Úr myndasavninum – Knút Petersen (1938-1987) var HB-ari og serlig býarmynd í Havn

Lítli Knút var trúgvur HB-ari, las nógv og fylgdi væl við í samfelagsviðurskiftum.

Fekk forvitnisliga mynd sendandi av Knúti Petersen róptur Lítlí Knút úr Havn, sum var egin, og sum vit øll kendu. Hann gekk altíð í vælvaskaðum og reinum gummistyvlum, keppi og mynsturbundnari troyggju. Prátaði av og á við Knút, sum fyrst og fremst snúði seg um fótbólt, tí hann var HB-ari við stóra H. Hann fylgdi eisini væl við í samfelagsviðurskiftum. Knút er uttan iva hugskotið til sangin Kalla Katt hjá Kára P, sum hann yrkti og syngur so væl. Havi spurt systurson Knút og kagað eitt sindur í lívsleiðina hjá kendu havnarmyndini og HB-aranum, sum í 1987 doyði ov ungur bert 49 ára gamal.

Fyri okkum ungu við Landavegin var Bringsnagøta serlig, tí húsini Arnesminde var politistøð, har politibilarnir stóðu uttanfyri, og fongslið var jú úti í Tinganesi. So alt hetta hugtók okkum ungu.

Í Bringsnagøtu byrjaði Havnar Keypssamtøka í 1952, og hinumegin stóðu smá hús, har Knút skómakari hevði skósmiðju, og har vart tú nakrar ferðir inni við pápa, sum skuldi forsóla skógvar, sum tað tá æt.

Skómakarin Knud og konan Jetta Alvilda og níggju av teimum trettan børnunum. Myndin er frá umleið 1930. (Myndaeigari: Knútur Gray)

Har sat Knút skómakari, doyptur Knud, á krakki við knívi og hamara í hond. Hann kom fyrst í málaralæru hjá Poul í Geil, men har var hann ikki leingi. Í 1931 fór hann í skómakaralæru hjá pápanum Knud, sum hevði skósmiðju og skósølu í Arnesminde.

Ikki altíð lætt at halda skil á nøvnunum, tí har itu bæði sonur, pápi, abbi og langabbi Knút. Síggi, at fleiri eru doyptir Knud, navn, sum er komið úr Noregi, men teir blivu allir róptir Knút. Tildømis Gamli Knút, Lítli Knút og Knút skómakari.

Lítli Knút búði í gulu húsunum á Tórsgarðshamri, sum ensku hermenninir bygdu í 1943. Húsini vóru kommandomiðstøð við sambandi vestur í Vágar heim á Skansan og inn á Skálafjørðin. (Myndaeigari Eyðhild Sivertsen)

Hesin Knút skómakarin var pápi havnarmyndina og býarmyndina HB-aran Knút Petersen, róptur Lílti Knút, sum uttan iva fekk hetta navnið sum smádrongur, tí pápi hansara æt eisini Knút. Foreldrini hjá Lítla Knúti vóru Jetta Alvilda (1902- 1994), sum var úr Valunum á Tvøroyri, og skómakaran Knút (1900-1968), og tey áttu trettan børn. Tríggjar vóru genturnar: Anna, Isalina rópt Lina og Svanbjørg, og tíggju vóru dreingirnir: Petur, Andreas, Árni, Gunnlagur, Herjálv, William (Villi), Rodmund, Torbjørn, Páll og Knút.

Vanligt var, at familjur fingu seks gravir, men so er ikki longur. Vit síggja gravsteinin hjá foreldrunum hjá Lítla Knúti, og Knút liggur nærmast høgrumegin í grøv nummar 136. (Mynd Vagnur)

Sekstan ára gamal fór Lítli Knút til Íslands at sigla við íslendskum fiskiskipum, og har var hann í tíggju ár. Komin aftur til Føroya lossaði hann mangan á Eystaru bryggju, og hann búði í kommandohúsinum á Tórsgarðshamri. Hetta vóru kommandohús, har ensku hermenninir undir seinna heimsbardaga høvdu gott útsýni yvir skipa- og flogferðslu inn á Skálafjørðin og eystur og suður í hav. Henda radarakommandostøð hevði samband vestur á flogvøllin, út á Skansan og inn á Skálafjørðin.

Knút las nógv og var tí vitandi maður. Altíð stóran áhuga, hvussu gekst HB og fylgdi væl við og var mangan at síggja í Gundadali, eisini tá HB vandi. Pápi hansara Knút skómakari spældi í fleiri ár á besta liðnum hjá HB, og vistu tú ikki í knappari vending nakað at práta við lítla Knút um, so var bara at nevna HB.

Thomas Michael Smith hevur teknað.

Síggi fyri mær Knút í vælvaskaðum reinum gummistyvlum, keppi og mynsturbundnari troyggju. Søgan um reinu gummistyvlarnar er áhugaverd, tí gøtan frá kommandohúsunum oman í býin var skitin og vát, og tí mátti Knút fara í gummistyvlar. Niðri við Lavatrøðna við barnagarðin Lítlaskóg hevði Knút lappa goymdan í garði, har hann steðgaði á og turkaði gummistyvlarnar, áðrenn leiðin gekk longur oman í býin. Tá lappin gjørdist skitin, ja, so legði hann nýggjan reinan lappa í garðin.

Tað sigst, at býarmyndin og HB-arin er lossingarmaðurin Kári P syngur um í sanginum Kalli Katt. Eingin ivi er um, at Knút er júst Kalli Katt. Býarmyndin og HB-arin Lítli Knút var føddur 12. januar 1939 og doyði 49 ára gamal 10. november 1987. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply