Modell av fronskum rannróknarskipi hongur í Mariukirkjuni

Kongaminni er vakurt listaverk, sum stendur á vælvaldum plássi. (Mynd Vagnur)

Tá ið tú kemur inn í vøkru katólsku Mariukirkjuni í Havn, hongur vakurt rannróknarskip í kirkjuni. Vinnmaður mín FinnBjørn Guttesen hevur sent mær nakað um rannróknarskipið, sum sakk í Íslandi í 1936. Fjøruti mans vóru við skipinum, bara 3. stýrimaður bjargaðist. . Rannsóknarskipið var fleiri ferðir í Føroyum.

Rannsóknarskipið var fleiri ferðir í Føroyum.

Rannsóknarskipið var eitt av trimum skipum, sum skiparin Jean Baptiste Charcot lat byggja, og Pourquoi Pas varð serliga ætlað til rannsóknir í norðurhøvum, og kom skipið at arbeiða serliga við Grønland, Ísland og Føroyar. Skipið gjørdi fleiri drúgvar ferðir úr Fraklandi og norðeftir og var fleiri ferðir í Føroyum. Millum annað kom skipið í 1927 á Fuglafjørð.

13. septembur 1936 kom rannróknarskipið á Reykjavík at fáa olju og proviant. Skipið sigldi bæði við seglum og hevði motor. Skipið fór síðani úr Reykjavík, og 15 septembur kom skipið í herviligt ódnarveður við orkan styrki. Motorurin hevur óivið ikki megna at hildið skipinum nóg langt úr landi, og 16 septembur rendi tað á boða í Streymfjørðinum. 23 mans doyðu mest sum beinanvegin, meðan seytjan mans bardust í eina tíð í vrakinum, men máttu lúta, áðrenn hjálpin náddi fram. Bara 3. stýrimaðurin Eugene Conidec bjargaðist av teimum fjøruti monnunum.

Skiparin Jean Baptiste Charcot var óivað katolikkur.

Tað var skiparin Jean Baptiste Charcot, sum gav modellið av rannsóknarskipinum til katólsku kirkjuna á síni seinstu ferð í Føroyum á sumri í 1936. Sama árið sakk rannsóknarskipið Pourquoi Pas í Íslandi, og skiparin doyði í vanlukkuni.

Alt hevur eina søgu, eisini rannsóknarskipið, sum hongur so vakurt í Mariukirkjuni. Sum eg skrivi í aðrari grein seinni, síggi eg úr vindeyganum katólsku kirkjuna, men ikki fyrr enn nú veit eg, at tað er modellið av fronskum rannsóknarskipi, sum hongur í Mariukirkjuni.

Havi roynt at leitað eftir rannsóknarskipinum Pourquoi Pas á altnótini, og haldi ikki, at eg fari skeivur, at fransmenn hava í løtuni stásiligt rannsóknarskip, sum er uppkallað eftir gamla Pourquoi Pas, sum gjørdist vrag í Íslandi í 1936.

Hitti annars einaferð útlendskt par, sum stóð uttan fyri Havnar Kirkju, tey vóru við ferðamannaskipi, sum lá við eysturu bryggju. Tey spurdu, um Havnar Kirkja var katólsk, men tað er hon ikki, segði eg teimum. Tey vildu síggja katólsku kirkjuna, og eg vísti teimum leiðina, so tey komu til kirkjuna. (Vagnur)

Modellið av Pourquoi Pas hongur so vakurt í kirkjuni. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply