longum bambusstengrum, men hetta gjørdu ungu menninir. Ì 1940 – árunum lógu eingir aliringar har suðuri, og bátar bæði størri og smærri siglu nær landi, tá siglast skuldi suður í Nólsoyarfjørð. Tí sást LOYSING so væl.

Tíðin og harvið veðurlagið slítur orðið Loysing, og tú veitst, at teir hava umvælt LOYSING nakrar ferðir, men í løtuni sæst LOYSING næsta ikki úr landi og serliga, tá tú mást halda teg eystanfyri aliringarnar. Síggi eisini, at onkur hevur málað merkið við síðuna at LOYSING, men hetta var ikki gjørt í sambandi við fólkaatkvøðuna í 1946.

Bjarti Mohr sigur mær, at pápi hansara Høgni Mohr upplivdi ikki fólkaatkvøðuna, tí tá var hann farin út í heim at sigla. Hann hevði heldur ikki valrætt sum nítjan ára gamal. Niðanfyri síggja vit øll staðarnøvnini úr Sandagerði suður á Kirkjubønes. Staðarnøvnini eru úr bókini Argir, sum Hans Jacob Sigvardsen gav út í 1978. Viggo Olsen savnaði staðarnøvnini. (Vagnur)

Staðarnøvnini eru nógv úr Sandagerði suður á

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply