Úr myndasavninum – Nøkur minni og orð um megnarkvinnuna Frú Müller

Frú Müller á skrivstovuni. Megnarkvinnan var formaður í Reiðarafelagnum í tíggju ár. (Myndaeigari: John Müller)

Siti júst og hyggi at 70 ára gamlari mynd, sum eg fekk úr myndabók hjá Harry S. Johansen. Tankar mínir leita aftur í barnaárini, og vit eru stødd við húsini hjá Frú Müller í Gongini og síggja eisini radiohandilin hjá Wellejus. pakkhúsið hjá Evensen og Kristnastovu. Síggi fyri mær, tá eg saman við ungdómsvininum Jan Müller nakrar ferðir var inni hjá Frú Müller, sum var omma Jan.

Vit vistu, at Hans Müller abbi Jan var deyður á ungum árum bert 36 ára gamal, og konan Frú Müller hevði sitið einkja í nógv ár. Søgan um Frü Müller er áhugaverd, tí tá maðurin fall frá, átók konan sær uppgávuna at reka DFDF avgreiðsluna og reiðaravirksemið, sum umfataði nógv fiskifør. Tað var um reppið, at Frú Müller tyngd av sorg fór av landinum, tá maðurin brádliga doyði í 1925. Nøkur orð um Frú Müller.

Hans og Ebba Müller áttu tveir synir Ebbe (1917-1967) og Eidin (1921-1989). Eidin og konan Mia búðu við Landavegin og áttu synirnar Frank, Jan og Michael, og Ebbe og konan Henny búðu í grannahúsunum hjá foreldrunum í Gongini og áttu børnini Hans, John og Ebbu. Ommubørnini róptu ommuna Bibi, hetta var kelinavn, sum omman hevði við sær úr Danmark, tí Frú Ebba Müller var donsk uppvaksin í Silkeborg fødd Zahle.

Frú Müller og Petra Danielsen, sum var arbeiðsgenta hjá Frú Müller.N Ikki visti eg av, at økið æt Undir kjallara. Vit kendu bara navnið Müllers brúgv, sum var bygd um 1920. Húsið høgrumegin hjá Frú Müller og teimum var tikið niður, og Ebbe og konan Henny bygdu sær hús har í 1943. (Myndaeigari: John Müller)

Hans og Frú Müller høvdu góða útbúgving. Hans tók løgfrøðisligt embætisprógv í 1919 og fór beinanvegin at arbeiða í reiðarínum og DFDS arvgreiðsluni hjá pápanum Sørin Müller. Hann virkaði samstundis sum fulltrúi á amtsskrivistovuni, so hann kundi fáa viðurkenning sum løgfrøðingur. Í 1919 tók hann yvir DFDS avgreiðsluna og eisini reiðaravirksemið. Eitt skifti átti fyritøkan trettan fiskifør.

Mynd frá 1950, tá Harry S. Johansen og svenskur gestur spáka í Gongini. Vit síggja húsini hjá Ebbe og Henny, húsini hjá Frú Müller, Wellejus, pakkhúsið hjá Evensen og til høgru Kristnastova. (Mynd ur myndabók hjá Harry s. Johansen)

Í 1925 hendi stór vannlukkan í Müller familjuna, tá Hans (1888-1925) doyr bert 36 ára gamal av sponsku sjúkuni, og har stendur Frú Müller eftir við tveimum smádreingjum Eidin og Ebbe og stórari fyritøku. Havi lisið onkrastaðni, at Frú Müller var so tyngd av sorg, at hon ætlaði at siga Føroyum farvæl og flyta til Danmarkar. Men hvussu við reiðaravirkseminum og DFDS avgreiðsluni?

Øll í Müller familjuni og onnur høvdu stóra virðing fyri Frú Müller, sum hevði góða útbúgving sum bankakvinna. Tey heittu inniliga á Frú Müller um at yvirtaka reiðaravirksemið og DFDS avgreiðsluna, og eftir umhugsunartíð gjørdi hon av at vera verandi. Frú Müller minkaði í næstum um reiðaravirksemið við fleiri skipunum men varðveitti DFDS avgreiðsluna.

Ommusynirnir Frank og Hans inni hjá Frú Müller. (Myndeigari: John Müller)

Tá Frú Müller var farin at eldast, læt hon í 1967 sonin Ebbe yvirtaka stjórastarvið hjá mammuni, men hetta vísti seg at vera stutt skotbrá teimum var unt afturat. Frú Müller doyði sama heystið og trettan mánaðir seinni fór Ebbe bert 51 ára gamal. Reiðaravirksemið var tá steðgað, men tey høvdu DFDF avgreiðsluna. Jóan Pauli Sørensen, sum arbeiddi á kontórinum, tók yvir summarsiglingina hjá DFDS og røkti virksemið, til tað steðgaði í 1992.

Frú Müller (1891-1967) var hábærslig og serlig kona, og inni hjá Frú Müller var hjá okkum unglingum hugaligt at koma. Altíð væl móttikin, og stovurnar vóru serligar, tí har vóru so nógvir vakrir eldri lutir at sjá.

Minnist, hvussu tey borðreiddu, tí har var við hvønn talerkin smáir borðdúkar rullaðir saman við silvurringi um, og hvør í familjuni ung sum eldri áttu sín ring, har navnið var graverað. Frú Müller tosaði danskt, tó at hon royndi at læra seg føroyskt, tá hon kom til Føroya, Men sum hon segði, fekk hon ikki rættiliga tak á bendingarlæruna, og so helt hon seg til tað danska. Men hon legði stóran dent á, at synirnir og ommubørnini dugdi væl at málbera seg á føroyskum, ja, og sjálvandi eisini á donskum.

Sigur nógv um dygdina hjá Frú Müller, at hon var forkvinna í Føroya Reiðarafelag í tíggju ár, sum var ein mansverð. Annars var eisini sagt um Frú Müller, at hon gjørdi lítið av húsligum arbeiði, tí virksemið á kontórinum kravdi so nógv av henni.

Mangar eru arbeiðskonurnar, sum hava arbeitt hjá Frú Müller, og hon lærdu upp arbeiðskonurnar at gera mat, tí Frú Müller hevði áhuga í matgerð og var uppí, tá okkurt serligt var á skránni. Hon hevði sjálv hondskrivað kókibók við uppskriftum frá mammu og ommu síni.

Uppskoyti: Tríggjar av myndunum eru fingnar frá John ommusoni Frú Mülle. Havi júst fingið at vita, at økið fram við sjóvarmálan har á leiðini eitur Undir kjallara, men kennist bara við navnið Müllers brúgv. Eitt skeltið stóð við gamla Sjóvinnubankan, men skeltið er ikki at síggja longur.

Her síggja vit húsini hjá Ebbe og Henny bygd høgrumegin hjá Frú Müller og teimum. (Mynd: Havnin – fólk og yrki.)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply