Mina Wilhelm seymaði hattar og húgvur, og skraddar Debes seymaði frakkar og draktir

Mamma helt hattin vera dekan ov ógvuligan. Smágentan er systir Christin.
Mamma helt hattin vera dekan ov ógvusligan. Smágentan er systir mín Christin.

Eg fann ein dagin í myndagoymsluni hjá mammu eina ungdómsmynd av henni. Hon hevði á høvdinum serligan hatt. Myndin er frá 1942. Altíð áugavert at práta við mammu um farnar tíðir, men henda dagin vildi hon ikki so væl at tosa um júst henda hattin, tí sum hon segði: – Hann gjørdist dekan ov ógvusligur, sum eg ikki ætlaði. Mina Wilhelm var “modist” og hevði handil og seymistovu í heiminum í Niels Finsensgøtu, har Suðuroyr Sparikassi heldur til. Men hvat er ein modistur?

Mina f. 1915 í Vági og d. 1998.
Mina f. 1915 í Vági og d. 1998.

Mina, sum er fødd í 1915, kom sum ung úr Vági til Havnar og fór síðani til Keypmannahavnar at læra til modist, sum er persónur, sum snikkar til handseymaðar hattar og húgvur. Tú kundi biðja Minu sveyma tær hatt ella húgvu eftir máti, og Mina seymaði eisini “seriu” av húgvum, sum til tildømis seinni stundentarhúgvur í hópatali.

Ein modistur ikki bara seymar og klippur, hann skal eisini koma við hugskotum til kundan, hvør nú hattur ella húgva júst passar best til viðkomandi. Hon ella hann skal hava handalag og sans fyri móta og litum til tann einstaka. Modisturin skal eisini kunna broyta hattar og húgvur, sum kanska vóru slitnir og máttu vendast.  Alt hetta prátaði eg við mammu um. Mina og mamma gingu í sama binduklubba í trýs ár, og mamma keypti mangan hattin frá Minu. Og hon sigur:

– Ein góður vetrarfrakki ella sunnudagsfrakki var kostnaðarmikil at útvega sær. Eg minnist, at eg sum ung keypti ein frakka hjá Essaba fyri 100 krónur. Hetta var nógvur peningur tá, tí eg forvann 50 krónur um mánaðin sum skrivari hjá sakføraranum Husted Andersen. Frakkin var goldin í tveimum tvær ferðir 50 krónur. Vanligt var, at fólk keyptu frakka “uppá avbetaling”, sum tað æt tá.

– Skuldi tú hava góða dragt, so var at fara til skraddar Debes, sum helt til í Bringsnagøtu. Har fekk eg onkra dragt og frakka seymaðan eftir máti. Klæðini vóru gjørt úr góðum tilfari, og frakkar og dragtir hildu í nógv ár. Tú skifti ikki hesi klæði út í tíð og ótíð.

Sigrid omma hevur fjøður í hattinum. Kanska gásafjøður.
Sigrid omma hevur fjøður í hattinum. Kanska gásafjøður.

– Skaddar Debes var ikki altíð at lýta á, tí hann helt mangan ikki gjørdar avtalur. Minnist eina søgu um skraddar Debes og ein mann, sum skuldi hava nýggjan frakka seymaðan. Tá maðurin kom eftir frakkanum, sá hann skræddar Debes í vindeyganum, men tá hann bankaði á dyrnar, var eingin skraddari at síggja. Hann fór at leita í húsinum, og at enda fann hann skraddaran sita í trappuni undir lemminum niður í kjallaran. Skraddarin var ikki byrjaður at seyma frakkan, sum skuldi lata júst í dag. Samvitskan nívdi.

– Eg minnist, tá Mina kom úr Vági til Havnar, har hon eisini hevði seymað ymist. Hon fór til Danmarkar at læra til “modist” og afturkomin til Havnar læt hon upp seymistovu og handil í Niels Finsensgøtu. Hetta var fyri kríggið kanska 1935/1936. Hon búði í húsinum, hevði seymistovu, og handil við sýnisglugga út ímóti vegnum.

– Tá í tíðini gingu kvinnurnar í hatti og húgvum, og menn í hatti og keppi. Fólk høvdu altíð okkurt á høvdinum, hetta sær mann eisini á gomlum myndum. Eg minnist, at Elin systir Ebbu Mortensen stóð í læru hjá Minu.

– Móti skiftir, og tað gjørdi hann eisini tá. Eg minnist, at eina tíð gingu serliga ungar kvinnur við turriklæði um høvdið bundið sum ein turban, har turriklæðið var fest aftan, sigur mamma at enda.

Sjálvur minnist eg við Landavegin, at nakrir menn bóru hat og langan frakka. Eisini minnist eg stórur hattarnar, sum kvinnur bóru, ja, fyri eini tjúgu tredivu árum síðani. Hattar við heilt stórum skugga, sum tú nú sjáldan sært longur. (Vagnur)

Mina búði og hevði handil og seymustovu í húsi í Niels Finsensgøtu.
Mina búði og hevði handil og seymustovu í húsi í Niels Finsensgøtu.
Menn bóru altíð hat ella húgvuá høvdinum. Manning umborð á sluppini Grundick í 1942.
Menn bóru altíð hat ella húgvuá høvdinum. Manning umborð á sluppini Grundick í 1942.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply