Nøkur minnisbrot nú Sverri Faber Wang er fluttur um sýn

Sverri Wang á ungum árum í 1960-árunum

Hósdagin 25. juni andaðist Sverri Faber Wang á Boðanesheiminum 70 ára gamal, og í dag 28. juni  fylgdu vinir og kenningar Sverra til gravar, dagin hann hevði fylt 71 ár. Sverri var grivin í gravstaðið hjá foreldrunum Knúti og Anettu Wang. Sverri hevur langt lív búð í Danmark, men eftir at konan Anna doyði, ynskti hann at koma aftur til Føroya og búgva í barndómsheiminum í Tróndargøtu. Seinnu árini var heilsan hjá Sverra farin at bila, og nú orkaði hann ikki meira. Hann búði nú hann andaðist á Boðanesheiminum. Eftir sita vit vinir við nógvum góðum minnum bæði sum hondbóltsvinir í Neistanum og seinni í heiminum við Tróndargøtu.

Sverri var sonur Knút Wang, fyrrverandi blaðstjóra á Dagblaðnum, og Anettu Wang, sum var donsk og var komin til Føroya eftir seinna heimsbardaga at arbeiða á Tjaldurs apoteki. Áhugavert er eisini, at Erik Faber, pápi Anettu og abbi Sverra, arbeiddi sum lækni eitt skifti seinast í 1880-árunum á Gamla hospitali. Knút og Anetta komu at kennast á matstovuni hjá Ellingsgaard, sum var matstova nær gamla Klubba. Tá undirritaði eftir fýra ár í Nonnuskúlanum flutti oman í Kommunuskúlan, kom eg at ganga í sama flokki sum Sverri. Vit skúlanæmingar komu nógv í heimi hjá Sverra og teimum, sum stóð skamt frá skúlanum.

Serliga minnist eg, tá dreingir spældu fótbólt á vegnum í Tróndargøtu, og vit høvdu garaguhurðina sum mál. Tá vóru ikki nógvir bilar í gøtunum. Sverri kom at spæla hondbólt í Neistanum, og var av bestu hondbóltsspælarum og eisini fótbóltsspælarum. Tað var Sverri, sum bað meg koma at spæla við dreingjaliðnum hjá teimum, sum júst var flutt upp í unglingadeildina. Sverri var bæði spælari og leiðari, og tað var hann, sum tók stig til allar venjingardystirnar, vit spældu kring landið og serliga í Vestmanna.

Sverri á fermingardegnum saman við foreldrunum Knúti og Anettu Wang.

Hondbóltsleiðin hjá Sverra endaði tíverri brádliga, tí hann á prutli rendi á pakkhús á Eystarubryggju og fekk stóran skaða í høvdið. Annars fór hann fyrst í læru í Sjóvinnubankanum, men so knappliga fór hann á ítróttaskúla í Danmark. Knút Wang var blaðstjóri á Dagblaðnum, og Sverri skrivaði sum heilt ungur um ítrótt á blaðnum. Á ferð í Danmark hitti hann Annu, sum var úr Hesti, og saman við henni búði hann í Keypmannahavn í mong ár.

Sverri og Anna eru ferðabúgvin ávegis av landinum.

Anna andaðist í 2017, og Sverri kendi seg einsamallan í Danmark, og hann plagdi at siga í telefonini: Hvat skal eg gera í Danmark, tá Anna er farin, eg vil heim aftur til Føroya. Og tað kom hann fyrst í februar í 2018, men dreymurin at búgva í barndómsheiminum gjørdist stuttur, tí hann var ov illa fyri at búgva heima, sjálvt um hann hevði heimahjálp.

Neistaungdómar í Noregi í 1964. Frá vinstru aftast: Finn Bjørn Guttesen, Jógvan Martin Mørk, Niels Símun Johannessen, Tønnis Wardum, Elinborg Trond Johansen, ferðaleiðari, Sólrun Mikkelsen, ferðaleiðari, og Mai Breckmann og Helena Mortensen, sum vóru í gentuhópinum. Húkandi í miðjuni frá vinstru: Bjarni Samuelsen og Sverri Wang. Fremst frá vinstru: Tummas Joensen, Echardt Persson, Eyðfinn Lamhauge og Kristjan á Neystabø.

Sjálvt um Sverri búði í Danmark, komu vinmenninir í Føroyum at hava tætt samband við Anettu. Ein spennadi vitug kona, sum var spennandi at tosa við. Anetta las nógv, og hon plagdi at siga, at hon altíð hevði fleiri bøkur liggjandi ymsastaðni í húsinum í senn. Einar tvær lógu í stovuni, og so las hon í aðrari bók, tá hon fór til songar. Eg plagdi at arga Anettu, tí vit vildu hava hana at tosa føroyskt, tí hon hevði jú búð í Føroyum síðani 1947. – Ikki talan um, fólk skulu ikki fáa møguleikan at flenna at mær, tí eg komi ongantíð at tosa nóg væl føroyskt, segði Anetta.

Sverri við FM-steypinum í 1966. F.v: Haraldur, Sverri, Steinbjørn, Finn Bjørn og Vagnur.

At enda leita tankarnir til góðu løturnar á kamarinum hjá Sverra, har vit skemtaðu okkum, men trupulleikin var, at Sverra dámdi mest sum bara Elvis sangir. Hann átti allar LP pláturnar, sum vóru útkomnar, meðan vit aðrir hildu okkum heldur til Rolling Stones, Kinks, Beatles og meira harðari rock. Ja, sjálvt frensurin hjá Sverra og teimum æt Elvis. Góði Sverri, hvíl í friði vinurin. Lívsleiðin hjá tær var til tíðir strevin. Nú liggur tú tryggur undir liðini á foreldrum tínum, og vit eru øll fegin um, at hetta bar til. (Vagnur Michelsen)

Ótrúlig minni at minnast aftur á. Her vinna vit steypakappingina í Vestmanna. St.f.v.: Jógvan Martin Mørk, Sverri Wang, Hans Mortensen og Steinbjørn Slættanes. Húkandi f.v: Vagnur Michelsen, Bjarni Samuelsen, Echardt Persson og Kristjan á Neystabø.
Kistan er júst komin av Boðanesheiminum í Kirkjugarðskapellið.
Við sorgblídni í dag at síggja merkið í hálvari stong.

Viðmerking

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply