Úr myndasavninum – Sjeyti ára gomul mynd av svanum í Plantasjuni

Vøkur mynd frá 1950 í Plantasjuni. Tveir svanir men ongar dunnur. (Mynd: Ùr myndabók hjá Harry S. Johansen)

Tá vit vóru ung og komu í Plantasjuna, kendi vit ikki orðið viðarlund, tí kemur Platasjan í okkara hugaheimi altíð at eita Plantasjan. Vit kenna jú sangin Eitt sunnukvøld í Plantasjuni, sum Birni Dam gjørdi orð og lag, og sum Simmi gav út í 1957. Alt eg minnist, hava tvey sløg av svanum verið í Plantasjuni. Knópsvanur og sangsvanur. Hvør er so munurin á svanunum?

Tey søgdu, at Knópsvanur er vakrari við reyðgulum nevi og svørtum runni niðan á pannuna, har veingirnir standa meira uppúr rygginum enn hjá sangsvani, sum hevur gult nev og veingirnir liggja meira tætt at kroppinum. Fyrstu svanirnir í Plantasjuni vóru Knópsvanir, meðan teir seinastu vóru sangsvanir.

Har siti eg sum smádrongur og eygleiði svanir. Hini eru frá høgru mamma mín Ása, Amanda omma, pápi mín Helge, arbeiðskona hjá ommu og beiggi mín Torbjørn í vogninum. Myndin frá miðskeiðis í 1950 – árunum. Tá var hegn um hyljarnar, tí svanirnir kunnu sláa hart við veingjunum. (Familjumynd)

Arbeiddi fyri nú nógvum árum síðani í farloyvi júst í Plantajuni, og tá søgdu tey mær, at torført var at fáa svan at reiðrast í Føroyum, tó so, hetta árið var par, sum fekk ungar. Til tess at verja parið og ungarnar vóru teir fluttir niðan á tjørn í Hoydølum. Og næstu árini komu fleiri ungar undan, sum millum annað óskerdir vórðu sleptir í Mjáuvøtnini.

Vit síggja ikki dunnu á myndini frá 1950, men tá eg arbeiddi í Plantasjuni, fóðraðu vit bæði dunnur og dúgvur. Hetta til tess at verja villdunnu – og dúgvustovnarnar Føroyum. Síggi úr køksvindeyganum, at fólk geva dunnunum, men góðveðursdagar, fáa dunnurnar alt ov nógv breyð. Fólk koma við heilum breyðum, sum so summi kasta millum trøini, tá dunnurnar eru mettar.

Knópsvanur hevur reyðgult nev við svørtum runni niðan á pannuna.

Annars hava vit funnist at, at Plantasjan ongan góðan hevur í løtuni. Har arbeiðir skilamaður, men sum eisini arbeiðir aðrastaðni enn í Plantasjuni. Tíverri hevur Tórshavnar kommuna latið Plantasjuna til Umhvørvistøðina ella rættari sagt Skógrøkt at taka sær av, men hetta er ikki nóg gott fyri Plantasjuna.

Mynd av tveimum sangsvanum í Kollafirði í 2016. (Mynd Vagnur)

Seinastu tvey árini hevur áin verið ógvuliga skitin, har hvítt betonvatn dálkar ánna. Tú sært stoypisandin við áarmunnan. Havi sagt frá hjá kommununi, men tað sýnist, sum eingin hevur veruliga ábyrgd av ánni, hyljunum og gøtunum. Eitt er, at Skógrøkt syrgir fyri trøunum, men fólk frá kommununi mugu fara væl um Plantasjuna, og her haltar í løtuni. So mikið veit eg av royndum, at Plantasjan krevur meira enn eitt starvsfólk, tí har er nógmikið at takast við og at halda. (Vagnur)

Kann leggja aftrat, at mangan sigua fólk ein svani og tveir svanar, men hetta er ikki rætt málsliga. Ein svanur og tveir svanir skal tað vera.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply