Úr myndasavninum – Nøkur barnaminni um kappróður

Vit fóru fleiri ferðir á ólavsøku oman á Kongabrúnna at hyggja at kappróðrarbátunum. (Mynd Havnin-fólk og yrki)

Myndin omanfyri er frá ólavsøku 1939, tíggju ár fyri eg var føddur. Men júst henda myndin vekir nøkur barna- og ungdómsminni um kappróðurin á ólavsøku. Í mínum ungdómsárum stóðu allir kappróðrarbátar til framsýningar á Kongabrúnni alla ólavsøkuna, og júst sum á myndini, sóu nógv fólk bátarnar. Hvør bátur hevði sína søgu.

Kappróður hevur altíð fylt nógv í mínum hugaheima, og kappróðurin á ólavsøku var eitt av heilt stóru hæddarpunktunum á ólavsøku. Eri uppvaksin við Landavegin, men okkara spælipláss var eisini niður við sjóvarmálan á Vestaru bryggju, Skálatrøð, Vágsbotni og ikki minst í Álakeri, har neystið hjá Havnar Róðrarfelag stóð. Tá átti Havnar róðrarfelag bara tveir bátar. 10-mannafarið Havnarbátin og 8-mannafarið Ørv. Fyrst í 1960-árunum mátti byggjast skúrur upp í neystið vestureftir, tí Niclas í Koltri smíðaði 5-mannafarið Sílið til felagið.

Nógvir áskoðarar sóu kappróðurin á ólavsøku í 1958. Sjey 10-mannafør síggjast á myndini.

Men aftur á Kongabrúnna. Eg minnist, at vinnandi bátar fingu umframt steyp silvurplátur á skrúva á bátarnar, og tað vóru serliga hesar plátur, sum vit ungu vildu síggja. Síggja, hvussu nógvar róðrar bátarnir høvdu vunnið. Tá vóru fýra stevnur norðoyastevna, jóansøka, vestanstevna og ólavsøka. Eitt 10-mannafar hevði serligan áhuga, og tað var 10-mannafarið Sunnbingur, tí ymsar søgur vóru um bátin og manningina. Vit vistu, at sunnbingar vóru serliga sterkir menn, ja, og so trúðu vit, at tá teir søgdu, at um teir ikki vunnu á ólavsøku, so ótu teir bátin. Hetta var alt spennandi.

Tá var róð inn í Vágsbotn, og serliga hugaligt var at standa í Vágsbotni, tá kappróðrarbátarnir róðu av Kongabrúnni og framvið áskoðarunum í Vágsbotni, fram við Vestaru bryggju og út undir Argjaland. Góð kappróðrarminni at minnast aftur á.

Nú er alt øðrvísi. Vit hava fingið inniróður, tey skipa fyri snarróðrum og ódnartøkum umframt tær sjey FM-róðrarnir. Kappróðrarbátarnir standa ikki longur á Kongabrúnni til gleði fyri ólavsøkugestirnar, bátarnir rógva bara 1000 metrar, og bátatalið er fækkað nakað seinnu árini. Men enn er stórur áhugi fyri kappróðri millum manna, og eins og undanfarin ár gleði eg meg til róðrarárið. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply