Ungdómsróðrarnir sólskinssøga í summar – vaksnamannaróðrarnir alt annað enn hugaligir at sjá

Á norðoyastevnu í 2006 róðu seks 10-mannafør. Nærmast

Tá fólk spyrja meg, hví tú ikki skrivar um kappróður í summar, sum tú hevur gjørt hvørt ár síðani 1980-árini, so er svarið einfalt. Tá slett eingin kapping er í vaksnamannaróðrunum og FM-heitini longu avgjørd á norðoyastevnu, so er einki at skriva heim um. Fáir bátar og slett eingin spenningur. Vaksnamannaróðurin er framvegis í kreppu, men tá tað er sagt, so hava ungdómsmanningarnar sett met, og tað kunnu vit øll fegnast um. Havi til stuttleika hugt í hagtøl frá ár 2000.

Hesi tjúgu árini frá 2000 eru 10-mannf, 8-mannf, 6.mannf við monnum og 6.mannf við kvinnum samanlagt fækkað 50%. Á Sundalagstevnu herfyri róðu trý 10-mannafør, fýra 8-mannafør, sjey 6-mannafør við monnum og trý 6-mannafør við kvinnum. Samlagt seytjan manningar. Á sundalagsstevnu ár 2000 róðu fimm 10-mannafør, trettan 8-mannafør, seks 6-mannafør við monnum og níggju 6-mannafør við kvinnum. Samlagt 33 bátar. Havi ikki talt við 5-mannaførini við kvinnum, tí í 2000 var einki aldursmark, har bæði kvinnur og gentur róðu í sama róðri.

Havi higartil sæð nakrar róðrar í sjónvarpinum og lurta eitt sindur í útvarpinum. Tað hevur gingið bara væl at starta bátarnar, myndirnar og frásagnirnar í Kringarpinum góðar, tó at frásøgumenninir gott kundu vitað meira um einstøku manningarnar. Tú fílist á, at vit ikki síggja mállinjuna í tí løtu, startskotið brestur. Sá tildømis í Hvalvík, hvussu ójavnir bátarnir lógu løtu fyri startskotið, men tú sært ikki sum kappróðri uttanlands bátarnar á linju, tá skotið brestur. Kanska er hetta við vilja.

Fara vit til barnaróðrarnar, so er fantastiskt at síggja nógvu bátarnar. Heili seytjan dreingjamanningar og átjan gentumanningar hava higartil roynt seg, og hetta er met síðani barnaróðurin sá dagsins ljós 2002/2003. Tú fegnast altíð, tá róðrarfelag vaknar úr dvala, sum mest sum hava verið burtur í nógv ár. Her sipi eg tildømis um róðrarfelagið í Sørvági, sum hava spent seg út við nýggjari Dúgvu. Bæði dreingirnir, sum hava vunnið, og genturnar eru heilt frammi í oddinum. Drívið á.

Fimtan deingja – og fimtan gentumanningar hava higartil róð í summar, og hetta má vera met síðani ár 2000. Korona er ein orsøk, tí tey ungu sleppa ikki uttanlands við ørðrum ítrótti. Veit bara í Álakeri, at fýra manningar eru av hesu orsøk lagdar aftrat, og ongantíð í søguni hjá HR hava so nógvar ungdómsmanningar róð í felagnum.

Fari at nevna gentumanningina umborð á Jallinum. Hetta eru hondbóltsgentur, har bara ein genta áður hevur róð eitt ár barnaróður. Talan er um elituhondbóltsgentur, sum bæði gingu á hondbóltslinju í 9. flokki, og hava seinastu nógvu vikurnar vant landsliðshondbólt tríggjar til fýra ferðir um viku bæði styrki – og hondbóltsvenjing.

Tær fóru til stuttleika í Jallin nakrar vikur fyri norðoyastevnu, og abbadóttirin segði mær, at málið hjá teimum var ikki at vera aftastar. Kom óvart á tær, at Jallurin bleiv nummar seks á norðoyastevnu, og so var kósin sett upp á tindin, sum endaði við øðrum plássi á eystanstevnu og fyrsta plássi á jóansøku. Hesar gentur rógva nokk ikki næsta ár, tí tær fara uttanlands í lestrarørindum og koma ikki aftur til Føroya fyrr seinast í juni mánað næsta ár.

Vaksnamannaróður í stórari í kreppu

Nú vit øll fegnast um nógvu barnamanningarnar og nógvu dreingja – og gentumanningar, so er niðurstøðan, at barnaróðurin, sum sá dagsins ljós í 2002/2003, ikki hevur ment vaksnamannaróðurin. Tað sýnist, at tá tey ungu hava róð ungdómsróður í fleiri ár, so gevast tey at rógva um átjan nítjan ára aldur. Miðnámsskúlin er liðugur, nú skal annað henda lívsleiðin, og heilt nógvir rógvarar seta seg ongantíð aftur í kappróðrarbát.

Tá tú hyggur nærri at vaksnamannarróðrunum higartil í summar, so hevur tú ongantíð uppliva áður, og tað er heilt aftur í 1950-árini, at føroyameistarin í 10-mannaførunum, 8-mannaførunum, 6-mannaførunum við kvinnum og monnum og 5-mannaførunum við kvinnum longu eru funnin ella rættari sagt kosin eftir fyrsta róðurin á norðoyastevnu.

Eingin spenningur av nøkrum slagi, og tað má vera ring kensla hjá teimum í kringvarpium at varpa út hesar róðrar, tá vinnarin longu er funnin, áðrenn startskotið brestur. Eisini ring kensla hjá mongu fólkunum í RSF bátum og málbil at uppliva slíkt.

Vit kaga í bátastøddirnar

Kaga vit eitt sindur nærri at hesum bátastøddum, so kann byrjast við 6-mannaførunum við monnum. Hetta er bátastødd, har bátar koma og fara. Kann nevna, at bara tríggir bátar, sum róðu í bólkinum í fjør rógva í ár. Hvessingur, Gongurólvur og Riddarin. Í hesi bátastødd savnast eisini menn, sum elska at rógva men ikki vilja brúka so nógva tíð til venjingar. Ja, har sita eisini menn, sum eru farnir um tey hálvhundrað árini.

Hetta er alt frálíkt, men her er bara eingin kapping. Í fjør var Hvessingur einaráðandi, men nú eru komin Sundabáturin og ikki minst vinnarabáturin Smyril. Alt á gosi í Vági, men í mínum róðrareygum vildi eg heldur sæð Suðuroyingin ella 8-mannafarið Tofta Regin mannaðar. Umborð á Smyrli sita rógvarar, sum hava róð við hesum bátum.

6-mannaførini við kvinnum er beinleiðis keðiligi at hyggja at. Í fjør fekk Sølmundur onga kapping, men í ár hevur Jannie Dam Jacobsen fingið mannað Jarnbard, og alt gott um tað. Hon hevur verið umborð á Sølmundi eftir góðum rógvara og eisini verið úti á Argjum og aðrastaðni eftir rógvarum. Hetta hevur Jannie altíð duga ómetaliga væl. Men her eru bara tríggir bátar og eingin kapping, og serliga er orsøkin, at dygdarrógvari er farin av Sølmundi umborð á Jarnbard. So lítið skal til at broyta støðuna.

8-mannaførini er stutt at skriva heim um. Nevið Reyða hevur longu vunnið meistaraheitið, og úrmælingarnar umborð síggja vit nokk umborð á Klaksvíkingi næsta ár. Teir vunnu meistaraheitið við Fípuni Føgru í 2017, meistaraheitið við Páll Fanga í 2018, og ungu garparnir góðu Argjabátinum skarpan gang í fjør. Nú eru dreingirnir vorðnir eitt ár eldri, og Argjabáturin klárar ikki at fylgja við.

Hugaligt, at Knørrur er við, og meira enn gleðiligt at síggja Heiðabátin aftur, sum rør heilt væl. Til stuttleika kann nevnast, at í 1989, tað vil siga fyri tretivu árum, síðan róðu fimtan 8-mannafør í róðrarárinum.

5-mannafarið Erla Kongsdóttir hevur higartil vunnið allar róðrarnar, og mín viðmerking er ógvuliga stutt, og skrivaði hana eisini í fjør. Hví í Harrans navni mannað hesir góðu rógvarar, sum halda fram at vinna so trygt, ikki 6-mannafarið Rádna og bjóða av Jarnbardi og Sølmundi? Tí so høvdu vit fingið aðra kapping bæði hjá 6-mannaførunum og 5-mannaførunum við kvinnum. Kvinnurógvingin hevur í nógv verið í kreppu við ov fáum bátum og mest sum ongari kapping.

10-mannaførini og besta mansdeild í fótbólti

10-mannaførini eru fallin í djúpt hol, sum ikki er sædd síðani menn byrjaðu at rógva kapp seinast í 1800-talinum. Um nakrir óroyndir átjan nítjan ára gamlir dreingir ikki fóru umborð á Havnarbátin, ja, so var eingin 10-mannafarsróður í summar.

Sammeta vit 10-mannførini við bestu mansdeild í fótbólti, so eru nakrir líkar. Liðini, sum liggja ovast á stigatalvuni eru tey, sum hava stóra fíggjarætlan. Lið sum HB, NSÍ, KÍ og B36 megna ikki at uppala egna spælarar og ligga ovast í toppin, tí keypa feløgini útlendskar spælarar ella frá lægri liðunum í Føroyum. Í løtuni kappast bara hesi fýra líðini um meistaraheitið, sjálvt um bara triðingurin av kappingini er spældur. Lið sum Skála, AB og EB Steymur berjast um ikki at fara í næstabestu deildina. Tey hava ikki fíggjarorku at liggja í toppinum.

Fyri fýra fimm árum síðani eydnaðist Róðrarfelagnum Knørri at fáa mannað bát, sum eg kalli elitubát við rógvarum allir á fyrstu hill. Flestu rógvarar ikki uppaldir í felagnum, men komu eisini úr Eysturoynni og Klaksvík. Fara kanska tveir tríggir rógvarar av bátinum næsta ár, ja, so er lætt at fara kring landið eftir royndum rógvarum á fyrstu hill. Tí øll vilja vinna, og so er líkamikið um báturin er bláur ella venur í Kollafirð ella í Havn.

Trupulleikin hjá hinum feløgunum sýnist, at tey fáa ikki mannað 10-mannafar við rógvarum allir á fyrstu hill, men mugu taka til takkar við rógvarum eisini á aðru ella triðju hill, skal hugsingur vera um at manna 10-mannafarið. Vit síggja tildømis frá í fjør, at umborð Havnarbáturin og Suðuroyngur fóru allir í land eftir lokið róðrarár.

Hesi róðrarfeløg kunnu eins og HB, NSÍ, KÍ og B36 ikki keypa sær rógvarar at bjóða í hesum førinum Orminum av. Tí eru vit í syrguligu støðuni um 10-mannaførini. Bert ein elitubát, síðani nakrir átjan nítjan ára gamlir óroyndir dreingir umborð á Havnarbátinum og so Drekan Reyða av Argjum, sum mitt i kappingarárinum er mannaður við nógvum óvandum rógvarum og so teimum, sum vóru umborð á Lómi.

Hyggja vit inn í framtíðina, so er tó vón fyri framman, tí næsta ár fara teir umborð á Nevinum Reyða umborð á Klaksvíking, teir umborð á Havnarbátinum gerast eitt ár eldri, um teir rógva, og kanska eydnast at manna aftur Suðuroyingin. Men hetta er alt gitingar.

Kanska er man vorðin so gamal, at tú droymir teg aftur í ungdómsárini, tá sjey til tíggju 10-mannafør róðu á hvørjari stevnu, har bygdir og býir kappaðust hvør ímóti øðrum. Men hetta er alt farin tíð.

Var við í kjakinum á sinni, tá 1500m og 2000 m teinarnir vóru strikaðir. Nógv køn vísti á, at nú fóru vit at síggja fleiri 6-manna – 8- manna – og 10-mannafør, men undirritaði vísti á tað mótsatta. Og so gjørdist. Stórt afturstig fyri føroyska kappróður, at longu teinarnir vóru strikaðir. Vit fingu eina vangaskerda kapping í størru bátastøddunum.  (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply