Úr myndasavninum – Øll á Abbatrøð og vit onnur vóru góð við Oskar í Smæruni

Oskar Jacobsen var føddur 23. februar 1929 og andaðist 25. mai 2002. Oskar var altíð væl hýrdur.

Pápi okkara Helge Michelsen (1913-1985), róptur Helgi í Smæruni, kom sum tjúgu ára gamal at arbeiða í Smæruni, eftir at hann í nøkur ár arbeiddi hjá Evensen. Hans Jacob Jacobsen róptur Hans Jakku í Smæruni var handilsmaður og vinnulívsmaður, og í 1932 læt hann upp matvøru- og slaktaríhandilin Smæruna, sum helt til í M.A. Winterhersgøtu/J.H. Schrøtersgøtu, har Sjónvarp Føroya helt til, áðrenn flutt varð í Sortudíki.

Eitt av børnunum hjá Hans Jacob og konuni Gerdu var Oskar (1929-2002), sum var føddur við barnalammilsi. Hann hevði góð evni, men vánaligar rørslur, so hann hevði torført at tosa, ganga og brúkar hendurnar. Nøkur orð um Oskar henda fitta fyrikomandi mannin, sum øll vóru so góð við.

Oskar og tey vóru fýra systkini. Frá vinstru Otto (1922-1945), Gerda (1932-1950), Oskar (1929-2002) og Gudny (1924-2013).

Hans Jakku í Smæruni og abbi okkara Hans Jakku í Dalaólavstovu vóru systkinabørn, og tí vóru Oskar og pápi okkaran trímenningar. Oskar var seks ára gamal, tá pápi okkara kom í Smæruni, og hann tók Oskar til sín sum son fyrsta dagin, og teir vóru nær knýttir líka til pápi okkara fór.

Aftast f.v: Gerda, Oscar og Gudny. Fremst Elly kona Otto, Marin, Torbjørn sonur Otto og Elly og Hans Jacob.

Í 1929 tá Oskar var smádrongur, vóru eingi tilboð til Oskar. Hann kundi lesa men ikki skriva, og eg síggi hann fyri mær, tá hann mátti drekka drekkamunn við súgvurøri, og tað var akkurát, at hann megnaði at taka breyðbitarnar í hondina. Oskar bleiv partur av starvsfólkunum í Smæruni, og hvønn dag kom hann í handilin á vitjan og hvønn dag á kóntórið hjá pápa okkara.

Í 1932 læt Hans Jacob Jacobsen róptur Hans Jakku í Smæruni upp matvøruhandil. (Mynn Havnin – fólk og yrki)

Oskar hevði barnalammilsi og tí ringar førleikar, men hann var vitugur maður. Áðrenn Útvarp Føroya sá dagsins ljós, lurtaði hann eftir norskum, enskum og donskum radio, og hann var tíðindakeldan hjá fólkunum á Abbatrøð, tí Oskar visti alt úti í heimi. – Nakað nýtt í dag Oskar, plagdu fólk at siga við Oskar.

Frá vinstru Mourits Rubeksen maður Gudny og Helgi Michelsen, sum arbeiddi 48 ár í Smæruni. 

Dimmalætting var nærmasti granni hjá Oskari og teimum, bara Kilakanalin skylti húsini. Oskar hevði umframt radio eisini fiskabylgjuna, har skip tosaðu millum sín. Tá føroysk skip fiskaðu sild norðanfyri Føroyar við gørnum, fylgdi Oskar væl við. Hann gjørdst tíðindakeldan hjá Dimmalætting, hvussu nógv skipini fingu í hvørjum sildagarni. Tað kundi vera kvart, hálva, ella tríkvart tunnu í garninum, og fór upp um tunnuna, var rokfiskiskapur. Arbeiðið á skipunum strevið, tí sildatunnurnar vóru tungar og skuldi stúvast í lastina.

Oskar var dagligur gestur í Smæruni. Hann var mangan í Smærubilinum, tá vørur vóru koyrdar heim til kundar. Lagið altíð gott.

Oskar og tey vóru fýra sysktin: Otto, sum var í Danmark undir krígnum, og sum var skotin av týskara sama dagin, sum týskin gav seg yvir í Danmark. Síðan Gudny, sum var gift Mourits Rubeksen, Oskar og Gerda, sum doyði átjan ára gomul í 1950. Hoyrdist, at tað var serligur heilivágur fyri tuberklar, sum hon ikki toldi. Hørð lagna hjá familjuni, tí Otto var jú deyður í 1945 og nú fór Gerda í 1950.

Alt vit minnast, høvdu Oskar og tey arbeiðsgentu, og nógvar kom at hava nært tilknýti til Oskar, sjálvt um tær fóru víðari í lívinum. Blivu giftar ella fingu sær útbúgving. Hann vitjaði í nógvum bygdum og býum hjá konum, sum høvdu verið arbeiðsgentur hjá Oskari og teimum. Øll vóru góð við Oskar.

Slaktaríið hjá Smæruni var í kjallaranum hjá Oskari og teimum. Og Oskar fylgdi væl við. Her hevur slaktarin Martin Justesen júst flett tvey neyt.

Oskar dámdi væl at koyra bil, og sat mangan í Smærubilinum, tá Poul í Smæruni og onnur koyrdu vørur út til kundarnar. Tá kundi bíleggjast vøra og fáa tær koyrdar til dyrnar. Minnist einaferð, at pápi okkara fekk í lag, at hann og Oskar sluppu við hvalabáti, sum gjørdist stórt upplivilsi, sum hann Oskar mangan seinni tosaði um.

Seinnu árini vitjaði eg mangan Oskar, sum var ógvuliga hittinorðaður. Vit høvdu altið okkurt at práta um, millum um alt virksemið, sum var í slaktarínum í kjallaranum hjá Oskari og teimum. Eisini var hjallur undir trappuni, og Oskar fylgdi væl við, hvussu nógv var flett. Eina heystið drupu teir 2100 seyðir í slaktarínum, og so allir oksarnir, sum komu úr Mykinesi og aðrastaðni.

Oskar dámdi heilt væl at koyra út vørur í Smærubilinum. Poul í Skorini var fystur bilstjórin, sum eg minnist koyra Smærubilin.

Tú kundi kanska ímynda tær, at Oskar bleiv happaður sum smádrongur, og tað spurdi eg hann um. – Eingin gjørdi mær nakrantíð ónáðir á nakran hátt, hvørki á Abbatrøð ella í úti í býnum. Føldi meg altíð væl og var ongantíð gloymdur ella settu uttanfyri, segði Oskar.

Nógvar ungar og eldri kvinnur arbeiddu Smæruni longri og styttri tíðarskeið. Mynd tikin um 1970. Frá vinstru Peina og Hanna.

Í 1960 ella 1970 árunum var eingin telda, kort ella heimagreiðsla, og í Smæruni var goldið kontant ella skriva í bók. Minnist, at Oskar hvønn mánamorgun fór niðan gjøgnum býin í Føroya Banka við bláum plastikkposa, har allur peningurin var í, sum tey høvdu selt fyri vikuna fyri.  Fólk spurdi pápa okkara, um hann tordi at lata Oskar handa posan hangandi bert í lítlafingrinum. Oskar kundi jú ikki renna eftir viðkomandi, sum kanska vildi stjala peningin fá Oskari. Tá skuldi pápi okkara siga, at sjálvandi tekur eingin posan frá Oskari, og um so var, má pengingur vera peningur. Oskar misti ongantíð eitt oyra.

Starvfólk í Smæruni í 1960-árunum. Frá vinstru: Johan Stephansson, Martin Justesen, Oddbjørg Joensen, Helge Michelsen, Hildibjørg Joensen, Jens Petur Hansen og Marita Christiansen.

Tá eg hugsi um familjuna hjá Oskari og teimum, so fingið tey harða lagnu, tí fyrst Oskar, so bróðirin Otto, sum bleiv skotin í Næstved í 1945, og systirin Gerda, sum í 1950 fór bert átjan ára gamal. Og vit, sum minnast Hans Jakku pápa Oskar, so hevði hann seinnu árini tveir fingarar við kjálka til tess at halda høvdinum. Ørminnist okkurt um, at undir skurðviðgerð komu tey skaða nervu. Oskar hevði nært tilknýti til okkara familju við Landavegin, og millum annað var hann gubbi beiggja okkara Torbjørn. Myndir eru fingnar frá Hannu Michelsen, Otto Rubeksen og øðrum. (Vagnur)

Fýra slaktarar og pylsumakarar í Smæruni, sum allir eru farnir. Fremst Jens Petur, Hansen, síðani Johan Stephansson, Nick Hansen og Helge Michelsen. Myndin frá 1960-árunum.
Árni og Martin arbeiddu nógv á í Smæruni. Her eru teir í slaktarínum.
Otto sonur Mourits og Gudny arbeiddi í Smæruni. Til vinstru kemur Arni Kjærbo undan, sum arbeiddi nógv ár í Smæruni.
Johan Steffansson arbeiddi í mansaldur í Smæruni sum pylsumakari.
Knút Lütsen minnist eg arbeiddi í matvøruhandlinum hjá Hans Joensen, men hann arbeiddi seinni í Smæruni.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply