Hvíldarheimið Naina frá 1936 hevur kensluborna og áhugaverda søgu

Mynd frá 1950. Til vinstru húsini hjá viðoyinginum, síðani Hvíldarheimið og húsini hjá Finni Helmsdal. Frálílt og vælvalt økið at byggja Hvíldarheimið. (Mynd úr myndabók hjá Harry S. Johansen,)

Tá tú úr myndabók hjá Harry S. Johansen fekk mynd frá 1950, har tú sært niðan í Gundadal og Hvíldarheimið Naina, komst tú tat hugsa um bókina Hvíldarheimið Naina 1936-2016. Hvíldarheimið fylti áttati ár í 2016, og í hesum sambandi kom út forvitnislig og góð bók, sum Hanna S. Absalonsen skrivaði. Tú hevði hoyrt og sæð, hví Hvíldarheimið í 1936 fekk navnið Naina, men nú vildi tú kanna hetta nærri og havi lisið bókina.

Naina Scharla Nielsen fødd 29. august 1893 var úr danska býnum Bromme í Sjællandi og flutti seinni til Lynge sunnan fyri Sorø. Foreldrini góvu dóttrini navnið Naina, tí tey hildu, at staðarnavnið Nain, sum er nevnt í Bíbliuni, var vakurt navn og hóskaði til dóttrina. Innsavningin til Hvíldarheimið var eindømi í Føroyum, tí 3.200 gevarar harav 800 skúlabørn lótu pening til nýggja Hvíldarheimið, sum var vígt 23. februar 1936. .

Naina Scharla Nielsen (1893-1934) var fødd í Danmark.

Eftir lokna skúlagongd í Lynge fór Naina á húsarhaldslæraraskúlan Ankerhus, har leiðarin stýrdi skúlanum við myndugleika. Hennara sterka kristna persónsmenska lærdi næmingarnar at skapa virðing og kærleika, so teir mentust at vera væl útbúnir at taka við leiðarastørvum í samfelagnum.

Naina var eftir prógvið síðani lærari í nøkrum húsarhaldsskúlum á Sjællandi, og har kom hon í samband við føroyskar næmingar, sum greiddi henni frá viðurskiftum í Føroyum. Hetta førdi til, at á sumri 1926 kom Naina fyrstu ferð til Føroya.

Øll sóu beinanvegin, at konan var konubrot, tí hon byrjaða beinanvegin at undirvísa í matgerð í Havn og ymsum bygdum. Longu í 1927 keyptu hon grundøki í Havn, tí hon vildi byggja húsarhaldsskúla, sum var liðugur í 1929. Sjúkrasystirin Alma Emilia Juhlert, sum var donsk, var sett í starv á skúlanum at undirvísa í barnarøkt og fyrstuhjálp, vanligari heilsurøkt og reinføri.

Naina hevði nógvar ætlanir, tí hon sá í føroyska samfelagnum, at korini hjá føroyskum kvinnum og gerandisdagurin hjá føroyskum húsmøðrum var strevin við arbeiði úti og inni við nógvum børnum. Hon sá eisini, at korini hjá hesum kvinnum vóru ikki altíð av teimum bestu, sum serliga vóru møddar av nógvum barnsburðum. Tær trongdu at fáa stað at hvíla seg til tess at koma fyri seg aftur. Naina spældi sær tí við hugsjónini at byggja hvíldarheim.

Men tíverri kom Naina ikki sjálv at gera hugsjónina til veruleika, tí longu í 1930 á ferð í Amerika gjørdist hon sjúk av krabbameini. Hóast svára sjúku hevði Naina framtíðarynski at byggja hvíldarheim upp í húsarhaldsskúlan. Hon bar fleiri ferðir upp á mál við Almu Juhlert um ætlanina. Men hetta broyttist alt, tí lívsdagarnir hjá Nainu vóru taldir.

Hjúnini E og Alma Juhlert seldu húsini við Tinghúsvegin, og peningurin fór til Hvíldarheimið. (Mynd bókin Hvíldarheimið Naina)

Vakran summardag í 1934 komu boð eftir vinkonuni Almu, tí nú hevði Naina so nógva pínu, at hon var flutt á sjúkrahúsið. Krabbameinsjúkan var komin í beinagrindina, og longu. 8. september 1934 andaðist Naina bert 41 ára gomul.

Alma Juhlert sjúkrasystir slóðar víðari fyri hvíldarheimið

Alma Juhlert og  Anna Winther Lützen samstarvsfelagir hjá Nainu fingu ábyrgdina av, at síðsti viljin var framdur hjá Nainu. Naina hevði skrivað testamentið, og ognirnar hjá henni skuldi slóða fyri hvíldarheimi. Eftir fundir tær báðar høvdu við almennar myndugleikar tað veri seg sjúkrahúsið, kommunur og landið var gjørt av, at húsarhaldshúsini hjá Nainu, sum nú eitur Uppistova eystan fyri Losjuna, ikki vóru egnaði til hvíldarheim. Tí vóru ognirnar seldar og farið var at leita eftir nýggjum grundøki.

Mynd av Hvíldarheiminum frá 1936. H.C.W Tórgarð teknaði húsið  og var byggimeistari. Frits Hansen gjørdi timburarbeiðið og Maskinsnikkaravirkið í Miðvági snikkaraarbeiðið. Nyholm Debes legði sanitet og Kaj Hansen sentrahita, Andreas Mouritsen málaði heimið og Leif Mohr stóð fyri el.innleggingini. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Víst var á øki við Plantasjuna, men politisk ósemja var í býráðnum, um hvíldarheim kundi ikki byggjast á øki, sum var ætlað til plantasju. Men Ringberg amtmaður loysti knútin, og tey fingu 600 fermetrar stórt øki, har Hvíldarheimið nú stendur. Eitt var grundøkið, annað var at útvega fígging til hvíldarheim, tí ringur tíðir vóru í 1930-árunum.

Hvíldarheimið kostaði 55.000 krónur at byggja við øllum. Ognin hjá Nainu gav 9.000 krónur, tá húsini vóru seld til Jens í Dali. Rørandi at síggja, hvussu innsavningin fór fram eisini í Danmark. Skriv var sent í hvørt hús í Føroyum, og tá avtornaði høvdu 3.200 gevarar harav 800 skúlanæmingar kring landið latið pening til Hvíldarheimið. Innsavningin gav 15.000 krónur, men enn var ikki nógmikið av peningi.

Sjúkrasysturin Alma Juhlert við borðendan var fyristøðakvinna árini 1936 til 1945. Hon slóðaði veruliga fyri ynskinum hjá Nainu um tiltronkt hvíldarheim. (Mynd bókini Hvíldarheimið Naina)

Alma Juhlert var fantastisk, tí hon fór innsavningarferð til Danmarkar, har hon vitjaði Guð og hvønn mann, sum kundi geva sítt íkast til hvíldarheim í Føroyum. Hon kom aftur við 22.000 krónum. Tað var H.CW. Tórgarð, sum teknaði Hvíldarheimið og var byggimeistari. Alma var somikið snild á danmarkarferðini, at hon fekk betonfyritøku at lata sementið til heimið ógvuliga bíliga.

Jákup Dahl próstur vígdi 23. februar 1936 Hvíldarheimið. Alma gjørdist fyristøðukvinna og maðurin Ehrenfred Juhlert gjørdist nevndarformaður og hevði rokniskapin. Tey brendu so mikið fyri Hvíldarheiminum, tí tá stóð á fíggjarliga frá byrjan, seldu tey húsini hjá sær við Tinghúsvegin og góvu Hvíldarheiminum allan peningin. Tey bæði búðu í lítlari íbúð í Hvíldarheiminum, og eitt skifti fekk Alma sær ongan løn, men tey bæði livdu av lønini,  maðurin fekk sum postavgreiðslumaður.

Hvíldarheimið í vøkrum umhvørvi. (Mynd Vagnur)

Kann leggja aftrat, at nógv onnur vóru góð við Hvíldarheimið, tí ein systur Nainu, sum búði í Kanada, sendi 2000 krónur, og Ollufa Brandt dóttir amtmannin Dahlerup stuðlaði byggingini av Hvíldarheiminum og stovnaði gávugrunnin Amtmand Dahllerups legat, har peningur hvørt ár var latin til Hvíldarheimið.

Í 1946 fóru Juhlert hjúnini úr Føroyum, men boð vóru eftir teimum aftur í 1964, tí tá var raksturin hjá Hvíldarheiminum vorðin so tungur, at heimið mátti steingja. Juhlert hjúnini komu til Føroya at fáa Hvíldarheimið á føtur aftur. Tey tosaðu við landsins myndugleikar og kommunurnar, og alt endaði við, at Hvíldarheimið fekk nóg mikið av stuðli frá landi og kommunum, at framtíðin var bjargað. Hvíldarheimið læt uppaftur í 1965 og stendur í 2020 sum ljósur varði við Plantasjuna í Havn.

Hvíldarheimið hevur rørandi og áhugaverda søgu, og undirritaði fekk hugskotið til greinina, eftir at fyrrverandi fyristøðukvinnan Ása Kiærbech Olsen um páskirnar andaðist. Tað var hon, sum í 2015 tók stig at fáa Hannu S. Absalonsen at skriva bókina Hvildarheimið Naina 1936-2016. Í 2016 fylti Hvíldarheimið áttati ár. Undirritaði kom fyrst í 1970 – árunum at búgva nær Plantasjuni og Hvíldarheiminum, og serliga minnist eg nógvu barnakonurnar, sum búði á Hvíldarheiminum, tí tær skuldu eiga hvørja løtu. Síggi tær fyri mær spáka í grannalagnum, men barnakonur síggjast ikki longur við Hvíldarheimið. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply