Eg gekk í 1977 á møti hjá Jehova vitnum í ein mánað

Nú ein dagin fekk eg blaðið "Vagttårnet" í hondina frá nøkrum vitnum á gøtuni. Hetta var forsíðumyndin.
Nú ein dagin fekk eg blaðið “Vagttårnet” í hondina frá nøkrum vitnum á gøtuni. Hetta var forsíðumyndin.

Tá ið eg gekk á Føroya læraraskúla frá 1974 til 1979 var kristni ella rættari sagt “religión” ein av lærugreinunum. Í 1977 skuldu vit skriva høvuðsuppgávu í kristni, og valdi eg at skriva um Jehova vitni í Føroyum, har eg serliga legði dent á søguliga partin. Eg tosaði við nógv fólk, m.a. við varabispin Eivind Vilhelm. Í 1977 var Ríkissalurin hjá Jehova vitnum í húsunum hjá Rasmusi og Aase Nygaard við Noregsveg. Ríkissalurin í Havn er nú Yviri við Strond.

Tá ið vit skuldu velja evni at skriva um í uppgávuni, skrivaði lærarin nakrar møguleikar á talvuna, men eg var nakað seinur á sjóvarfallinum, tí vóru fá evni eftir at velja ímillum. Eg kendi eitt sindur brøðurnar Rasmus og Kaj Nygaard, sum vóru rútavaskarar í Havn, og sum eg visti vóru Jehova vitni. “Eg velji at skriva um Jehova vitni”, helt eg uttan at gera mær far um, hvat eg vildi skriva um, tí ikki var eg tá kønur í Bíbliuni. Fari fyrst og fremst at skriva um søguliga partin, og tað man fara at ganga.

Í 1977 var Ríkissalurin í niðaru hædd í húsinum hjá Rasmus Nygaard við Noregsveg. (Mynd Vagnur)
Í 1977 var Ríkissalurin í niðaru hædd í húsinum hjá Rasmusi Nygaard við Noregsveg. (Mynd Vagnur)

Fyrst gekk leiðin á bókasavnið at læna bók um Jehova vitni, og hetta var áhugaverdur lesnaður. Tað var adventisturin Charles Taze Russell úr Pennsylvania í USA, sum í 1870 legði fyrstu lunnarnar undir Jehova vitni, sum fyrstu nógvu árini æt “bíbliustudentarnir”. Høvuðsmunurin millum Jehova vitni og onnur trúðarsamfeløg er, at Jehova vitni avvísa tríeinigheitslæruna, læruna um tað brennandi helviti, og at sálin er ódeyðulig. Jehova vitni halda ikki jól, páskir og føðingardagar. Tey eru hernoktarar, lata ikki blóð, og tey velja ikki til býráð ella løgting, tí tey siga, at tað er bara “ein”, sum stýrir øllum, og tað er Jehova.

Annars leggur trúðarsamfelagið stóran dent á at boða frá, at “paradísið” einaferð verður á jørðini, og tað er í hesum sambandi, at vit hava hoyrt um heimsins enda. Heimsins endi merkir í teirra hugaheimi, at einaferð verður alt ónt týnt og ruddað burtur á jørðini, og eftir er bara alt tað góða, “paradísið”.

Mynd av Ingrid Joensen stendur í myndinabókini Tórshavn frá 1976.
Mynd av Ingrid Joensen stendur í myndinabókini Tórshavn frá 1976.

Tað eru umleið átta milliónir vitni í heiminum, í Danmark eru eini 15.000 og í Føroyum umleið 140 vitni. Fýra ríkissalar eru í Føroyum, í Havn, Runavík, Klaksvík og á Tvøroyri. Bløðini “Vagttårnet” og “Vågn op” verða prentað í 45 milliónum eintøkum, givin út í 239 londum og oyggjasamfeløgum á 600 málum.Tað, sum vit vita um fyrstu Jehova vitni í Føroyum, er, at tey fyrstu komu til Føroya í 1952, og fyrsti ríkissalurin var í einum sethúsum í Vørðsluni í Havn.

Í 1916 doyr Charles Taze Russell, og nýggjur leiðari gjørdist Joseph Franklin Rutherford, sum var leiðari til 1942. Undir leiðslu Russells æt felagsskapurin “bíbliustudentarnir”, men í 1931 broytti Rutherford  navnið til Jehova vitni.

Eg gekk á møti tríggjar ferðir um vikuna

Eg var væl móttikin, tá ið eg fyrstu ferð trein inn í møtisalin við Noregsveg. Møti var sunnumorgun og tvær ferðir mitt í viku. Serliga minnist eg “teokratiska skúlan”, har fólk lærdu at viðgera eitt evni skjótt og greitt, sum tey skuldu brúka, tá ið tey vitjaðu føroysku heimini. Eisini fyriskipaðu tey bókatími heima hjá vitnum, har eg eisini var við. Fyrsta føroyska kvinnan, sum gjørdist limur í Jehova vitnum, var Ingrid Joensen, sum búði í Hornabø, har eg vitjaði hana.

Í 1985 flutti Jehova Vitni í nýggjar Ríkissal Yviri við Strond. (Mynd Vagnur)
Í 1985 flutti Jehova vitni í nýggjan Ríkissal Yviri við Strond. (Mynd Vagnur)

Ingrid vaks upp í Skotlandi og dugdi ikki væl at tosa føroyskt. Hon segði mær, at einaferð bankaðu tvey donsk fólk úr Jehova vitnum á dyrnar hjá henni. Hon var niðri í gongini og ruddaði, men hon vildi ikki hava nakað við vitnini at gera. Vitnini løgdu lítla bók á máttuna í gongini, áðrenn tey fóru av stað aftur. Seinni fór Ingrid at lesa bóklingin, og tá fann hon útav, at hetta var júst nakað fyri hana. Ingrid sást í Havnar gøtum í tænastuni fyri Jehova vitnum. Ein ótrúliga áhugaverd og fitt kona at tosa við.

Nógvar mannagongdir eru broyttar í Jehova vitnum, síðani eg skrivaði uppgávuna. Í sjónvarpinum og øðrum fjølmiðlum síggja og lesa vit um fólk, sum er farin úr trúðarsamfelagnum, og har hava Jehova vitni strangar reglur. Velur tú at fara úr trúðarsamfelagnum, verða øll bond, eisini mangan familjubond, kvett við viðkomandi. Jehova vitni er annars eitt afturlatið trúðarsamfelag. Eisini tosaði eg við fólk, sum ikki høvdu nakað við Jehova vitni at gera millum annað Eivind Vilhelm táverandi varabisp í Føroyum, .

Fyrsti ríkissalur hjá Jehovas vitnum var í Vørðsluni hús nr. 2. (Mynd Vagnur)
Fyrsti ríkissalur hjá Jehova vitnum var í Vørðsluni  í  Havn. (Mynd Vagnur)

Føroyingurin er torførur at flyta andaliga, og tí eru Jehova vitni bara eini 140 í Føroyum. Nógv kann skrivast um Jehova vitni, men eg vil bara leggja aftrat, at pápi mín dámdi ikki væl, at eg gekk á møti hjá teimum. Óivað helt hann, at tey kundi ávirka meg. Eisini minnist eg, at eg møtti einum manni, sum var granni hjá ríkissalinum við Noregsveg. Hann steðgaði mær einaferð, tá eg kom spákandi út eftir Landaveginum við tasku í hond og helt leiðina í ríkissalin. Hann spurdi meg, um eg var vorðin óður í høvdinum. Men tá eg segði honum frá uppgávuni, fekk pípan annað ljóð. Eitt skulu tey í Jehova vitnum eiga, og tað er, at eg var ótrúliga væl móttikin serliga av brøðrunum Kaj og Rasmusi Nygaard. (Vagnur)

Myndin er úr blaðnum "Vågn op" i høvuðsgrein, at tú skalt varða teg ímóti kriminalitiet. Tey duga væl at velja røttu myndirnar, sum røra kenslurnar.
Myndin er úr blaðnum “Vågn op” har høvuðsgreinin sigur frá, at tú skalt varða teg ímóti kriminaliteti. Tey duga  ótrúliga væl at velja røttu myndirnar, sum røra kenslurnar hjá lesaranum.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply