HSF skal sláa kalt vatn í blóðið og fáa avgreitt bestu deildirnar í heilum líki.

Fýra kvinnulið ligga stavn um stavn til tess at vinna meistaraheitið. Kyndil, H71, VÍF og Neistin. 

Áhugavert kjak fer fram á Hondbóltskjaki, har Geir Wardum leggur upp til kjak um, hvørs man bara skal strika kappingarárið 2019/2020. Hetta er sjálvandi ein meining, men slett ikki eri eg samdur í hesi niðurstøðu. Og serliga, tá Geir sigur, at hetta er bara eitt ”bikar”, og tá sammetir hann uttan iva við koronastøðuna her heima og úti í heimi. Forkvinnan í HSF hoyrdist í Kringvarpinum siga, at tey arbeiða við ymsum møguleikum at enda kappingarárið í bestu deildunum, og yngru deildirnar spæla ikki meira, og meistararnir kosnir á skrivarborðinum men sjálvandi eru eisini tikin hædd fyri stigatalvuni. Nakrar viðmerkingar um innleggið hjá Geir Wardum.

Ikki kunnu vit spáa um framtíðina, tá talan er um ítrótt, og ítróttur kemur sjálvandi í aðru røð, tá talan er um koronakreppuna. Lættast er hjá hondbóltinum bara at kasta handklæði í ringin og siga, kappingarárið 2019/2020 er strikað. Tað vil siga, at dystir eru spældir til onga nyttu, tí endamálið við eini kapping er at finna ein vinnara. Øll stremba eftir at gerast meistarar, og tað er hæddarpunktið í kappingarárinum. Ikki bert eitt ”bikar” men stríð og strev og ikki minst peningur hjá feløgum at koma har til.

H71 vinnur trygt grundspælið, meðan kapping er millum VÍF, Neistan, KÍF og StíF um at koma í endaspælið.

Havi tað meining, at tú kanst ikki byrja nýggja kapping, fyrr enn núverandi kapping er liðugtspælt. Og hetta hevur føroyskur hondbóltur lætt at avgreiða, tí liðini eru bara sjey í tali og frástøðan stutt millum feløgini. Tú kanst eftir stuttari fyrireika ikki spældar dystir og endaspæl. Hetta kann gerast innfyri tveir tríggjar vikur.

Árið 2020 er ungt enn, og óteljandi møguleikar eru at avgreiða restandi dystirnar og finna meistaran 2019/2020. Keypi ikki grundgevingina hjá Geir, tá hann í viðmerking sigur, at spæla vit tildømis í heyst, ja, so hava kanska spælarar skift felag. Ja, so læt teir skifta felag ella fara av landinum, tí kappingin stendur ikki millum einstakar spælarar men millum feløg. Og tað eru feløgini, sum í allar ævir standa í hagtølunum og ikki spælarar.

Eivind Jacobsen sigur millum annað í viðmerking, at meistaraheitið kann ikki brúkast til tað stóra, tí kanska skal spælast uttan áskoðarar. Til Eivind er at siga, at tað er av stórum týdningi, at vit hava virðing fyri sjálvari kappingini, og hetta at finna meistaran, um tað sjálvandi ber til. Torført at spáa um framtíðina, ja, sjálvt Pál Weihe sigur, at komandi ólavsøku gers ikki sum undanfarin ár.

Tú kanst tí ímynda tær, at fólk ikki kunnu savnast á ólavsøku, og kunnu so hondbóltsliðini spæla nýggja kapping longu tíðliga í heyst? Tí haldi eg, at HSF skal miðja fram ímóti at fáa avgreitt núverandi kapping í heilum líki, og so taka tað har frá. Tá kann kappingarárið 2020/2021 skipast á annan hátt. Kanska broyta steypakappingina, so hon ikki gerst so rúgvismikil.

Ringasta loysnin er sjálvandi at strika kappingarárið, næstringasta loysnin er at gera av meistaraheitið í einum vikuskifti, og besta loysnin og virðingin fyri kappingini er, at  núverandi kapping skal spælast í heilum líki. So er líkamikið, nær verður spælt. Tú mást fyrst spæla núverandi kapping lidna, áðrenn tú setir hol á nýggja kapping.

Kanska kemur okkurt nýtt virus sníkjandi norðureftir næsta vetur, tí skulu tey í HSF sláa kalt vatn í blóðið. Taka tað róliga og síggja, hvussu leikur fer. Tá grønt ljós er frá heilsumyndugleikunum, so taka vit tað har frá og fyrireika at fáa spælt núverandi kapping lidna. At gera sum danir er ikki altíð besta loysning fyri føroyskan hondbólt, tí umstøðurnar í Danmark og Føroyum kunnu slett ikki sammetast í hondbóltshøpi. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply